Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. august 2018Nr. 120
Kunngerð um gjøld fyri løggildingar, ávís eftirlit og loyvisbrøv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Við heimild í § 62 b, nr. 3, 7 og 8 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, sum broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 13. mai 2013, § 17, stk. 1 í løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð og § 18 í í løgtingslóg nr. 28 frá 30. apríl 2007 um spreingievni og spreingiarbeiði v.m., verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um rindan av gjaldi fyri ymiskar uppgávur hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sambært reglum, ásettar við heimild í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi og løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð.
§ 2. Ársgjald fyri løggilding av serkønum virki, sambært kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, er 3.300 kr.
§ 3. Gjøld fyri myndugleikaeftirlit, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger við lyftum o.ø., sambært kunngerð um uppseting og nýtslu av lyftum o.ø.:
1) Uppsetingareftirlit: 3.000 kr.
2) Regluligt eftirlit við fólkalyftum: 2.530 kr.
3) Regluligt eftirlit við góðslyftum, rullutrappum, byggilyftum o.tíl.: 1.150 kr.
§ 4. Gjøld fyri myndugleikaeftirlit, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger av dampketlum og trýstskipanum, sambært kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði:
1) Uppsetingareftirlit av dampketli: 4.100 kr.
2) Regluligt eftirlit við dampketli: 3.600 kr.
3) Trýstroynd av dampketli: 3.700 kr.
4) Uppsetingareftirlit av øðrum trýstskipanum, rørskipanum o.ø.: 5.000 kr.
5) Regluligt eftirlit við øðrum trýstskipanum, rørskipanum o.ø. við upp til 100 kg av kølievni: 1.000 kr.
6) Regluligt eftirlit við øðrum trýstskipanum, rørskipanum o.ø. við meira enn 100 kg og minni enn 5.000 kg av kølievni: 2.500 kr.
7) Regluligt eftirlit við øðrum trýstskipanum, rørskipanum o.ø. við 5.000 kg og meira av kølievni: 3.600 kr.
§ 5. Gjøld fyri loyvisbrøv, sambært kunngerð um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól, kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði og kunngerð um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving:
1) Útskriva nýtt loyvisbræv: 1.000 kr.
2) Endurútskriva loyvisbræv: 350 kr.
3) Útskriva prógv, sum er burturblivið: 350 kr.
4) Umbýti av loyvisbrævi frá øðrum landi: 1.000 kr.
§ 6. Gjald fyri ummæli frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sambært § 7, stk. 2 í kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum, er 2.500 kr.
§ 7. Gjald fyri góðkenning av spreingievnagoymslum, sambært § 1, stk. 7, § 3, stk. 1, § 4, stk. 2 og § 6, stk. 3 í kunngerð um goymslur til spreingievni, er 2.875 kr.
§ 8. Gjald fyri myndugleikaeftirlit, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger, sambært § 27, stk. 2. í kunngerð um útinnan av kavaraarbeiði á tryggan hátt, er 2.500 kr.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 121 frá 21. november 2005 um gjøld fyri eftirlit v.m. hjá Arbeiðseftirlitinum og kunngerð nr. 105 frá 6. august 2009 um gjøld fyri ymsar uppgávur í sambandi við vinnuliga kaving.
Samferðslumálaráðið, 22. august 2018
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)