Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 30-11-2005
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2005 A - Hefti 32 A frá 30. november 2005
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

25. november 2005Nr. 122

Kunngerð um burturbeining av burturkasti frá skipum o.ø., sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007

Við heimild í § 6, stk. 2, § 13, stk. 3-5 og § 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum verður ásett:

Gildisøki

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri:

1)   Føroysk skip á sjóumveldinum og í altjóða sjógvi,

2)   útlendsk skip á føroyskum sjóumveldi,

3)   útlendsk skip uttan fyri føroyskt sjóumveldi, í tann mun hetta er í samsvari við altjóða rætt og

4)   føroyskar og útlendskar havstøðir á føroyskum sjóumveldi og landgrunni.

Stk. 2. Kunngerðin fevnir ikki um burturbeining av fiski og slógvi í sambandi við viðgerð umborð á fiskiførum.

Allýsingar

§ 2. Burturbeining er eitt og hvørt útlát, frárensl, útblaking ella onnur burturbeining av evnum og tilfari í havið, ið stava frá rakstri av skipum, bátum og havstøðum.

Stk. 2. Burturkast er eitt og hvørt slag av rakstrar-, matvøru- og húsarhaldsburturkasti, sum stavar frá virksemi umborð á skipum, bátum og havstøðum.

Stk. 3. Havstøðir eru pallar og skip, sum bora eftir ella framleiða kolvetni.

Stk. 4. Næsta land er strandalinjan ella grundlinjan, haðani sjóumveldið verður ásett. Við landnyrðings Avstraliu eru serligar reglur galdandi, sbr. fylgiskjal V til MARPOL sáttmálan.

Stk. 5. Føroyska sjóumveldið er 12 fjórðingar úr grundlinjunum.

Stk. 6. Serlig havøki eru havøki, har herd krøv eru ásett at fyribyrgja dálking við burturkasti. Hesi havøki eru serlig havøki, sbr. fylgiskjal V til MARPOL sáttmálan:

1)   Miðalhavsøkið,

2)   Eystursjóvarøkið,

3)   Svartahavið,

4)   Reyðahavið,

5)   Persaraflógvin,

6)   Norðsjóvarøkið,

7)   Suðurpólsøkið og

8)   Karibiska økið.

Avhendan av burturkasti

§ 3. Alt burturkast skal goymast umborð og avhendast til móttøkuskipan á landi, ella burturbeinast sambært reglunum í §§ 4-10.

Føroyskt sjóumveldi

§ 4. Á føroyskum sjóumveldi er burturbeining av burturkasti bannað, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Matburturkast frá skipum undir 400 BT kann burturbeinast meiri enn ein fjórðing úr landi.

Uttan fyri føroyskt sjóumveldi

§ 5. Burturbeining av øllum tilfari úr plasti er bannað, íroknað, men ikki avmarkað til, togverk, nylon, net og annan fiskireiðskap, plastposar o.a.

§ 6. Lutir, ið flóta, so sum dunnage, fóðrings- og pakkitilfar kunnu burturbeinast meiri enn 25 fjórðingar úr næsta landi.

§ 7. Annað burturkast sum matburturkast, pappír, klædnatilfar, steintoy og tílíkt, kann burturbeinast meiri enn 12 fjórðingar úr næsta landi.

Stk. 2. Burturkast, sum er nevnt í stk.1, kann burturbeinast meiri enn 3 fjórðingar úr næsta landi, um burturkastið er malið og gongur gjøgnum eitt sáld við eini meskavídd, sum er í mesta lagi 25 millimetrar.

Serlig havøki

§ 8. Á serligum havøkjum er bert loyvt at burturbeina matburturkast. Burturbeiningin kann fara fram meiri enn 12 fjórðingar úr næsta landi.

Stk. 2. Á Karibiska økinum kann burturbeining av matburturkasti fara fram meiri enn 3 fjórðingar úr næsta landi, um burturkastið er malið og gongur gjøgnum eitt sáld við eini meskavídd, sum er í mesta lagi 25 millimetrar.

Stk. 3. Á Suðurpólsøkinum er øll burturbeining av burturkasti bannað.

Havstøðir o.a.

§ 9. Frá havstøðum, og frá skipum, sum eru á 500 metra trygdarøkinum hjá eini havstøð, er burturbeining av burturkasti bannað.

Stk. 2. Matburturkast frá havstøðum og skipum kann burturbeinast meiri enn 12 fjórðingar úr næsta landi, um burturkastið er malið og gongur gjøgnum eitt sáld við eini meskavídd, sum er í mesta lagi 25 millimetrar.

Blandað burturkast

§ 10.  Er burturkast blandað við annað tilfar, sum er fevnt av øðrum reglum um burturbeining, eru strangastu reglurnar galdandi fyri burturbeiningina.

Eftirlit

§ 11. Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við, at burturbeining av burturkasti frá skipum er í samsvari vi𠧧 4 – 8 og § 10.

Stk. 2. 1) Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at burturbeining av burturkasti frá havstøðum er í samsvari við § 9.

Stk. 3. Skipaeftirlitið hevur eftirlit við, at avhendan av burturkasti fer fram sambært § 3.

Undantøk

§ 12. Reglurnar í §§ 3-10 eru ikki galdandi um:

1)   Burturbeiningin fer fram fyri at tryggja trygd skipsins og teirra, sum eru umborð, ella fyri at bjarga mannalívum,

2)   burturbeiningin er orsakað av skaða á skip ella útgerð og øll rímilig tiltøk eru sett í verk fyri at sleppa undan ella minka um burturbeiningina, ella

3)   fiskireiðskapur ella partar av reiðskapi eru mist, og øll rímilig tiltøk eru sett í verk fyri at sleppa undan missi.

Stk. 2. Hendingar, fevndar av stk. 1, skulu fráboðast sambært kunngerð nr. 30 frá 8. mars 2001 um fráboðan sambært havumhvørvislógini.

Revsing og gildiskoma

§ 13. Brot á §§ 3-10 verða revsað við bót, um ikki strangari revsing er ásett í aðrari lóggávu.

Stk. 2. Eru brot framd av feløgum v.m. (løgfrøðiligum persónum) kann bótin verða áløgd felagnum.

Stk. 3. Revsingin kann hækka til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um tað í sambandi við brotið er:

1)   Voldur skaði á umhvørvið ella elvt er til vanda fyri hesum, ella

2)   peningaligur fyrimunur er fingin, ella tílíkur fyrimunur hevur verið tilætlaður fyri viðkomandi sjálvan ella onnur, eitt nú við sparingum.

Stk. 4. Eru brot framd av útlendskum skipum kann revsingin hækka til fongsul í 2 ár, um brotið er framt á sjóumveldinum, og dálkingin er álvarsom og framd við vilja.

§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember 2005.

 

 

Innlendismálaráðið, tann 25. november 2005

 

 

 

Jógvan við Keldu (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)

 

 

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”