Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 30-11-2005
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2005 A - Hefti 32 A frá 30. november 2005
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

25. november 2005Nr. 123

Kunngerð um burturbeining av kloakkspillivatni frá skipum o.ø., sum broytt við kunngerð nr. 131 frá 18. september 2017

Við heimild í § 12 og § 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum verður ásett:

Gildisøki

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri:

1)   Føroysk skip á sjóumveldinum og í altjóða sjógvi,

2)   útlendsk skip á føroyskum sjóumveldi,

3)   útlendsk skip uttan fyri føroyskt sjóumveldi, í tann mun hetta er í samsvari við altjóða rætt og

4)   føroyskar og útlendskar havstøðir á føroyskum sjóumveldi og landgrunni.

Allýsingar

§ 2.1) Burturbeining er eitt og hvørt útlát, frárensl, útblaking ella onnur burturbeining av evnum og tilfari í havið, sum stava frá rakstri av skipum og bátum.

Stk. 2. 1) Kloakkspillivatn er:

1)   frárensl, evja og annað burturkast frá vesum og standikummum,

2)   frárensl frá sjúkrarúmum, íroknað øll frárensl frá vøskum, baðikørum o.a. frá slíkum rúmum,

3)   frárensl frá rúmum við livandi djórum ella

4)   annað burturkast, ið er blandað við framman fyri nevndu.

Stk. 3. 1) Kloakktangi er: tangi til savning og goymslu av kloakkspillivatni.

Stk. 4. 1) Næsta land er: strandalinjan ella grundlinjan, haðani sjóumveldið verður ásett. Við landnyrðings Avstraliu eru serligar reglur galdandi, sbr. fylgiskjal IV til MARPOL sáttmálan.

Stk. 5. 1) Føroyska sjóumveldið er: 12 fjórðingar úr grundlinjunum.

Stk. 6. 1) Nýggj skip eru: skip, sum eru latin sum nýbygningar aftan á 27. september 2006, ella har byggisáttmáli er gjørdur, ella kjølurin er strektur aftan á 27. september 2003 sbr. fylgiskjal IV til MARPOL sáttmálan.

Stk. 7. 1) Verandi skip eru: skip, sum ikki eru nýggj.

Stk. 8. 1) Havstøðir eru: pallar og skip, sum bora eftir ella framleiða kolvetni.

§ 3. Kloakkspillivatn skal goymast umborð og avhendast til móttøkuskipan á landi, ella burturbeinast sambært ásetingunum í §§ 4-5.

Skip størri enn 400 BT ella góðkend til fleiri enn 15 fólk

§ 4. Burturbeining av kloakkspillivatni frá nýggjum skipum, og havstøðum, er bannað, sbr. fylgiskjal IV til MARPOL sáttmálan, uttan so at:

1)   Kloakkspillivatnið er viðgjørt í góðkendari skipan, og spillivatnið ikki gevur sjónliga slóð í sjónum, ella

2)   kloakkspillivatnið er malið og sóttreinsað í góðkendari skipan, og burturbeiningin fer fram í minsta lagi 3 fjórðingar úr næsta landi, ella

3)   kloakkspillivatnið verður burturbeint í minsta lagi 12 fjórðingar úr næsta landi. Verður kloakkspillivatn tømt úr kloakktanga skal hetta gerast meðan skipið siglir við í minsta lagi 4 fjórðingum um tíman.

Stk. 2. 1) (Strikað).

§ 4 a. 1) § 4 er ikki galdandi fyri skip, sum einans sigla innanoyggja í Føroyum. Hesi skip kunnu burturbeina óviðgjørt kloakkspillivatn. Burturbeiningin skal gerast so langt úr landi, sum siglingarleiðin loyvir tí, og í minsta lagi hálvan fjórðing úr landi og hálvan fjórðing frá aliøkjum.

Stk. 2. 1) Eftir 1. juni 2020 er bannað at burturbeina kloakkspillivatn sambært stk. 1, sum ikki er malið og sóttreinsað.

Skip og bátar minni enn 400 BT

§ 5. 1) Á føroyskum sjóumveldi er burturbeining av óviðgjørdum kloakkspillivatni bannað nærri enn hálvan fjórðing úr landi og hálvan fjórðing frá aliøkjum, uttan so at kloakkspillivatnið er viðgjørt í góðkendari skipan sambært § 4, stk. 1, nr. 1. Burturbeining av óviðgjørdum kloakkspillivatni skal gerast so langt úr landi, sum siglingarleiðin loyvir tí.

Undantøk

§ 6. Reglurnar í §§ 4-5 eru ikki galdandi um

1)   burturbeiningin fer fram fyri at tryggja trygd skipsins og teirra, sum eru umborð, ella fyri at bjarga mannalívum, ella

2)   burturbeiningin er orsakað av skaða á skip ella útgerð og øll rímilig tiltøk eru sett í verk fyri at sleppa undan ella minka um burturbeiningina.

Stk. 2. Hendingar, fevndar av stk. 1, skulu fráboðast sambært kunngerð nr. 30 frá 8. mars 2001 um fráboðan sambært havumhvørvislógini.

Góðkenning og eftirlit

§ 7. 1) Skipanir og útgerð, sum eru nevnd í § 4, skulu viðvíkjandi føroyskt skrásettum skipum verða góðkend av Sjóvinnustýrinum og viðvíkjandi útlendskt skrásettum skipum av einum heimilaðum myndugleika í tí landi, har skipið er skrásett.

§ 8. 1) Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við, at burturbeining av kloakkspillivatni er í samsvari vi𠧧 4, 4 a og 5.

Stk. 2. 1) Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við, at skip og bátar hava góðkendar skipanir og útgerð til burturbeining av kloakkspillivatni sambært § 4.

Revsing og gildiskoma

§ 9. Um ikki strangari revsing er ásett sambært aðrari lóggávu, verður brot á §§ 4-5 revsað við bót.

Stk. 2. Eru brot framd av feløgum v.m. (løgfrøðiligum persónum) kann bótin verða áløgd felagnum.

Stk. 3. Revsingin kann hækka til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um tað í sambandi við brotið er:

1)   Voldur skaði á umhvørvið ella elvt er til vanda fyri hesum, ella

2)   peningaligur fyrimunur er fingin, ella tílíkur fyrimunur hevur verið tilætlaður fyri viðkomandi sjálvan ella onnur, eitt nú við sparingum.

Stk. 4. Eru brot framd av útlendskum skipum kann revsingin hækka til fongsul í 2 ár, um brotið er framt á sjóumveldinum, og dálkingin er álvarsom og framd við vilja.

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember 2005.

 

 

Innlendismálaráðið, 25. november 2005

 

Jógvan við Keldu (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)

 



1) Broytt við kunngerð nr. 131 frá 18. september 2017.