Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 30-11-2002
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2005 A - Hefti 32 A frá 30. november 2005
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

25. november 2005Nr. 124

Kunngerð um burturbeining av olju frá skipum o.ø., sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007

Við heimild í § 6, stk. 2, § 7, stk. 2, § 45 og § 46 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum verður ásett:

Gildisøki

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri:

1)   Føroysk skip á sjóumveldinum og í altjóða sjógvi,

2)   útlendsk skip á føroyskum sjóumveldi,

3)   útlendsk skip uttan fyri føroyskt sjóumveldi, í tann mun hetta er í samsvari við altjóða rætt og

4)   føroyskar og útlendskar havstøðir á føroyskum sjóumveldi og landgrunni.

Allýsingar o.a.

§ 2. Burturbeining er eitt og hvørt útlát, frárensl, útblaking ella onnur burturbeining av evnum og tilfari í havið, sum stava frá rakstri av skipum, bátum og havstøðum.

Stk. 2. Rein barlast er barlastarvatn úr tanga, sum er reinsaður, sbr. fylgiskjal I til MARPOL sáttmálan.

Stk. 3. Skild barlast er barlastarvatn úr tanga, sum bert verður nýttur at føra barlast ella farm, ið ikki er olja, kemikaliu ella onnur evni, sum kunnu dálka havið, sbr. fylgiskjal I til MARPOL sáttmálan.

Stk. 4. Oljutangaskip er skip, sum er gjørt til ella sum førir olju sum farm í tanga ella tangum.

Stk. 5. Havstøðir eru pallar og skip, sum bora eftir ella framleiða kolvetni.

Stk. 6. Næsta land er strandalinjan ella grundlinjan, haðani sjóumveldið verður ásett. Við landnyrðings Avstraliu eru serligar reglur galdandi, sbr. fylgiskjal I til MARPOL sáttmálan.

Stk. 7. Føroyska sjóumveldið er 12 fjórðingar úr grundlinjunum.

Stk. 8. Serlig havøki eru havøki, har herd krøv eru ásett at fyribyrgja dálking við olju. Hesi havøki eru serlig havøki, sbr. fylgiskjal I til MARPOL sáttmálan:

1)   Miðalhavsøkið,

2)   Eystursjóvarøkið,

3)   Svartahavið,

4)   Reyðahavið,

5)   Persaraflógvin,

6)   Adenflógvin,

7)   Suðurpólsøkið,

8)   Útnyrðingsevropeiska havøkið og

9)   Oman havøkið.

Avhendan av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni

§ 3. Olja og oljudálkaður sjógvur ella vatn skal goymast umborð og avhendast til móttøkuskipan á landi, ella burturbeinast sambært § 5 ella § 7.

Føroyskt sjóumveldi

§ 4. Á føroyskum sjóumveldi er burturbeining av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni bannað.

Skip og havstøðir

§ 5. Uttan fyri føroyskt sjóumveldi er burturbeining av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni úr maskinrúmi á øllum skipum og havstøðum bannað, uttan so at niðanfyri nevndu treytir eru loknar:

1)   Skipið siglir,

2)   nýtt verður góðkend reinsi- og eftirlitsútgerð ella onnur góðkend útgerð,

3)   oljuinnihaldið í blandingini, uttan tynning, er minni enn 15 ppm (parts per million),

4)   oljan stavar ikki frá lastapumpurúmunum, og

5)   oljan er ikki blandað við olju úr lastini.

Stk. 2. Stk 1, nr. 1 er ikki galdandi fyri havstøðir.

§ 6. Á Suðurpólsøkinum er øll burturbeining av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni bannað.

Oljutangaskip

§ 7. Uttan fyri serlig havøki er burturbeining av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni úr lastartangum bannað, uttan so at niðanfyri nevndu treytir eru loknar:

1)   Skipið er meiri enn 50 fjórðingar úr næsta landi,

2)   skipið siglir,

3)   í mesta lagi 30 litrar verða burturbeindir fyri hvønn fjórðing,

4)   samlaða nøgdin av olju, sum verður burturbeind, er:

a)    Minni enn 1/15.000 av samlaðu lastini, haðani oljuleivdin stavar, um skipið er latið sum nýbygningur 31. desember 1979 ella fyrr, sbr. fylgiskjal I til MARPOL sáttmálan, og

b)    minni enn 1/30.000 av samlaðu lastini, haðani oljuleivdin stavar, um skipið er latið sum nýbygningur aftan á 31. desember 1979, sbr. fylgiskjal I til MARPOL sáttmálan, og

5)   nýtt verður góðkend útláts-, goymslu- og eftirlitsútgerð.

§ 8. Á serligum havøkjum er burturbeining av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni frá oljutangum á oljutangaskipum bannað.

Góðkenning og eftirlit

§ 9. Skipanir og útgerð umborð á føroyskt skrásettum skipum, sum eru nevndar í § 5 og § 7, skulu verða góðkend av Skipaeftirlitinum.

Stk. 2. Skipaeftirlitið hevur eftirlit við, at skip og bátar hava góðkendar skipanir og útgerð til burturbeining av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni sambært § 5 og § 7.

§ 10. Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við, at burturbeining av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni frá skipum er í samsvari vi𠧧 4 - 8.

Stk. 2. 1) Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at burturbeining av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni frá havstøðum er í samsvari við § 5.

Stk. 3. Skipaeftirlitið hevur eftirlit við, at avhendan av olju og oljudálkaðum sjógvi ella vatni fer fram sambært § 3.

Undantøk

§ 11. Reglurnar í §§ 4-8 eru ikki galdandi um:

1)   Burturbeiningin fer fram fyri at tryggja trygd skipsins og teirra, sum eru umborð, ella fyri at bjarga mannalívum ella

2)   burturbeiningin er orsakað av skaða á skip ella útgerð og øll rímilig tiltøk eru sett í verk fyri at sleppa undan ella minka um burturbeiningina.

Stk. 2. Reglurnar í §§ 4-8 eru ikki galdandi fyri burturbeining av reinari ella sundurskildari barlast.

Revsing og gildiskoma

§ 12. Brot á §§ 4-8 verða revsað við bót, um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu.

Stk. 2. Verður ikki roknað við hægri revsing enn bót, kann revsimálið verða avgjørt við sektaruppskoti eftir reglunum í grein 46 í havumhvørvislógini.

Stk. 3. Eru brot framd av feløgum v.m. (løgfrøðiligum persónum) kann bótin verða áløgd felagnum.

Stk. 4. Revsingin kann hækka til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella við grovum ósketni, og um tað í sambandi við brotið er:

1)   Voldur skaði á umhvørvið ella elvt er til vanda fyri hesum, ella

2)   peningaligur fyrimunur er fingin, ella tílíkur fyrimunur hevur verið tilætlaður fyri viðkomandi sjálvan ella onnur, eitt nú við sparingum.

Stk. 5. Eru brot framd av útlendskum skipum kann revsingin hækka til fongsul í 2 ár, um brotið er framt á sjóumveldinum, og dálkingin er álvarsom og framd við vilja.

§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember 2005.

Stk. 2. § 5, stk. 1, nr. 3 kemur í gildi fyri skip minni enn 400 BT hin 1. januar 2007.

 

 

Innlendismálaráðið, 25. november 2005

 

 

Jógvan við Keldu (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)

 

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”