Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. september 2009Nr. 125
Kunngerð um útandingar-, spýtt- og sveittaroyndir og kanning av eygum sambært ferðslulógini
Við heimild í § 16 a, stk. 3, í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009, verður ásett:
§ 1. Førarin av akfari ella reiðfólk, skal lata útandingar-, spýtt- ella sveittaroynd ella lata eyguni kanna, um løgreglan krevur tað.
§ 2. Royndin ella kanningin sambært § 1 verður gjørd har ella har nærhendis, sum eftirlitið hjá løgregluni fer fram, ella har, sum komið er fram á viðkomandi.
Stk. 2. Um tað er møguligt, skal royndin ella kanningin fara fram á ein slíkan hátt, at hann, sum skal lata royndina ella lata síni eygu kanna, ikki vekur ans.
§ 3. Løgreglan kann krevja, at ein persónur ger útandingarroynd á øðrum staði, enn komið er fram á hann sbr. § 16 a, stk. 1, 2. pkt. í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009
§ 4. Løgreglan kann halda viðkomandi aftur í tí tíðarskeiði, sum er neyðugt til tess at gera royndina ella kanningina. Løgreglan kann krevja, at ein roynd ella kanning verður gjørd afturat.
§ 5. Førarin ella reiðfólkið kann krevja, at blóðroynd verður tikin, tá úrslitið av útandingarroyndini liggur beint oman fyri 0,10 mg alkohol pr. litur luft, 0,25 mg alkohol pr. litur luft, 0,60 mg alkohol pr. litur luft ella 1,00 mg alkohol pr. litur luft.
§ 6. Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009.
Innlendismálaráðið, 28. september 2009
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)