Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. september 2011Nr. 126
Kunngerð um uppseting og innihald í fíggjarlógaruppskotinum v.m.
Við heimild í § 27, nr. 1 og 9 í løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan verður ásett:
Kapittul 1
Játtanarlógir
§ 1. Játtanarskipanin fevnir um hesar játtanarlógir v.m., sbr. § 2 í lógini og § 24, stk. 1, nr. 1 í Tingskipanini:
1) Løgtingsfíggjarlóg.
2) Bráðfeingis játtanarlóg, ið verður brúkt, um fíggjarlógin ikki er samtykt tá fíggjarárið byrjar.
3) Eykajáttanarlógir.
4) Fíggjarnevndarskjøl, ið eru eykajáttanir, ið hava skund, sum fíggjarnevndin veitir.
5) Ráðførsluskjøl, ið verða brúkt, tá ávísar fortreytir fyri eini játtan skulu broytast í ráðførslu við fíggjarnevndina.
6) Eykafíggjarlóg, sum fevnir um tær eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt í fíggjarárinum.
§ 2. Fyri 1. oktober leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum uppskot fyri Løgtingið um fíggjarlóg fyri komandi fíggjarár. Uppskotið skal haldast innanfyri tann játtanarkarm, ið Løgtingið hevur samtykt, sbrt. § 8 í lógini.
Stk. 2. Saman við fíggjarlógaruppskotinum leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyri Løgtingið Búskaparfrágreiðing II, sbrt § 9 í lógini.
Kapittul 2
Játtanarmeginreglur
§ 3. Fíggjarlógin skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins og vera grundað á veruleikakendar vánir og so hollar ætlanir sum til ber um inntøkur og útreiðslur í fíggjarárinum, sbrt. § 3, stk. 1 í lógini.
Stk. 2. Fíggjarlógin skal verða ætlað eftir somu meginreglum , sum eru galdandi fyri gerð og uppseting av landsroknskapinum, sbrt. § 3, stk. 2 í lógini.
§ 4. Allur beinleiðis og óbeinleiðis skattur, sum kravdur verður inn við lóg, verður førdur á fíggjarlógina, sbrt. § 4 í lógini.
§ 5. Við á fíggjarlógina verða tiknir stovnar og grunnar o.t., hvørs útreiðsla ella roknskaparligu hall verða goldin við studningi frá landinum ella við gjøldum ella aðrari inntøku sambært lóg, ella sum eru ella partvíst eru stovnaðir við kapitalinnskoti frá landinum uttan so, at reglur eru í aðrari lóg, sum víkja frá hesum, sbrt. § 5 í lógini.
§ 6. Játtanir verða veittar á høvuðskontum sum bruttojáttanir við serstakari játtan til at halda útreiðslur og hava inntøkur (bruttomeginreglan). Farið kann ikki verða útum útreiðslujáttan við at vísa til meirinntøku í mun til inntøkujáttan, sbrt. § 6 í lógini.
§ 7. Løgujáttan, lógarbundin játtan og stuðulsjáttan eru bruttojáttanir.
Stk. 2. Rakstrarjáttan er nettojáttan. Er inntøkan hægri enn ætlað, kunnu verða hildnar fleiri útreiðslur, bert ikki verður farið út um nettoútreiðslujáttanina. Er inntøkan minni enn ætlað, hevur hetta við sær, at útreiðslurnar skulu skerjast samsvarandi, sbrt. § 16, stk. 1 í lógini.
Stk. 3. Hóast ásetingarnar í stk. 2, verða inntøkur og útreiðslur settar upp fyri seg í viðmerkingunum (meginreglan um at skráseta brutto), um ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gevur loyvi til at víkja frá meginregluni, sbrt. § 16, stk. 2. í lógini.
Kapittul 3
Einstøku partarnir í fíggjarlógaruppskotinum
§ 8. Eins og onnur lógaruppskot fevnir fíggjarlógaruppskotið um lógartekst og viðmerkingar. Átekningar eru partur av lógartekstinum. Viðmerkingarnar fevna um almennar viðmerkingar og viðmerkingar til høvuðskonturnar undir einstøku greinunum.
Stk. 2. Í almennu viðmerkingunum verður greitt frá teimum yvirskipaðu politisku ætlanunum og raðfestingunum, ið fíggjarlógaruppskotið er grundað á.
§ 9. Við fíggjarlógaruppskotinum skulu verða:
1) Høvuðsyvirlit, ið vísir fíggjarlógaruppskotið býtt á rakstur og løgur og greinað eftir endamáli.
2) Yvirlit, ið vísir realbúskaparliga býtið av fíggjarlógaruppskotinum býtt á greinar í fleiriárayvirliti.
3) Yvirlit, ið vísir realbúskaparliga býtið av fíggjarlógaruppskotinum býtt á greinar.
4) Yvirlit, ið vísir fíggjarlógaruppskotið býtt á játtanarsløg í fleiriárayvirliti.
5) Yvirlit ið vísir málsøkjabýtið (funktionella býti) av fíggjarlógaruppskotinum í fleiriárayvirliti.
Stk. 2. Fleiriárayvirlitini fevna um 6 fíggjarár: Tvey tey seinastu roknskaparárini, játtanarárið (verandi fíggjarár), fíggjarlógarárið (komandi fíggjarár) og veruligar metingar fyri tvey ætlanarár.
§ 10. Fíggjarlógaruppskotið verður býtt á greinar, ið vísa ábyrgdarbýtið millum løgmann og einstøku landsstýrisfólkini. Ein grein er til Løgtingið, ein grein er til inntøkur og ein grein er til gjaldføri og skyldur, sbrt. § 10, stk. 2 í lógini. Eisini eru greinar til serinntøkur og –útreiðslur.
§ 11. Lógarteksturin fyri hvørja grein byrjar við einum yvirliti yvir umbidnu játtanina (A). Síðan verða játtanarupphæddirnar, ið bidnar verða um, settar upp á høvuðskontustigi, og fyri hvørja høvuðskontu verður játtanarslag ásett (B). Seinast verða átekningar vístar (C).
§ 12. Fyri hvørja høvuðskontu á greinunum hjá løgtingi, løgmanni og landsstýrisfólkum skal ásetast eitt av hesum játtanarsløgum: rakstrarjáttan, løgujáttan, lógarbundin játtan ella stuðulsjáttan, sbrt. kapittul 4 í lógini.
§ 13. Í viðmerkingunum til einstøku høvuðskontuna skal greiðast nærri frá, hvussu játtanin skal brúkast. Hesar upplýsingar skulu takast við:
1) Neyva endamálið við umbidnu játtanini.
2) Frágreiðing um bygnaðin við ávísing av myndugleikanum, ið hevur ábyrgdina.
3) Neyv frágreiðing um rættargrundarlag og møguligar politiskar fleiriáraavtalur.
4) Fyri rakstrarjáttanir skal harumframt vera frágreiðing um sett mál miðað verður eftir við játtanini og upplýsingar um nádd úrslit, og um møguligar størri broytingar í arbeiðsuppgávum og virksemisfyritreytum.
5) Serstakar játtanarásetingar.
6) Átekningar.
Stk. 2. Hesi yvirlit skulu verða í viðmerkingunum til einstøku høvuðskontuna:
1) Sundurgreinað ætlan, ið vísir inntøkur og útreiðslur á høvuðskontu- og undirkontustigi býttar út á standardkontur. Sundurgreinaða ætlanin verður víst í fleiriárayvirlitum, sí § 9 stk. 2. Ætlanarárini verða sett upp grundað á prísstøðið, ið er galdandi fyri fíggjarlógarárið (komandi fíggjarár).
2) Fyri rakstrarjáttan skal sum meginregla eisini vera eitt virksemisyvirlit har umbidna brutto útreiðslujáttanin verður býtt á høvuðsvirksemi. Virksemisyvirlitið verður eisini sett upp sum fleirárayvirlit, sbrt. nr. 1.
3) Fyri rakstrarjáttanir skal vera eitt starvsfólkayvirlit, ið vísir samlaðu lønarútreiðslurnar og tal av ársverkum, undir hesum eisini talið av ársverkum í lønarflokki 37 ella hægri. Starvsfólkayvirlitið skal vísast sum eitt fleiriárayvirlit, sbrt. nr. 1.
§ 14. Undir rakstrarjáttan skal loyvi at reka landsfyritøku, inntøkufíggjað virksemi og stuðulsfíggjað virksemi verða greitt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið, sbrt. § 21 í lógini.
Stk. 2. Í viðmerkingunum til landsfyritøku, inntøkufíggjað og stuðulsfíggjað virksemi skulu vera upplýsingar um virksemi undir hesum bygnað, hvat slag og hvussu umfatandi virksemið er. Fyri inntøkufíggjað og stuðulsfíggjað virksemi skal greiðast frá, hvussu virksemið verður avmarkað mótvegis vanliga virkseminum.
Stk. 3. Landsfyritøka verður sett á egna høvuðskontu. Inntøkufíggjað virksemi og stuðulsfíggjað virksemi verða sett á undirkontur.
§ 15. Í viðmerkingunum til løgujáttanir skal, umframt tey viðurskifti, ið nevnd eru í §13, verða ein frágreiðing um tað ávísa løguarbeiðið og upplýsingar um útreiðsluna fyri alla verkætlanina, liðaðar á fíggjarár, sbrt. § 22, stk. 3 í lógini.
Stk. 2. Viðmerkingarnar til inntøkujáttan undir løgujáttan skulu lýsa grundarlagið undir inntøkumetingunum, sbrt. § 22, stk. 4 í lógini.
§ 16. Í viðmerkingunum til lógarbundnar játtanir skal, umframt tey viðurskifti, ið nevnd eru í § 13, verða upplýst um móttakaraskara og stuðulsupphædd ella útrokningargrundarlag.
§ 17. Viðmerkingarnar til stuðulsjáttanir skulu, umframt tey viðurskifti, ið nevnd eru í §13, lýsa móttakaraskara, útrokningarhátt, samantalda studningsupphædd og útgjaldingartíð, sbrt. § 24, stk. 4 í lógini. Eisini skal verða greitt frá tilsøgnum um útgjalding í seinni fíggjarárum.
Stk. 2. Fyri stuðulsjáttanir kann í ávísum førum verða nóg mikið við heimild í sjálvari játtanini. Í tílíkum førum skal verða sagt frá hesum í viðmerkingunum til játtanina.
Kapittul 4
Kontuskipan
§ 18. Í viðmerkingunum verða høvuðskonturnar býttar á undirkontur og eftir slag á standardkontur sambært tí standardkontuskipan, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ásett. Kontuskipanin skal verða tann sama, sum er galdandi fyri landsroknskapin.
§ 19. Ikki ber til at flyta játtan millum høvuðskontur ella flyta játtanir til seinni fíggjarár. Innanhýsisflytingar millum høvuðskontur kunnu tó verða loyvdar við átekningum, sbrt. § 13 í lógini.
§ 20. Fyri rakstrarjáttanir og lógarbundnar játtanir er býtið á undirkontur vegleiðandi.
Stk. 2. Fyri løgujáttanir, og stuðulsjáttanir er býtið á undirkontur bindandi um ikki annað er ásett í viðmerkingunum til játtanina.
§ 21. Fyri rakstrarjáttanir er býtið á standardkontur vegleiðandi. Tó skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum geva loyvi, um játtan skal flytast frá standardkontum fyri rakstur til standardkontu fyri løn.
Stk. 2. Reglan í stk. 1, 2. pkt. er ikki galdandi fyri landsfyritøkur, inntøkufíggjað virksemi og stuðulsfíggjað virksemi.
§ 22. Býtið á standardkontur er ikki bindandi fyri løgujáttanir, lógarbundnar játtanir og stuðulsjáttanir.
Kapittul 5
Um nýtslu av átekningum
§ 23. Við átekning kann heimild verða givin at gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur í fylgjandi fíggjarárum, og gjørdar kunnu verða ítøkiligar lógarásetingar viðvíkjandi játtanum, sbrt. § 12, stk. 1 í lógini.
Stk. 2. Innanhýsis flytingar millum høvuðskontur kunnu tó verða loyvdar við átekingum, sbrt. § 13, stk. 2 í lógini.
Stk. 3. Við átekning kann loyvi verða givið at flyta óbrúkta løgujáttan til seinni fíggjarár, sbrt. § 22, stk. 2 í lógini.
§ 24. Nýtslan av átekningum skal avmarkast so nógv sum gjørligt. Átekningar mugu ikki brúkast til annað enn játtanarlig endamál, og mugu ikki brúkast til broyting av lógum.
§ 25. Átekningar kunnu bara verða tiknar við á fíggjarlóg ella eykajáttan, og hava bara gildi í sama fíggjarárið, sbrt. § 12, stk. 2 í lógini. Er ynski um, at átekningin eisini skal hava gildi aftaná fíggjarárið, má hon verða endurtikin á komandi fíggjarlóg.
Kapittul 6
Bráðfeingis játtanarlóg
§ 26. Um útlit eru til, at uppskot til fíggjarlóg ikki er liðugt viðgjørt fyri fíggjarársbyrjan, leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum uppskot um bráðfeingis játtanarlóg fyri Løgtingið, sbrt. § 1, nr. 2.
§ 27. Við bráðfeingis játtanarlóg verður landsstýrinum heimilað, til fíggjarlóg er samtykt, at uppkrevja beinleiðis og óbeinleiðis skattir eftir galdandi lógum. Landsstýrinum verður heimilað í sama tíðarskeiði at rinda neyðugar útreiðslur, soleiðis at landshúsarhaldið ótarnað kann fara fram, og átiknar skyldur verða hildnar.
§ 28. Ímeðan bráðfeingis játtanarlógin er í gildi, skulu aðalráð og stovnar vísa neyðugt sparsemi og afturhaldni. Ivaspurningar verða lagdir fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum.
§ 29. Skjótast til ber leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fíggjarlógaruppskot fyri Løgtingið.
Kapittul 7
Eykajáttanarlóg
§ 30. Verður tað í fíggjarárinum neyðugt at broyta eina játtan ella biðja um eina nýggja játtan, leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum uppskot fyri Løgtingið um eykajáttanarlóg.
Stk. 2. Fyri hvørja høvuðskontu verður víst játtan (J), broytingaruppskot (EYJ) og samlað játtan (J+EYJ). Reglurnar í kapittul 3 um uppseting og innihald av fíggjarlógaruppskotinum eru galdandi við neyðugum tillagingum.
Kapittul 8
Fíggjarnevndarskjøl og ráðførsluskjøl
§ 31. Um fíggjarlig heimild ikki er fyri einari ávísari atgerð, og atgerðin hevur skund, kann neyðug játtan til at halda útreiðslunar, ið standast av atgerðini, fáast frá Fíggjarnevnd Løgtingsins í fíggjarnevndarskjali.
§ 32. Um tað verður mett at hava stóran týdning, at fáa broytt fyritreytirnar, ið lýstar eru í viðmerkingunum til eina játtan, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum loyva hesum, men fyrst skal hann við einum ráðførsluskjali ráðføra seg við Fíggjarnevnd Løgtingsins.
§ 33. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fíggjarnevndarskjøl og ráðførsluskjøl fyri Fíggjarnevnd Løgtingsins.
§ 34. Fíggjarnevndarskjøl og ráðførsluskjøl verða sett upp á henda hátt:
a) Inngangur við upplýsingum um ætlaða tiltakið, undir hesum um talan er um eina nýggja ella broytta játtan, støddina á útreiðslunum í fíggjarárinum og møguliga seinni fíggjarárum og frágreiðing um í hvønn mun umbønin er útreiðsluneutral.
b) Málsfrágreiðing við upplýsingum og grundgeving fyri atgerðini.
c) Grundgeving fyri hví atgerðin hevur skund og ikki kann bíða til játtan er fingin á komandi eykajáttanarlóg.
d) Undirtøka frá øðrum myndugleikum, um hetta er ásett í lóg ella ásett á annan hátt.
e) Uppskot við frágreiðing um hvussu tiltakið játtanarliga verður formaliserað.
Kapittul 9
Eykafíggjarlóg
§ 35. Fyri 1. desember leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum uppskot fyri Løgtingið um eykafíggjarlóg. Uppskotið fevnir um tær játtanir Fíggjarnevndin hevur givið í fíggjarárinum, sbrt. § 31.
Stk. 2. Fyri hvørja høvuðskontu verður víst játtan (J), broytingaruppskot (EYJ), og samlað játtan (J+EYJ). Reglurnar í kapittul 3 um uppseting og innihald av fíggjarlógaruppskotinum eru galdandi við neyðugum tillagingum.
Kapittul 10
Gildiskoma
§ 36. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2011
Fíggjarmálaráðið, 19. september 2011
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Atli Suni Leo (sign.)