Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. september 2009Nr. 127
Kunngerð um flokking av evnum, ið eru vandamikil fyri ferðslutrygdina
Við heimild í § 15, stk. 1, í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000 og løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009, verður ásett:
§ 1. Dusandi evni, ið standa á lista A, B, D, og E í skjali til bekendtgørelse om euforiserende stoffer, verða flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina.
Stk. 2. Um tey tilskilaðu heitini á teimum listum, sum eru nevndir í stk. 1, kunnu fevna um fleiri stereoisomerar formar av viðkomandi dusandi evni, er hvør einstakur av hesum formum at meta sum fevndur av stk. 1.
§ 2. Staðfesting av, um ein blóðroynd hevur í sær eitt dusandi evni, ið verður flokkað sum vandamikið fyri ferðslutrygdina, skal fara fram við máting av, um blóðroyndin hevur í sær tað virkna evnið, sum í skjali 1 í hesari kunngerð verður tilskilað fyri viðkomandi dusandi evni.
§ 3. Ein blóðroynd verður einans mett at hava í sær eitt virkið evni, um mátiúrslitið fer upp um bagatellmarkið, sum í skjali 1 í hesari kunngerð er tilskilað fyri viðkomandi dusandi evni.
§ 4. Um ein blóðroynd hevur í sær eina lítla restmongd av einum dusandi evni, sum er flokkað sum vandamikið fyri ferðslutrygdina, men sum ikki er tilskilað í skjali 1 í hesari kunngerð, verður blóðroyndin ikki mett at hava í sær viðkomandi dusandi evni.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2009
Innlendismálaráðið, 28. september 2009
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)
Skjal 1
Virkin evni og bagatellmark fyri ávís evni, ið eru flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina
Dusandi evni, sbr. Bekendtgørelse om euforiserende stoffer | Virkið evni1) | Bagatellmark |
Listi A |
|
|
Cannabis | THC | 0,001 |
Diacetylmorphin (heroin) | Morphin | 0,010 |
Lysergid (LSD) |
| 0,0005 |
Evnablandingurin opium | Morphin | 0,010 |
Plantan Papaver somnifer L. | Morphin | 0,010 |
|
|
|
Listi B |
|
|
Amfetamin |
| 0,020 |
Cocain |
| 0,020 |
Dextromoramid |
| 0,075 |
Dextropropoxyphen |
| 0,050 |
Fentanyl |
| 0,001 |
Hydrocodon |
| 0,010 |
Hydromorphon |
| 0,010 |
Ketobemidon |
| 0,025 |
Kokablað | Cocain | 0,020 |
MBDB |
| 0,020 |
MDMA |
| 0,020 |
Metamfetamin |
| 0,020 |
Methadon |
| 0,050 |
Methylphenidat |
| 0,010 |
Morphin |
| 0,010 |
Opium | Morphin | 0,010 |
Oxycodon |
| 0,010 |
Oxymorphon |
| 0,010 |
Pethidin |
| 0,10 |
PMA |
| 0,020 |
PMMA |
| 0,020 |
Tetrahydrocannabinol (THC) |
| 0,001 |
|
|
|
Listi D |
|
|
Buprenorphin |
| 0,0005 |
Flunitrazepam |
| 0,005 |
Pentazocin |
| 0,010 |
Pentobarbital |
| 1,0 |
|
|
|
Listi E |
|
|
Alprazolam |
| 0,005 |
Amfepramon |
| 0,003 |
Barbital |
| 5,0 |
Bromazepam |
| 0,050 |
Brotizolam |
| 0,002 |
Chlordiazepoxid |
| 0,20 |
Clobazam |
| 0,10 |
Clonazepam |
| 0,005 |
Diazepam |
| 0,100 |
Estazolam |
| 0,050 |
Lorazepam |
| 0,020 |
Lormetazepam |
| 0,005 |
Meprobamat |
| 5,0 |
Midazolam |
| 0,050 |
Nitrazepam |
| 0,020 |
Nordazepam |
| 0,100 |
Oxazepam |
| 0,100 |
Phenobarbital |
| 10 |
Phentermin |
| 0,030 |
Temazepam |
| 0,020 |
Triazolam |
| 0,002 |
Zolpidem |
| 0,080 |
Zopiclon |
| 0,010 |
1) Fyri dusandi evni, har onki er gjøllari tilskilað í puntinum virkið evni, er tað virkna evnið tað dusandi evnið.