Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. september 2009Nr. 128
Kunngerð um trygdarbelti, trygdarútgerð ætlað børnum v.m., sum broytt við kunngerð nr. 57 frá 16. mai 2017
Við heimild í § 10, stk. 1, § 36 a, § 42, stk. 3 og 5, § 42 a, stk. 5, § 42 b, stk. 3 og § 58 a, stk. 5 í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2005 og løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009 verður ásett:
Søla, marknaðarføring og nýtsla av trygdarútgerð ætlað børnum
§ 1. Serlig trygdarútgerð ætlað børnum, sbr. § 42 a, stk. 1 í løgtingslóg um ferðslu, kann einans verða seld, marknaðarførd ella nýtt, um hon er góðkend og merkt sambært reglunum í:
1) ECE - reglugerð nr. 44.03 um góðkenning av trygdarútgerð til børn. Útgerðin er tá merkt við hesum góðkenningarmerki:
2) 1) ECE – reglugerð 129, um góðkenning av trygdarútgerð til børn.
3) 1) ES - reglugerð 77/541/EØF. Útgerðin er tá merkt við hesum góðkenningarmerki:
Stk. 2. 1) Merki um góðkenning sbrt. stk. 1, skal vera sjónliga sett og lætt at lesa og skal vera trupult at beina burtur. Á útgerðini skal ikki setast merkir ella tilskilan, ið kann blandast við góðkenningarmerkið.
Undantøk frá skylduni at nýta trygdarbelti v.m.
§ 2. Skyldan at nýta trygdarbelti, sbr. § 42, stk. 1 í løgtingslóg um ferðslu, er ikki galdandi fyri hesi sløg av koyring:
1) Vinnulig koyring í fjølbygdum øki við eini ferð á í mesta lagi 30 km/t, tá viðkomandi skal inn og úr bilinum ferð eftir ferð, og strekkið millum steðgirnar í mesta lagi er 500 m.
2) Koyring í fjølbygdum øki í sambandi við útbering av bræva- og pakkaposti, og tøming av postkassum.
3) Koyring í fjølbygdum øki í sambandi við útbering av dagbløðum ella til haldarar av lýsingarbløðum.
4) Løgreglukoyring við serligum atliti at eftiransan, og í sambandi við flutning av handtiknum og øðrum, sum kunnu verða vandamikil undir koyringini.
Stk. 2.Undantøka eftir stk. 1, nr. 1-3 fevnir ikki um koyring til ella frá tí øki, har viðkomandi skal inn og úr bilinum ferð eftir ferð, ella har tøming av postkassum ella útbering fer fram.
§ 3. Skyldan sambært § 42, stk. 1 í ferðslulógini at nýta trygdarbelti er heldur ikki galdandi fyri ferðafólk, sum verða flutt í býbussum og bussum, ið eru gjørdir soleiðis, at í minsta lagi 20 prosent eru standipláss, og sum verða nýttir til rutukoyring.
§ 4 Skyldan at nýta trygdarbelti ella aðra trygdarúgerð er ikki galdandi fyri persónar, sum við læknaváttan eru undantiknir frá skylduni.
Stk. 2. Váttanin skal havast við, tá koyrt verður, og skal vísast løgregluni, um hetta verður kravt.
Stk. 3. Læknaváttanin skal tilskila tíðarskeiðið, ið váttanin hevur gildi, og hava hetta merki:
§ 5. Læknaváttan verður givin av tí lækna, sum vanliga viðger umsøkjaran, ella av serlækna. Í ivamálum kann málið verða lagt fyri landslæknan.
Stk. 2. Leiðreglurnar hjá Heilsustýrinum um undantøku frá skylduni eftir § 3 eru galdandi.
Stk. 3. Læknaváttanir, ið eru útskrivaðar í Íslandi, Noreg ella einum limalandi í evropeiska samveldinum, hava somuleiðis gildi her á landi.
Nýtslan av trygdarbelti hjá børnum v.m.
§ 6. Ásetingin í § 42 a, stk. 1, í løgtingslóg um ferðslu um nýtsluna hjá børnum av serligari trygdarútgerð, ið er tillagað barninum, er ikki galdandi fyri flutning av børnum í hýruvognum, tá slík trygdarútgerð ikki er tøk, og
1) barnið er undir 3 ár og nýtir eitt setur á einum øðrum setri enn framsetrinum, ella
2) barnið er 3 ár og eldri og situr á einum øðrum setri enn framsetrinum og nýtir trygdarbelti.
§ 7. Ásetingin í § 42 a, stk. 1 í løgtingslóg um ferðslu um nýtsluna hjá børnum av serligari trygdarútgerð, ið er tillagað barninum, er ikki galdandi fyri flutning av børnum 3 ár og eldri, í bilum, ið eru gjørdir til flutning av í mesta lagi níggju ferðandi, íroknað førara, ella vørubilum við einari loyvdari heildarvekt, sum ikki er yvir 3.500 kg, tá
1) tað snýr seg um hissini flutning á stuttum strekki í einum bili, har serlig trygdarútgerð tillagað barninum ikki er tøk, og barnið situr á einum øðrum setri enn framsetrinum og nýtir trygdarbelti, ella
2) tað ikki er rúm fyri at seta í serliga trygdarútgerð tillagað barninum, tí baksetrið longu hevur serliga trygdarútgerð, sum verður nýtt av tveimum øðrum børnum, og triðja barnið nýtir eitt sæti á einum øðrum setri enn framsetrinum og nýtir trygdarbelti.
§ 8. Bilførarin skal ansa eftir, at §§ 6 og 7 verða hildnar.
§ 9. Førarin av einum bili, ið er innrættaður til flutning av meira enn níggju ferðandi, førarin íroknaður, sleppur undan skylduni sambært § 42, stk. 4, 1. pkt. og § 42 a, stk. 6, 1. pkt. í løgtingslóg um ferðslu at ansa eftir, at ferðandi, ið ikki eru fylt 15 ár, nýta trygdarútgerð sambært § 42, stk. 1 og § 42 a, stk. 4 í ferðslulógini og reglum, ásettum við heimild í § 42, stk. 3 og § 42 a, stk. 5 í løgtingslóg um ferðslu.
Stk. 2. Førarin av einum bili, ið er innrættaður til flutning av meira enn níggju ferðandi, førarin íroknaður, skal, áðrenn koyring byrjar, síggja til, at ferðandi undir 15 ár verða kunnað um reglurnar um nýtslu av trygdarútgerð, um har eru setur við trygdarútgerð.
Stk. 3. Upplýsingarskyldan sambært stk. 2 kann fara fram á ein ella fleiri av hesum háttum:
1) Kunning frá føraranum.
2) Kunning frá fylgjara ella tí persóni, sum er tilnevndur sum bólkaleiðari.
3) Kunning á sjónvarpsskíggja í bussinum.
4) Við piktogrammum, ið lúka reglurnar í stakfyriskipanum um tilgerð og útgerð hjá akførum.
Talið á ferðandi, ið kunnu verða flutt
§ 10. Ásetingin í § 42 b, stk. 1 í løgtingslóg um ferðslu, sambært hvørji talið á ferðandi á einum sæti í bili ikki kann fara upp um talið á sitiplássum til ferðandi, sum hava trygdarbelti, er ikki galdandi fyri hesi sløg av koyring:
1) Flutning av fólki, sum av læknaligum grundum sleppa undan skylduni at nýta trygdarútgerð, sbr. § 3, stk. 1.
2) Flutning hjá løgreglu ella bjargingartilbúgving, tá flutningur fer fram av einum størri tali av ferðandi, enn tað eru sitipláss við trygdarbelti, og flutningurin er neyðugur vegna rættarverju, varðveitan av lóg og landaskili, venjingarendamálum ella trygdini hjá ferðandi.
3) Flutning av ferðandi í býbussum og bussum, ið eru innrættaðir við í minsta lagi 20 prosent. standiplássum og verða nýttir til rutukoyring.
Revsing og gildiskoma
§ 11. Brot á § 1, § 4, stk. 2., § 8 og § 9, stk. 2, sbr stk. 3, verður revsað við sekt.
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2009.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 22. juni 2000 um trygdarútgerð ætlað børnum og trygdarbelti.
Stk. 3. Trygdarútgerð til børn, sum er góðkend sambært higartil galdandi reglum, kann verða nýtt til 1. januar 2012.
Innlendismálaráðið, 28. september 2009
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)