Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. februar 2000Nr. 13
Kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar, sum broytt við kunnngerð nr. 91 frá 12. mai 2022
Við heimild í § 2, stk. 2, § 3, stk. 2, § 5, § 11, § 16 og § 21, í kgl. fyriskipan nr. 888 frá 8. desember 1999 um setan í gildi í Føroyum av lóg um "folkekirkens kirkebygninger", verður ásett:
Avhendingarsýn
§ 1. Avhendingarsýn, sum skal vera áðrenn nýggj kirkja verður vígd, heldur prósturin og ein sakkønur arkitektur tilnevndur av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Tá sýnt verður, skal ansast eftir, at kirkjan er bygd samsvarandi góðkenda uppskotinum og útgjørd við tí sum er neyðugt til at halda guðstænastur og røkja kirkjuligar handlingar.
Stk. 3. Fráboðan um nær sýnið verður, skal gevast kirkjuráðnum. Kirkjuráðið kann leggja avgerðir í sambandi við sýnið fyri landsstýrismannin.
Stk. 4. Kirkjukassin rindar tær útreiðslurnar sum standast av sýninum.
Umvæling
§ 2. 1) Umvæling av kirkjubygningi sum hevur við sær nakra broyting, má bert gerast við loyvi frá Stiftsstjórnini. Er talan um bygning eldri enn 100 ár, skal ummæli fáast frá Tjóðsavninum.
Innbúgv og tilhoyr
§ 3. 1) Broyting ella umvæling av innbúgvi, sum er eldri enn 100 ár, kann bert verða gjørd við loyvi frá Stiftsstjórnini, sum skal fáa sær ummæli frá Tjóðsavninum.
§ 4. Uppskot til útvegan, broyting ella umvæling av altari, doypifunti, prædikastóli, hitaskipan, tornuri, urgu ella klokku skal góðkennast av Stiftsstjórnini.
§ 5. Kirkjuráðið tekur avgerð um útvegan, broyting ella umvæling av innbúgvi og innleggingum, sum ikki eru umfataðar av §§ 3 og 4.
§ 6. Innbúgv og prýði sum hava listarligt ella søguligt virði, mugu ikki takast úr kirkjuni uttan loyvi frá Stiftsstjórnini.
§ 7. Kirkjuráðið ansar eftir, at í kirkjuni er:
1. Kalikur, diskur, altarkanna, eskja til oplatir, dópsfat og dópskanna.
2. Bíblia, altarbók og ritualbók.
3. Koralbøkur og bøkur við pre- og postludium til nýtslu hjá urguleikaranum.
4. Eitt hóskandi tal av sálmabókum.
5. Kunngerðarbók .
6. Innsavningarbússur (talvur).
Stk. 2. Á altarinum skulu vera tveir ljósastakar til livandi ljós.
Stk. 3. Til nýtslu við býrættan av sjúkum skal til hvønn av føstu prestunum vera ein lítil kalikur og diskur við tilhoyrandi oplateskju og vínbeholdara.
§ 8. Altarkørini skulu goymast forsvarliga. Verða tey goymd í kirkjuni, skulu tey goymast í bruna- og innbrotstryggjaðum skápi.
§ 9. Kirkjuprotokollin skal innihalda:
1. Nágreiniliga frágreiðing um kirkjuna
2. Skráseting av leysafæ og øðrum tilhoyri til kirkjuna.
3. Skráseting av føstu ognum kirkjunnar.
4. Upplýsing um tryggingarviðurskifti kirkjunnar.
5. Um sýn av kirkjuni, sum verið hava.
§ 10. Í kirkjuni skulu vera neyðug eldsløkkingaramboð.
Listarlig prýði
§ 11. Kirkjuráðið tekur avgerð um leysar listarligar lutur til kirkjuna.
Stk. 2. Uppskot til útvegan av øðrum listarligum prýði skal góðkennast av Stiftstjórnini.
Stk. 3. 1) Uppskot til broyting ella umvæling av verandi listarligum prýðum skal góðkennast av Stiftsstjórnini. Er talan um príði eldri enn 100 ár, skal ummæli fáast frá Tjóðsavninum.
Arkitekthjálp
§ 12. Størri arbeiðir við eini kirkju skulu projekterast og verða gjørd undir leiðslu av einum arkitekti við gjølligum kunnleika til kirkjubygningar.
Daglig umsjón
§ 13. Kirkjuráðið hevur ábyrgdina av dagligu umsjónini við kirkjubygninginum, innbúgvi og tilhoyri, og við bygningum til nýtslu hjá kirkjuni.
Árligt sýn
§ 14. Próstadømisráðið tilnevnir tann bygningskøna, sum skal luttaka í árliga sýninum og sigur kirkjuráðnum frá hesum.
§ 15. Sýnið skal skal fevna um:
1. Kirkjubygningin uttan.
2. Kirkjubygningin innan, heruppií lofts- og tornrúm.
3. Innbúgv og tilhoyr. Tilhoyr sum verður goymt uttanfyri kirkjuna, skal vera tilstaðar við sýnið.
4. Tryggingarviðurskifti kirkjurnnar.
5. Bygningar til nýtslu hjá kirkjuni.
Stk. 2. Við sýnið skal ansast eftir at brek, sum áður eru staðfest, eru umvæld. Er hetta ikki gjørt, má orsøkin hertil upplýsast, og ein nýggj frest fyri umvælingini ásetast.
Stk. 3. Við sýnið skal avgerð takast um, hvørji nýggj arbeiðir og fyriskipanir skulu gerast fyri at fáa kirkjuna í forsvarligan stand. Setast skal ein frest fyri umvæling av brekunum.
§ 16. Sýn verður skipað av kirkjuráðsformanninum
Stk. 2. Sýning verður førd inn í protokollina hjá kirkjuni. Hvør av luttakarunum hevur rætt til at fáa sínar viðmerkingar í protokollina.
Stk. 3. Kirkjuráðsformaðurin undirskrivar protokollina, og sendir innan 14 dagar til próvstadømisráðið fullfíggjað avrit av tí, sum er skrivað um sýnið.
Próvstasýn
§ 17. Tað árið sum sýn, fyriskipa av próstinum, verður hildið, má kirkjan ikki spekkast, kálkast, tjørast ella málast, fyrr enn sýnið hevur verið.
§ 18. Protokollin hjá kirkjuni og tryggingarskjøl skulu vera framløgd, tá sýnið er.
Stk. 2. Hvør av luttakarunum í sýninum hevur rætt til at fáa sýnar viðmerkingar førdar í protokollina.
§ 19. Luttakarar í kirkjusýninum fáa samsýning og ferðaútreiðslur goldnar eftir somu reglum sum galdandi eru fyri starvs- og tænastumenn landsins.
Klaga og ígildiskoma
§ 20. Avgerðir, sum próvstadømisráðið tekur eftir lógini um kirkjubygningar fólkakirkjunar og eftir hesi kunngerð, kunnu klagast til Stiftsstjórnina.
Stk. 2. Klaga skal vera send innan ein mánað eftir, at klagarin hevur fingið kunnleika um avgerðina. Próvstadømisráðið og Stiftsstjórnin kunnu síggja burtur frá frestini, um serlig orsøk er til hetta.
§ 21. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.
Undirvísingar- og mentamálastýrið, 11. februar 2000
Signar á Brúnni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)