27. september 2017Nr. 136
Kunngerð um broyting í kunngerð um talgildan roknskap
(Íverksetarafeløg undantikin frá kravinum um at lata upplýsingarnar í XBRL-sniði)
§ 1
Í kunngerð nr. 146 frá 18. desember 2015 um talgildan roknskap, sum broytt við kunngerð nr. 99 frá 30. juni 2017, verður § 1, stk. 1, 2. pkt. orðað soleiðis:
“Feløg, sum eru fevnd av roknskaparklassa B og C í ársroknskaparlógini, tó ikki íverksetarafeløg, sbrt. kapittul 19 a í vinnufelagalógini, skulu harumframt innan 1. januar 2018 lata upplýsingarnar í XBRL-sniði.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 27. september 2017
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)