Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 12-02-2009
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2009 A - Hefti 5 A frá 12. februar 2009
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

11. februar 2009Nr. 14

Kunngerð um gjøld eftir matrikullógini

Við heimild í § 35 og § 40 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006, verður ásett:

§ 1. Útreiðslurnar av sjálvstøðugari matrikulering verða goldnar av landskassanum og avvarðandi kommunu, við hvør sínari helvt.

Stk. 2. Eru serligar umstøður galdandi, kann landskassin átaka sær ein størri part av kostnaðinum eftir stk. 1.

§ 2. Tá matrikulin verður umskipaður, rindar umsøkjarin kostnaðin av hesum, um annað ikki er ásett í lóg.

Broyting av matriklinum eftir útskifting

§ 3. Fyri broytingar í matriklinum, sum standast av almennari útskifting, verður rindað eftir ásetingunum í kapitul 10 lov for Færøerne nr. 147 af 27. marts 1939 om Udskiftning, sum seinast broytt við ll. nr. 110 frá 29. juni 1995.

Stk. 2. Fyri broytingar í matriklinum, sum ikki standast av almennari útskifting, men verða framdar undir útskifting, verður rindað eftir ásetingunum um vanligar matrikulerar broytingar.

Sundurbýti

§ 4. Fyri sundurbýti, harundir sundurbýti til eigaraíbúðir, verður ásett eitt grundgjald á 4.000 kr.

Stk. 2. Umframt grundgjaldið eftir stk. 1, verða ásett hesi gjøld:

1)   Fyri hvønn frábýttan lut 3.000 kr.

2)   Gjald fyri virðið á lutinum 2% av marknaðarvirðinum.

Stk. 3. Gjøldini eftir stk. 2 verða ásett á henda hátt:

1)   Fyri teir 3 fyrstu lutirnar er gjaldið 100% av upphæddunum eftir stk. 1.

2)   Fyri teir eftirfylgjandi lutirnar til og við 10 er gjaldið 95% av upphæddunum eftir stk. 1.

3)   Fyri teir eftirfylgjandi lutirnar til og við 20 er gjaldið 90% av upphæddunum eftir stk. 1.

4)   Fyri teir eftirfylgjandi lutirnar er gjaldið 85% av upphæddunum eftir stk. 1.

Stk. 4. Við sundurbýti uttan uppmáting verða gjøldini eftir stk. 2 sett til helvtina av teim nevndu gjøldunum.

Samanlegging

§ 5. Fyri samanlegging verða ásett hesi gjøld:

1)   Grundgjald 800 kr.

2)   Fyri hvørt matr.nr, ið verður strikað, 600 kr.

Stk. 2. Verður samanleggingin framd í sambandi við sundurbýti, fellur grundgjaldið eftir stk. 1 burtur.

Umbýti og marknaumskipan

§ 6. Fyri umbýti og marknaumskipanir verða ásett hesi gjøld:

1)   Grundgjald 2.000 kr.

2)   Fyri hvørja vídd, ið flutt verður, verður goldið 800 kr.

Stk. 2. Verður broytingin gjørd uttan uppmáting, verður gjaldið ásett til helvtina av tí undir stk. 1, nr. 2) nevnda gjaldi.

Stk. 3. Verður broytingin gjørd í sambandi við sundurbýti, fellur grundgjaldið burtur.

Stk. 4. Fyri umskipan uttangarðs, verður goldið 800 kr. fyri hvørja flyting.

Marknaseting

§ 7. Fyri marknaseting verður rindað grundgjald 5.000 kr.

Stk. 2. Arbeiði útyvir 10 arbeiðstímar verður gjørt eftir rokning. Gjaldið má ikki vera hægri enn umsitingarkostnaðurin av tænastuni.

Onnur mál

§ 8. Øll onnur mál, sum ikki koma undir ásetingarnar í §§ 4-7, verða gjørd eftir rokning. Gjaldið má ikki vera hægri enn umsitingarkostnaðurin av tænastuni.

Váttað kort, skriv v.m.

§ 9. Fyri váttan av kortum, skriv v.m. verða ásett hesi gjøld:

1)   Váttað kort 500 kr. fyri fyrsta lutin, hareftir 300 kr.

2)   Váttað skriv, átekning á veðskuldarbrøv v.m. 300 kr.

3)   Óskalisváttan 300 kr.

Stk. 2. Kort og aðrar váttanir, sum krevja uppmáting, verða gjørd eftir rokning.

Matrikulskrá

§ 10. Fyri keyp av teldutøkum upplýsingum úr matrikulskránni verða ásett hesi gjøld:

1)   Grundgjald 5.000 kr.

2)   Verða keypt millum 1 og 1.500 matr.nr., er gjaldið fyri hvørt matr.nr. 20 kr.

3)   Verða keypt millum 1.500 og 3.000 matr.nr., er gjaldið fyri hesi 10 kr.

4)   Verða keypt meira enn 3.000 matr.nr., er gjaldið fyri hesi 1 kr.

Stk. 2. Árliga gjaldið fyri dagførdar teldutøkar upplýsingar úr matrikulskránni er 15% av keypskostnaðinum eftir stk. 1, tó ikki minni enn 3.000 kr.

Matrikulkort

§ 11. Fyri keyp av teldutøkum matrikulkorti verða ásett hesi gjøld:

1)   Grundgjald 2.000 kr.

2)   Verða keypt kort við millum 1 og 3.000 lutum, er gjaldið fyri hvønn lutin 20 kr.

3)   Verða keypt kort við millum 3.000 og 6.000 lutum, er gjaldið fyri hvønn av hesum lutum 10 kr.

4)   Verða keypt kort við yvir 6.000 lutum, er gjaldið fyri hvønn av hesum lutum 1 kr.

Stk. 2. Árliga gjaldið fyri dagførd matrikulkort er 15% av keypskostnaðinum eftir stk. 1, tó ikki minni enn 1.500 kr.

Stk. 3. Ger keyparin matrikulkortini tøk á internetinum, hækkar árliga gjaldið eftir stk. 2 við 5% av keypskostnaðinum.

Plott av matrikulkortum

§ 12. Fyri plott av matrikulkortum verða ásett hesi gjøld:

1)   A4 30 kr.

2)   A3 40 kr.

3)   A2 300 kr.

4)   A1 500 kr.

5)   A0 800 kr.

Stk. 2. Verða fleiri eins kort keypt, er kostnaðurin av fyrsta kortinum 100%, og av teim eftirfylgjandi 50% av upphæddunum eftir stk. 1.

Plott av myndum

§ 13. Fyri plott av myndum verða ásett hesi gjøld:

1)   A4 200 kr.

2)   A3 300 kr.

3)   A2 450 kr.

4)   A1 700 kr.

5)   A0 1000 kr.

6)   Aðrar støddir; eftir rokning. Gjaldið má ikki vera hægri enn umsitingarkostnaðurin av tænastuni.

Stk. 2. Verða fleiri eins myndir keyptar, er kostnaðurin av fyrstu myndini 100%, og av teim eftirfylgjandi 50% av upphæddunum eftir stk. 1.

Skanning av myndum

§ 14. Fyri skanning av myndum verða ásett hesi gjøld:

1)   Grundgjald 100 kr.

2)   Skanning uttan eftirviðgerð 150 kr. pr. mynd.

3)   Brenning á fløgu 150 kr. pr. fløgu.

Stk. 2. Eftirviðgerð av skannaðum myndum verður gjørd eftir rokning.

Kopiering

§ 15. Fyri alla kopiering verður ásett eitt avgreiðslugjald á 50 kr.

Stk. 2. Umframt avgreiðslugjaldið eftir stk. 1 verða goldnar 2 kr. fyri hvørja kopieraða síðu.

Gjaldsviðurskifti

§ 16. Matrikulmyndugleikin kann krevja, at tey í §§ 1-8 í hesi kunngerð ásettu gjøld verða goldin, áðrenn arbeiðið byrjar. Gjaldið verður ásett eftir metta kostnaðinum fyri arbeiðið.

Stk. 2. Tá málið er liðugt, kann møguligur meirkostnaður innkrevjast, áðrenn matrikulmyndugleikin endaliga avgreiðir málið.

Stk. 3. Vísir endaliga uppgerðin, at ov nógv er goldið, skal tann ov nógv inngoldni peningurin útgjaldast frá matrikulmyndugleikanum, samstundis sum málið verður endaliga avgreitt.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 148 frá 12. juli 1993 um gjøld til matrikulstovuna.

Stk. 2. Mál, ið eru innkomin til matrikulmyndugleikan, áðrenn gildiskomuna av hesi kunngerð, verða avroknað eftir gomlu gjøldunum.

Stk. 3. Mál og umbønir, ið koma til matrikulmyndugleikan, eftir gildiskomuna av hesi kunngerð, verða avroknað eftir teim til einhvørja tíð galdandi gjøldum.

 

 

Innlendismálaráðið, 11. februar 2009

 

Annika Olsen (sign.)

landsstýriskvinna

/ Rúni Joensen (sign.)