Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 08-03-2013
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2013 A - Kunngerð 15 frá 28. februar 2013
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

28. februar 2013Nr. 15

Kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans

Við heimild í § 16, stk. 2 og § 17 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007 og løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011, verður ásett:

Kapittul 1

Endamál

§ 1. Endamálið við próvtøkunum er at skjalpróva, hvussu  próvtakari lýkur mál og krøv, sum eru ásett í námsætlanunum í teimum einstøku lærugreinuum.

Stk. 2. Kunngerðin er galdandi fyri próvtøkur, sum verða skrivaðar í prógv ella skjalváttan.

Stk. 3. Kunngerðin er galdandi fyri próvtøkur fólkaskúlans og í øðrum skúlum og stovnum, sum skipa fyri próvtøkum fólkaskúlans m.a. í frítíðarudirvísingini, samsvarandi § 16, stk. 4 í lógini.

Stk. 4. Mentamálaráðið ásetir krøvini til 9. og 10. floks prógv.

Kapittul 2

At leggja til rættis

§ 2. Próvtøkurnar verða lagdar til rættis soleiðis, at til ber at meta um førleika næmingsins og at váttan fæst fyri, hvussu væl próvtakari hevur rokkið ásettu málini í námsætlanini í einstøku lærugreinunum.

§ 3. Skúlastjórin hevur ábyrgd av, at allar próvtøkur fara fram sambært reglunum í § 8 ásetingum Mentamálaráðsins og innanhýsis mannagongdum í skúlanum.

§ 4. Næmingur í 9. flokki fer til skrivliga próvtøku í hesum lærugreinum:

1)   Føroyskum,

2)   donskum,

3)   enskum og

4)   støddfrøði.

Stk. 2. Næmingur í 9. flokki fer til munnliga próvtøku í føroyskum umframt í 3 lærugreinum, sum Mentamálaráðið velur.

Stk. 3. Næmingur í 10. flokki kann fara til skrivliga próvtøku í hesum lærugreinum:

1)   Føroyskum,

2)   donskum,

3)   enskum og

4)   støddfrøði.

Stk. 4. Næmingur í 10. flokki fer til munnliga próvtøku í 4 lærugreinum, sum Mentamálaráðið velur.

Stk. 5. Verkætlanaruppgávan í 9. og 10. flokki verður tilskilað í próvnum.

§ 5. Mentamálaráðið ásetir tíðarkarmar fyri munnligu og skrivligu próvtøkurnar og ásetir seinasta undirvísingardag.

Stk. 2. Mentamálaráðið ásetir, hvønn dag skúlarnir kunngera munnligu próvtøkuætlanina.

Stk. 3. Próvtøkurnar verða hildnar í mai-juni mánaði, sum er vanliga summarpróvtøkuskeiðið, og  í august mánaði, sum er sjúkrapróvtøkuskeiðið.

Stk. 4. Mentamálaráðið kann áseta onnur próvtøkuskeið, m.a. tá ið talan er um stakgreinaundirvísing.

Stk. 5. Mentamálaráðið ger skrivligu próvtøkuuppgávur fólkaskúlans.

§ 6. Ársmet hjá næmingunum í 9. og 10. flokki og talmet í sambandi við verkætlanaruppgávuna hjá næmingum í 9. flokki verða skrivað í próvbók skúlans í seinasta lagi 5 dagar fyri seinasta undirvísingardag, sbrt. § 5, stk. 1.

Stk. 2. Ársmetini eru ein heildarmeting av fakligu støðuni hjá næminginum í einstøku lærugreinunum og skulu verða skrivað í ársmetslista í seinasta lagi 7 dagar fyri seinasta skúladag.

Stk. 3. Lærari og skúlastjóri vátta við undirskrift í ársmetslistanum ársmetini í  einstøku lærugreinunum umframt talmet, sum næmingar hava fingið í sambandi við verkætlanaruppgávuna.

Stk. 4. Próvtølini verða skrivað í próvbók skúlans við støði í próvtølunum, sum lærari og próvdómari hava váttað sambært próvtalslista, sbrt. § 44, stk. 4,  5 og 6 og § 45, stk. 2 og 3.

Stk. 5. Próvbók skúlans kann vera talgild ella á pappíri.

§ 7. Skúlastjórin skipar fyri, at alt tilfar, ið er grundarlag undir próvtøkunum í 9. og 10. flokki, verður sent próvdómarum í teldusamskifti í FirstClass.

Stk. 2. Mentamálaráðið ger nærri ásetingar um mannagongdir og verklig viðurskifti í sambandi við próvtøkuhald.

Stk. 3. Mentamálaráðið kann í samstarvi við skúlar og útbúgvingarstovnar leggja próvtøkur serliga til rættis sbr. § 9, stk. 5,  § 21, stk. 1 og fylgiskjal 1.

§ 8. Skúlastjórin hevur ábyrgd av at kunna próvtakarar um mál og krøv, sum eru galdandi í sambandi við próvtøkur.

Stk. 2. Skúlin skal tryggja, at næmingar hava atgongd til alt tilfar, ið er grundarlag undir próvtøkunum.

Stk. 3. Skúlastjórin skal í góðari tíð undan próvtøkuni kunna próvtakarar  um hesi viðurskifti og mannagongdir:

1)   Próvtøkutíðarskeið, próvtøkudagar og tíðir.

2)   Tal á próvtøkum.

3)   Reglur fyri at lata inn ella leggja fram uppgávur ella verkætlanir, ið eru partur av próvtøkuni.

4)   Treytir fyri at kunna fara til próvtøku.

5)   Tíðarfreistir at boða frá um serlig viðurskifti í sambandi við próvtøku.

Stk. 4. Skúlastjórin skal í góðari tíð undan próvtøkuni tryggja, at próvtakarar og tey, sum varða av próvtøkum, verða kunnað um hesi viðurskifti:

1)   Avleiðingar av sjúku ella fráveru, sum próvtakarin ikki hevur ræði á, sbr. § 12, stk. 1,

2)   hjálparmiðlar, og hvussu teir verða nýttir, sbr. § 17,

3)   nær ein próvtøka er byrjað, og nær hon endar, sbr. §§ 18 og 22,

4)   reglur í sambandi við at lata inn skrivlig próvtøkuavrik, sbr. § 28,

5)   avleiðingar av at koma ov seint ella ikki at møta til próvtøku, sbr. § 27 og § 29,

6)   serligar próvtøkutreytir, sbr. § 21,

7)   avleiðingar av ólógliga at útvega sær sjálvum ella veita øðrum hjálp, sbr. § 19, og

8)   kærumannagongdir og kærufreistir, sbr. kap. 11.

Stk. 5. Reglur og mannagongdir, sum eru nevndar í stk. 4, nr. 1 – 8, verða lagdar á heimasíðu Mentamálaráðsins.

Kapittul 3

At fara til próvtøku

§ 9. Næmingur, ið hevur fylgt undirvísingini í enari lærugrein, fer til próvtøku í lærugreinini.

Stk. 2. Næmingur, sum heilt ella lutvíst hevur fylgt undirvísingini í einari lærugrein samsvarandi krøvunum til próvtøkur fólkaskúlans á øðrum undrvísingarstovni ella í frítíðarundirvísingini, kann skriva seg inn til próvtøku í viðkomandi lærugrein samsvarandi § 16, stk. 4 í lógini.

Stk. 3. Næmingur kann, uttan at hava fylgt undirvísingini í einari lærugrein, fara til próvtøku sum sjálvlesandi sbrt. § 10.

Stk. 4. Skúlastjórin ger av, um næmingur lýkur krøvini sambært stk. 2.

Stk. 5. Skúlastjórin tekur í samráð við lærarar floksins, næmingin og tey, ið hava foreldramyndugleikan, avgerð um, at næmingur lutvíst ella heilt kann verða frítikin frá at fara til próvtøku, sbr. § 53. Avgerðin tekur m.a. støði í einum skrivligum tilmæli frá Sernámi ella øðrum serkønum  innan sernámsfrøðiliga økið um persónliga og fakliga førleika næmingsins, sbrt. fylgiskjali 1.

§ 10. Sjálvlesandi kann í seinasta lagi 25. februar skriva seg inn til próvtøku í summarpróvtøkuskeiðnum í einari ella fleiri lærugreinum. Mentamálaráðið lýsir alment, nær seinasta innskrivingarfreist er, og hvar og hvussu innskriving fer fram.

Stk. 2. Um ein lærugrein hevur fleiri tættir, eitt nú ein munnligan og ein skrivligan, fer  sjálvlesandi altíð til próvtøku í øllum tættum.

Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 2 kann skúlastjórin vísa sjálvlesandi til próvtøku í øðrum útbúgving­arstovni.

Stk. 4. Í ávísum lærugreinum skal sjálvlesandi hava tikið ella vera farin undir at taka  starvsstovuroyndir, ið eru kravdar sambært námsætlanini í teimum lærugreinum, sum hann innskrivar seg til próvtøku í.

§ 11. Skúlastjórin ger í samráð við Mentamálaráðið eina ætlan fyri lærugreinar, sum fremmandamæltur næmingur er førur fyri at fara til próvtøku í annaðhvørt í 9. ella 10. flokki.

Stk. 2. Næmingurin fer til próvtøku í próvtøkulærugreinunum, ið Mentamálaráðið velur í samráð við skúlastjóran.

Stk. 3. Á próvnum verður tilskilað, at talan er um serlig próvtøkuviðurskifti.

§ 12. Próvtakari, ið ikki kann fara til próvtøku  fyri sjúku ella av aðrari orsøk, sum próvtakarin er sakleysur í, skal hava møguleika fyri at fara til próvtøku skjótast gjørligt í sama próvtøkuskeiði.

Stk. 2. Frávera sbrt. stk. 1 skal fráboðast skúlanum sum skjótast.

Stk. 3. Um próvtøkan í einari lærugrein hevur ein ella fleiri tættir, har próvtal verður givið fyri hvønn tátt sær, fer próvtakarin bert til sjúkrapróvtøku í tí tátti av próvtøkuni, sum ikki er lokin, sbr. stk. 1. Hetta er eisini galdandi, um einstøku próvtølini eru partspróvtøl av einum samlaðum próvtali í lærugreinini.

Stk. 4. Skúlastjórin kann gera av, tá ið talan er um sjúku, at sjúkrapróvtøka verður framd við at leingja tíðarfreistir, sum eru ásettar, eitt nú í sambandi við verkætlanaruppgávu ella aðrar uppgávur, har innlatingarfreist er ásett. Mentamálaráðið skal hava fráboðan um hetta.

§ 13. Næmingur í 10. flokki kann fara til próvtøku í lærugreinum á 9. floksstigi, treytað av at hann hevur fylgt undirvísingini antin á 9. ella 10. floksstigi í avvarðandi lærugrein.

Stk. 2. Næmingur, ið gongur tvey ár á sama floksstigi, fer til próvtøku á viðkomandi floksstigi.

Kapittul 4

Próvtøkuhættir

§ 14. Próvtøkuhættirnir skulu sýna, at endamálið í 9. og 10. flokki verður rokkið.

Stk. 2. Próvtakararnir verða dømdir einsæris.

Stk. 3. Próvtøkurnar verða lagdar til rættis sum einstaklingapróvtøkur, um ikki annað er ásett í reglunum í námsætlanunum í teimum einstøku lærugreinunum.

§ 15. Tá ið próvtøkuhátturin verður lagdur til rættis, skulu hesir partar verða tiknir við:

1)   Próvtøkugrundarlag:

a)    Tilfar.

b)    Møguligt ískoytistilfari.

2)   Próvtøkugongd:

a)    Tíðarkarmur.

b)    Próvtøkuspurningar.

c)    Møgulig fyrireiking.

d)   Próvhoyring.

3)   Avriksháttur:

a)    Skrivligur.

b)    Munnligur.

c)    Verkligur.

d)   Samansetingar av a-c.

Stk. 2. Próvtøkan kann vera heilt ella lutvíst talgild viðvíkjandi próvtøkugrundarlagi, próvtøkugongd og svari.

Kapittul 5

Próvtøkuhald

§ 16. Munnligar og verkligar próvtøkur er almennar, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Skúlastjórin kann víkja frá ásetingunum í stk. 1, um serligar umstøður ella serlig atlit at próvtakara tala fyri tí. Harumframt kann skúlastjórin vegna plásstrot avmarka atgongdina til próvtøku­hølið.

Stk. 3. Tá ið próvtakari fer til munnliga próvtøku við støði í einum bólkaavriki, sbr. § 43, skulu hini í bólkinum, sum hava verið við til at framleiða avrikið, ikki vera til staðar í próvtøkuhølinum, fyrr enn viðkomandi sjálvir eru vorðnir próvhoyrdir og hava fingið próvtal.

Stk. 4. Ljóð- og myndaupptøka í fyrireikingar- ella próvtøkuhølunum er ikki loyvd til skrivligu og munnligu próvtøkurnar, uttan so at hesar upptøkur eru partar av próvtøkuni sambært ásetingunum í námsætlanini í einstøku lærugreinini.

§ 17. Próvtakari kann nýta talgildar hjálparmiðlar eins og allar aðrar hjálparmiðlar, ið hava verið brúktir í undirvísingini, sbr. stk. 5.

Stk. 2. Til skrivligu próvtøkuna kann próvtakarin í høvuðsheitinum nýta teldu, sbr. stk. 5, um ikki avmarkingar eru ásettar í námsætlanini í teimum einstøku lærugreinunum.

Stk. 3. Skúlin skipar fyri, at próvtakari ikki fær samskift við umheimin, meðan próvtøkan fer fram, uttan so, at samskiftið er partur av próvtøkuni sambært viðkomandi námsætlan.

Stk. 4. Mentamálaráðið ger leiðbeining um at nýta teldu og aðrar hjálparmiðlar til próvtøku.

Stk. 5. Skúlin ger ítøkiligar mannagongdir við støði í leiðbeining, sum Mentamálaráðið ásetir um viðurskifti í sambandi við at nýta teldu og aðrar miðlar til próvtøku.

§ 18. Próvtøka er byrjað, tá próvtøkuuppgávurnar verða býttar út, ella tá ið próvtakarin hevur tikið próvtøkuspurningin, fingið uppgávuna, uppgávu­orðingina, fyrireikingartilfar ella samsvarandi.

§ 19. Er illgruni um, meðan próvtøkan fer fram, ella tá ið eitt svar verður próvdømt, at próvtakari óreiðiliga hevur útvegað sær ella veitt øðrum hjálp, hevur latið arbeiðið hjá øðrum próvtakara inn sum sítt egna, nýtt annað tilfar, sum próvtakarin ikki sjálvur hevur framleitt undir próvtøkuni ella hevur brúkt hjálparmiðlar, sum ikki eru loyvdir, skal skúlastjórin hava fráboðan um hetta. Verður illgrunin staðfestur, og mett verður, at brotið kann hava ávirkan á próvdømingina, verður próvtakarin burturvístur frá avvarðandi próvtøku.

Stk. 2. Skúlastjórin kann vísa próvtakara burtur frá avvarðandi próvtøku, um viðkomandi hevur brotið próvtøkureglurnar, sbrt. § 8, stk. 4, nr. 7.

Stk. 3. Burturvísing frá próvtøku ella parti av próvtøku, sbrt. stk. 1 og 2 hevur við sær, at møgulig próvtøl í viðkomandi lærugrein fella burtur.

Stk. 4. Próvtakari, sum er burturvístur frá próvtøku sbrt. stk. 1 og 2, kann fara til endurpróvtøku næsta próvtøkuskeið í lærugreinini ella tí parti, har hann var burturvístur.

§ 20. Próvtøkurnar eru á føroyskum. Próvtøkurnar kunnu tó fara fram á øðrum máli, uttan so, at endamálið við próvtøkuni er at skjalprógva førleika próvtakarans í føroyskum.  Tað er ein fyritreyt, at próvtakari, próvhoyrari og próvdómari hava neyðugan førleika í avvarðandi máli.

§ 21. Skúlastjórin skal bjóða próvtakara, ið hevur skerdan virkisførleika, serligar próvtøkutreytir fyri at javnstilla hann við aðrar próvtakarar í próvtøkustøðuni. Tað er ein fortreyt, at tilboðið ikki hevur við sær, at próvtøkustøðið lækkar.

Stk. 2. Skúlastjórin tekur avgerð um hetta eftir tilmæli frá Sernámi ella øðrum serkønum  við sernámsfrøðiligum innliti og í samráð við næmingin, tey, ið hava foreldramyndugleikan, og Mentamálaráðið.

Skrivligar próvtøkur

§ 22. Skrivligar próvtøkur byrja og enda stundisliga sambært tíðaráseting Mentamálaráðsins.

§ 23. Próvtøkuhølið letur upp í seinasta lagi 30 minuttir, áðrenn próvtøkan byrjar.

Stk. 2. Skúlastjórin skal tryggja, at próvtakararnir hava hóskandi arbeiðsviðurskifti, meðan próvtøkan er.

Stk. 3. Skúlin skipar fyri, at navnaseðil, pappír o.a. er á borðinum hjá hvørjum próvtakara.

Stk. 4. Próvtakari hevur loyvdar hjálparmiðlar við til próvtøkuna.

Stk. 5. Skúlastjórin skal tryggja, at próvtøkurnar fara fram á slíkan hátt, at próvtakararnir ikki kunnu samskifta sínámillum, uttan so at samskiftið er partur av próvtøkuni.

§ 24. Hvørki próvtakari ella annar persónur, sum er í próvtøkuhølinum, kann taka uppgávueintak, uppgávusvar, kladdu ella hjálparpappír úr próvtøkuhølinum, fyrr enn próvtøkan er endaliga lokin sambært tíðaráseting Mentamálaráðsins.

Stk. 2. Telda og geymi, sum próvtakari hevur nýtt í sambandi við uppgávusvar, mugu ikki takast úr próvtøkuhølinum, fyrr enn próvtøkan er endaliga lokin sambært tíðaráseting Mentamálaráðsins.

§ 25. Skúlin ger við støði í leiðbeining Mentamálaráðsins ítøkiliga mannagongd um at lata inn talgild próvtøkuavrik, og hvussu tey verða send próvdómara og lærara.

§ 26. Skúlastjórin setur eftirlitsfólk eftir tørvi. Eftirlitsfólkini kunnu ikki veita hjálp í fakligum spurningum. Lærari kann ikki vera eftirlitsfólk hjá næmingum í einari lærugrein, har hann sjálvur undirvísir.

Stk. 2. Eftirlitsfólk skal fylgja próvtakara, um próvtakari noyðist at fara úr próvtøkuhølinum undir próvtøkuni.

Stk. 3. Fer próvtakari úr próvtøkuhølinum uttan loyvi ella uttan at fylgjast við eftirlitsfólki og hóast ávaring frá eftirlitsfólki móti hesum, verður uppgávusvarið mett sum ikki latið inn, og merkir hetta, at próvtøkan er slitin, og einki próvtal verður ásett.

Stk. 4. Skúlastjórin kann, tá hann metir grundgevingarnar vera nøktandi, loyva próvtakara, ið hevur slitið próvtøkuna, sbr. stk. 3, at fara til endurpróvtøku í tí parti ella teimum pørtum av samlaðu próvtøkuni, har slitið var framt.

§ 27. Próvtakarin skal sita á sínum plássi, tá ið próvtøkan byrjar.

Stk. 2. Próvtakari, ið ikki møtir ella kemur ov seint til eina skrivliga próvtøku, kann ikki krevja at sleppa til próvtøku. Skúlastjórin kann, um hann heldur, at próvtakarin hevur ikki havt møguleika at fingið upplýsingar um uppgávuna, og at seinkanin er stutt og nóg væl grundað, loyva próvtakaranum at sleppa til próvtøku. Próvtøkutíðin verður ikki longd.

Stk. 3. Skúlastjórin kann tó gera av, at próvtøkutíðin verður longd, verður hildið, at próvtakarin er ósekur í seinkanini. Mentamálaráðið skal hava fráboðan um hetta.

Stk. 4. Skúlastjórin kann gera av, at próvtakari, sum ikki møtir, kann fara til próvtøku næsta próvtøkuskeið, verður hildið, at næmingurin ikki hevur fingið neyðugar upplýsingar um próvtøkuhaldið.

§ 28. Tá ið próvtakari letur inn skrivligt avrik á pappíri, skal eitt eftirlitsfólk gjølla eftirkanna og tryggja, at hesi viðurskifti eru í lagi á øllum svarørkum, sum skulu próvdømast:

1)   Navn og próvtøkunummar skúlans,

2)   eyðkennisstrongur,

3)   at øll svarørk eru talmerkt leypandi,

4)   at øll ørk, sum skulu dømast, verða savnað fyri seg og koyrd í kápu, og

5)   at øll ørk, sum ikki skulu dømast, verða savnað fyri seg og beind burtur við próvtøkulok.

Stk. 2. Eftirlitsfólkið váttar við undirskrift, at øll viðurskifti sbrt. stk. 1 eru í lagi.

Stk. 3. Skúlastjórin hevur ábyrgd av, at skrivlig próvtøkuavrik verða send lærara og próvdómara til dømingar. Próvtøkuavrikini verða á tryggan hátt sambært ásetingum Mentamálaráðsins send sama dag, próvtøkan hevur verið, ella so skjótt sum til ber.

Munnligar próvtøkur

§ 29. Próvtakari, sum ikki møtir ella kemur ov seint til próvtøku, kann ikki krevja at sleppa til próvtøku.

Stk. 2. Skúlastjórin kann tó eftir skrivligari umsókn loyva próvtakara at fara til próvtøku seinni í próvtøkuskeiðnum, verður hildið, at seinkanin er nóg væl grundað.

§ 30. Próvtakarar verða ikki kunnaðir um talið á próvtøkuspurningum, hvussu spurningarnir eru orðaðir og um talið á spurningum í teimum einstøku pørtunum í próvtøkugrundarlagnum.

Stk. 2. Próvtakarin velur próvtøkuspurning millum tøl ella seðlar, ið vísa til ítøkiligar próvtøkuspurningar. Allir próvtøkuspurningar skulu við próvtøkubyrjan liggja frammi, uttan so at annað er tilskilað í námsætlanunum í teimum einstøku lærugreinunum.

Stk. 3. Einstaki próvtakarin skal hava í minsta lagi 4 próvtøkuspurningar at velja ímillum. Próvtøkuspurningurin verður latin próvtakaranum skrivliga, tá ið próvtakarin hevur tikið próvtøkuspurningin, sbr. stk. 2.

Stk. 4. Próvtøkuspurningarnir skulu breitt umboða tey førleikamálini, sum eru ásett í avvarðarandi námsætlan, ið er grundarlag undir próvtøkuni.

Stk. 5. Bæði próvdómari og próvhoyrari skulu

vera hjástaddir, tá ið próvtakarin velur próvtøkuspurning. Próvhoyrarin skal, meðan próvdómarin lýðir á, tryggja sær, at próvtakarin hevur skilt spurningin.

Stk. 6. Tá ið próvtal verður ásett í sambandi við munnliga ella verkliga próvtøku, skulu bara próvhoyrari og próvdómari vera hjástaddir. Skúlastjórin kann tó í samráð við avvarðandi próvhoyrara gera av, at ein ikki royndur lærari kann vera hjástaddur, meðan samráðst verður um at áseta próvtal.

Stk. 7. Tá ið próvtal fyri munnliga próvtøku­avrikið verður kunngjørt próvtakaranum, skal próvdómarin lýða á.

Próvtøkur uttanlands

§ 31. Næmingur, sum er staddur uttanlands, kann søkja Mentamálaráðið um loyvi at fara til próvtøku. Mentamálaráðið kann stíla fyri próvtøkuhaldi, um tað vegna sjúku, fíggjarligum ella verkligum orsøkum ikki er møguligt hjá próvtakara at fara til próvtøku í Føroyum. Mentamálaráðið ger avtalu við skúla ella annan samsvarandi stovn um próvtøkuhaldið, so próvtøkan verður hildin trygt og sambært reglunum í hesari kunngerð.

Stk. 2. Mentamálaráðið kann gera av, at próvtøka verður hildin umvegis internetið, eitt nú sum ljósvarp. Mentamálaráðið tilnevnir ella góðkennir eftirlitsfólk, ið skal vera statt hjá próvtakaranum, meðan próvtøkan fer fram. Próvhoyrari og próvdómari kunnu vera aðrastaðni, men teir skulu próvhoyra og próvdøma sambært reglunum í avvarðandi námsætlan.

§ 32. Mentamálaráðið kann rinda útreiðslur í sambandi við próvtøkuhald uttanlands, har ímillum útreiðslur til próvhoyrara og próvdómara.

Kapittul 6

Próvdómarar og próvhoyrarar

§ 33. Mentamálaráðið tilnevnir próvdómarar bæði til munnligar og skrivligar próvtøkur við støði í upplýsingum frá skúlunum.

Stk. 2. Mentamálaráðið tilnevnir próvdómarar til munnligu próvtøkuna í nøkrum próvtøkulærugreinum, meðan skúlin sjálvur setur próvdómarar í hinum munnligu próvtøkulærugreinunum, sbr.§ 4, stk. 2 og 4.

Stk. 3. Mentamálaráðið tilnevnir til skrivliga próvtøku ein próvdómara til hvønn flokk ella bólk.

Stk. 4. Mentamálaráðið kann tilnevna aðrar próvdómarar enn teir, sum undirvísa í fólkaskúlanum.

Stk. 5. Mentamálaráðið áleggur próvdómarum próvdómarauppgávur.

§ 34. Skúlastjórin hevur ábyrgd av, at upplýsingar sbrt. § 34, stk. 2 um lærarar, sum kunnu gerast próvdómarar, eru rættir.

Stk. 2. Vanlig fortreyt fyri at hava próvdómaraførleika í einari lærugrein er, at lærari hevur undirvíst í lærugreinini á tí stigi, hann skal próvdøma, ella at hann áður hevur próvhoyrt í lærugreinini.

Stk. 3. Mentamálaráðið kann við støði í ítøkiligari meting víkja frá ásetingunum í stk. 2.

§ 35. Próvdómari kann ikki vera lærari í tí skúla, har hann próvdømir.

§ 36. Um tilnevndur próvdómari brádliga fær forfall, ella líknandi støða tekur seg upp, tilnevnir Mentamálaráðið í samráð við skúlan annan próvdómara, ið lýkur krøvini sbrt. §§ 34 og 35.

§ 37. Tá ið munnliga avrikið hjá próvtakara verður dømt, døma próvhoyrari og próvdómari, uttan so at annað er ásett í reglunum um tær einstøku próvtøkurnar.

Stk. 2. Tá ið skrivliga próvtøkuavrikið hjá próvtakara verður dømt, døma lærari floksins ella bólksins og próvdómari, sum Mentamálaráðið hevur tilnevnt, uttan so at annað er ásett í reglunum um tær einstøku próvtøkurnar.

Stk. 3. Próvtøl fyri próvtøkuavrik próvtakaranna verða skrivað á próvtalslista.

Stk. 4. Við próvtøkulok í øllum munnligum lærugreinum undirskriva próvdómari og próvhoyrari eitt oyðublað, har allir próvtøkuspurningar standa. Undirskrivaða oyðublaðið verður latið skúlastjóranum at hava í varðveitslu.

Stk. 5. Mentamálaráðið ger próvtalslista og oyðublað sbrt. stk. 3 og 4.

§ 38. Til munnligu próvtøkuna sendir lærarin próvdómaranum próvtøkuspurningarnar saman við møguligum fylgiskjølum. Próvtøkuspurningar og møgulig fylgiskjøl, t.d. ólisnir tekstir, skulu vera próvdómaranum í hendi í seinasta lagi 7 dagar undan próvtøkuni.

§ 39. Í sambandi við munnligu próvtøkuna skal próvdómarin:

1)   Tryggja, at próvtøkan er í samsvari við mál og krøv í námsætlanini í avvarðandi lærugrein,

2)   hjálpa til og ansa eftir, at próvtøkan fer fram sambært galdandi reglum,

3)   hjálpa til og ansa eftir, at próvtakararnir fáa eina einsháttaða og rættvísa viðferð, og at avrik verður dømt álítandi og sambært reglunum um próvtalsgeving og

4)   tryggja, at ásettu tíðarfreistirnar verða hildnar.

Stk. 2. Próvdómari kann seta próvtakara dýpandi spurningar.

Stk. 3. Próvdómari skal til egna nýtslu gera uppskriftir um próvtøkugongd, próvtøkuavrik og próvtal hjá einstaka próvtakaranum.

Stk. 4. Próvhoyrari skal til egna nýtslu skriva upp stikkorð um próvtøkuavrik og ásetan av próvtali hjá einstaka próvtakaranum.

Stk. 5. Uppskriftir og stikkorð, sum ávikavist próvdómari og próvhoyrari hava skrivað sbrt. stk. 3 og 4, skulu nýtast, um kært verður um próvtal ella í sambandi við møguliga ósemju um at áseta próvtal, sbr. kap. 11.

Stk. 6. Próvdómari og próvhoyrari skulu goyma uppskriftir og stikkorð í eitt ár.

Stk. 7. Staðfestir próvdómari, ella hevur hann illgruna um, at krøvini sbrt. stk. 1 ikki eru lokin, ella gevur próvhoyringin illgruna um, at undirvísingin ella vegleiðingin hevur ikki verið nøktandi, verður próvtøkan kortini hildin, men próvdómari skal eftir próvtøkulok skriva frágreiðing til skúlastjóran, sum sendir frágreiðing­ina víðari til Mentamálaráðið.

Stk. 8. Mentamálaráðið kann heita á próvdómara um at geva ráðnum skrivliga frágreiðing um próvtøkugongd og próvtøkuúrslit.

§ 40. Lærarin, sum hevur ábyrgd av undirvísingini hjá einstaka næminginum, er próvhoyrari til munnligu próvtøkuna, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Lærari floksins ella bólksins í avvarðandi próvtøkulærugrein ger próvtøkuspurningar til munnligu próvtøkuna.

Stk. 3. Hevur stuðulslærari havt ábyrgd av undirvísingini, er stuðulslærarin próvhoyrari.

Stk. 4. Í serligum førum, m.a. um próvhoyrari hevur forfall vegna sjúku, kann skúlastjórin í samráð við Mentamálaráðið tilnevna annan próvhoyrara.

Kapittul 7

Mannagongdir í sambandi við skrivligar uppgávur og uppgávusvar

§ 41. Mentamálaráðið sendir skúlanum próvtøkuuppgávur í innskrivaðum brævi ella á annan fulltryggan hátt.

Stk. 2. Skúlastjórin hevur ábyrgd av at eftirkanna, at upplýsingarnar á brævbjálvunum við próvtøkuuppgávunum, eru í samsvari við umbøn skúlans. Er ikki samsvar, skal Mentamálaráðið beinanvegin hava fráboðan um hetta.

Stk. 3. Skúlin skal goyma brævbjálvarnar við uppgávunum á tryggum stað, so eingin óviðkomandi hevur atgongd til próvtøkuuppgávurnar.

Stk. 4. Brævbjálvarnir verða latnir upp í próvtøkuhølinum ásettu tíðina á einstaka brævbjálvanum. Skúlastjórin ella annað fólk, ið skúlastjórin gevur hesa heimild, letur brævbjálvarnar upp.

 

§ 42. Skrivligu próvtøkuavrikini hjá próvtakarunum verða sum skjótast á tryggan hátt  send lærara floksins ella bólksins og próvdómaranum.

Stk. 2. Saman við próvtøkuavrikunum sendir skúlin lærara og próvdómara próvtalslista og uppgávusett.

Stk. 3. Mentamálaráðið ger leiðbeining um talgilda innlating og um at senda próvtøkuavrik talgilt.

Kapittul 8

Døming

§ 43. Allar próvtøkur verða dømdar einsæris, eisini tá ið talan er um bólkapróvtøku.

§ 44. Tá ið munnligt próvtøkuavrik er dømt, verður úrslitið beinanvegin kunngjørt próvtakaranum.

Stk. 2. Próvhoyrari og próvdómari døma próvtøkuavrikið í felag. Próvdómarin sigur sína døming fyrst. Bara próvhoyrari og próvdómari eru hjástaddir, tá ið munnligar og verkligar próvtøkur verða próvdømdar, sbr. tó § 30, stk. 6.

Stk. 3. Próvdómarin lýður á, tá ið próvtalið og grundgeving fyri ásetta próvtalinum verða kunngjørd próvtakaranum.

Stk. 4. Próvtalið hjá hvørjum próvtakara verður skrivað á próvtalslista.

Stk. 5. Við próvtøkulok í hvørjari próvtøkulærugrein hjá flokki ella bólki dagfesta og undirskriva próvhoyrari og próvdómari próvtalslistan, sum verður latin skúlastjóranum.

Stk. 6. Próvhoyrari og próvdómari vátta við undirskrift, at próvtølini eru røtt.

Stk. 7. Mentamálaráðið ger próvtalslista.

§ 45. Lærari floksins ella bólksins og próvdómari, ið Mentamálaráðið tilnevnir, døma skrivligu próvtøkuavrikini.

Stk. 2. Tá ið próvdómari hevur rættað próvtøkuavrikini og gjørt uppskot til próvtøl, undirskrivar hann próvtalslistan, sum í teldubrævi verður sendur skúlastjóranum í tí skúla, har hann er tilnevndur próvdómari.

Stk. 3. Tá ið lærarin hevur rættað próvtøkuavrikini og gjørt uppskot til próvtøl, undirskrivar hann próvtalslistan, sum hann letur skúlastjóranum.

Stk. 4. Skúlastjórin samanber uppskotini um próvtøl hjá ávikavist lærara og próvdómara soleiðis:

1)   Er uppskot til próvtal tað sama hjá lærara og próvdómara, verður hetta próvtalið ásett sum endaliga próvtalið.

2)   Er uppskotið til próvtal hjá lærara og próvdómara eitt próvtal á muni, verður tað uppskot próvdómarans, ið verður ásett sum endaliga próvtalið.

3)   Er uppskotið til próvtal tvey ella meira enn tvey próvtøl á muni, skulu lærari floksins ella bólksins og próvdómari koma ásamt um felags próvtal. Koma lærari og próvdómari ikki ásamt um felags próvtal, verður endaliga próvtalið ásett sum eitt miðaltal av uppskoti lærarans og uppskoti próvdómarans. Er miðaltalið ikki eitt tal á prótalsstiganum, verður próvtalið tað tal á próvtalsstiganum, sum liggur næst miðaltalinum.

Stk. 5. Mentamálaráðið ásetir, nær skrivligu próvtølini í seinasta lagi skulu vera ásett.

Kapittul 9

Prógv

§ 46. Skúlastjórin skrivar út prógv og skjalváttanir í sambandi við próvtøku.

Stk. 2. Mentamálaráðið ger próvskjal við atliti at stødd, sniði og innihaldi umframt ásetingar um tær upplýsingar, sum skulu standa í próvnum.

§ 47. Í próvnum verða serligar próvtøkutreytir ikki upplýstar, sbr. tó §§ 11 og 21 og fylgiskjal 1.

§ 48. Bert eitt frumprógv verður skrivað fyri eina samlaða próvtøku ella skjalváttan fyri stakgreinapróvtøku. Skúlastjórin kann eftir umbøn skriva út avrit av einum prógvi, um frumprógvið er horvið. Tilskilast skal, at talan er um avrit.

Stk. 2. Skúlastjórin kann skriva út nýtt frumprógv, sbrt. § 60, stk. 5, verður gamla frumprógvið latið skúlanum og síðani burturbeint.

§ 49. Næmingur, sum gevst í útbúgvingini, hevur rætt til at fáa útflýggjað skjalváttan fyri tær einstøku próvtøkurnar, hann hevur lokið, umframt skjalváttan fyri seinastu árs- ella støðumetini.

§ 50. Skúlin skal goyma prógv og skjalváttanir hjá næmingum umframt próvtøl og støðu- og ársmet í 30 ár.

Stk. 2. Verður skúli lagdur niður ella lagdur  saman við øðrum skúla, skal skúlin lata Føroya Landsskjalasavni upplýsingarnar sbrt. stk. 1.

§ 51. Øll talmet, har ímillum støðumet, ársmet og próvtøl, verða latin Mentamálaráðnum sambært ásetingum Mentamálaráðsins.

§ 52. Prógv kann innihalda upplýsingar um avriksflutning. Dømingin fyri møguligan avriksflutning verður tilskilað sum próvtal.

§ 53. Skúlastjórin skrivar næmingi, sum ikki megnar fakligu krøvini í einari lærugrein og tí verður frítikin fyri at fara til próvtøku,  støðumetingarskjal, sbr. § 9, stk. 5 og § 62, stk. 1.

Stk. 2. Skúlastjórin tekur í samráð við avvarðandi lærara, næmingin og tey, ið hava foreldramyndugleikan, avgerð um, hvat støðumetingarskjalið skal fevna um í mun til úrtøku og avrik næmingsins. Mentamálaráðið ger frymil til støðumetingarskjal.

Kapitul 10

Skeivleikar ella brek í próvtøkum

§ 54. Verður skúlin í sambandi við skrivliga próvtøku varugur við skeivleika ella brek í einum uppgávuraði, skal skúlin beinanvegin boða Mentamálaráðnum frá hesum. Mentamálaráðið tekur við støði í einari ítøkiligari meting støðu til atgerðir at minka um avleiðingarnar av skeivleika ella breki.

Stk. 2. Kann skeivleiki ella brek elva til stórar misskiljingar og minka um møguleikan hjá próvtakarunum at svara uppgávuraðnum, ger Mentamálaráðið av, hvørt próvtøkan skal ógildast.

Stk. 3. Verður próvtøkan ógildað, fara allir próvtakarar til endurpróvtøku, og próvtalið frá endurpróvtøkuni verður endaliga próvtalið.

§ 55. Verður skúlin í sambandi við munnliga próvtøku varugur við skeivleika ella brek í próvtøkuni, ger skúlastjórin av, um skeivleikin ella brekið eru so týðandi, at umdøming skal fara fram. Mentamálaráðið skal beinanvegin hava fráboðan um hetta.

Stk. 2. Hava fleiri próvtakarar verið fyri sama skeivleika ella breki, skulu allir próvtakarar, sum eru fevndir av skeivleikunum ella brekunum, hava sama tilboð um umdøming. Mentamálaráðið tekur avgerð í málinum.

Stk. 3. Er talan um stórar skeivleikar og brek í sambandi við próvtøku, kann Mentamálaráðið  ógilda próvtøkuna, og próvtakararnir fara til endurpróvtøku.

Stk. 4. Próvtøl, sum próvtakarar fáa til endurpróvtøku sbrt. stk. 3, eru endalig.

Stk. 5. Umdøming, sum er elvd av skeivleika ella breki, kann ikki enda við einum lægri próvtali, uttan so er, at talan er um endurpróvtøku.

Kapittul 11

Kærur um próvtøku

§ 56. Næmingur ella tey, ið hava foreldramyndugleika, kunnu kæra viðurskifti í sambandi við próvtøku har ímillum um próvtøl og ársmet, sum telja við sum próvtøl. Kæran verður latin skúlastjóranum og skal vera grundgivin.

Stk. 2. Kæran skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at próvtøkuúrslitið er kunngjørt próvtakaranum.

Stk. 3. Kærarin fær útflýggjað avrit av próvtøkuuppgávuni ella próvtøkugrundarlagnum, sum hann hevur viðgjørt og svarað. Er talan um skrivligt próvtøkuavrik fær kærarin útflýggjað avrit av egnum próvtøkuavriki.

Stk. 4. Kæra um munnligt ella skrivligt próvtal kann hava við sær, at ásetta próvtalið verður hækkað, lækkað ella staðfest.

§ 57. Kært verður persónliga, og kæran skal ítøkiliga lýsa veruligu umstøðurnar, ið sambært fatan kærarans eru orsøk til, at kæran eigur at verða gingin á møti. Kæran kann snúgva seg um:

1)   Próvtøkugrundarlagið, t.d. próvtøkuspurningar og próvtøkuuppgávur, í mun til krøv og mál í námsætlanini í avvarðandi lærugrein.

2)   Próvtøkugongdina og

3)   dømingina.

Stk. 2. Hevur Mentamálaráðið gjørt uppgávuna til próvtøkuna, ið kært verður um, sendir skúlastjórin Mentamálaráðnum kæruna um próvtøkugrundarlagið, sbrt. stk. 1, nr. 1, og tekur Mentamálaráðið avgerð í málinum við støði í fakligari ráðgeving.

§ 58. Skúlastjórin avger, um kærumál sbrt. § 57, stk. 1 skal viðgerast, ella um tað verður víst aftur. Afturvísing skal vera skrivlig og grundgivin.

Stk. 2. Tekur skúlastjórin avgerð um, at kæran verður víst aftur, kann kærarin umvegis skúlastjóran kæra málið til Mentamálaráðið innan 7 dagar eftir, at afturvísingin er kunngjørd kæraranum. Skúlastjórin sendir Mentamálaráðnum sítt tilmæli saman við kæruni.

§ 59. Tekur skúlastjórin avgerð um, at kæran skal viðgerast, letur hann kæruna beinanvegin til  avvarðandi partar. Tá ið tað snýr seg um skrivliga próvtøku, letur skúlastjórin kæruna til  próvhoyrara og próvdómara, og tá ið tað snýr seg um munnliga próvtøku til próvhoyrara og próvdómara. Próvhoyrari og próvdómari skulu innan 7 dagar frá tí, teir hava fingið kæruna frá skúlastjóranum, gera eina fakliga meting umframt eina felags niðurstøðu í kærumálinum.

Stk. 2. Skúlastjórin sendir fakligu metingina og niðurstøðuna til kæraran, sum fær høvi til innan 7 dagar at gera møguligar viðmerkingar.

Stk. 3. Við støði í frágreiðingunum og møguligum viðmerkingum, sbrt. stk. 1 og 2, avger skúlastjórin, um kæran skal viðgerast ella verður víst aftur. Avgerðin hjá skúlastjóranum skal vera skrivlig og grundgivin. Skúlastjórin sendir próvtakara, próvhoyrara og próvdómara fráboðan um avgerðina.

§ 60. Tekur skúlastjórin avgerð um, at kæran skal viðgerast víðari, sendir hann Mentamálaráðnum kæruna hjá próvtakaranum saman við grundgeving síni, frágreiðing frá próvhoyrara og próvdómara um próvtøkuna og møguligar viðmerkingar frá kæraranum.

Stk. 2. Snýr kæran seg um at áseta próvtal í sambandi við skrivliga próvtøku, sendir skúlastjórin Mentamálaráðnum alt tilfar í kærumálinum, sbrt. stk. 1, so umdøming kann fara fram. Mentamálaráðið tilnevnir síðani ástøðufólk, sum við støði í øllum tilfarinum í kærumálinum ásetir próvtal. Próvtalið, sum ástøðufólkið ásetir, skal vera grundgivið og er endaligt.

Stk. 3. Snýr kæran seg um at áseta próvtal í sambandi við munnliga próvtøku, tekur Mentamálaráðið við støði í øllum tilfarinum í kærumálinum støðu til kæruna. Mentamálaráðið avger, um endurpróvtøka skal verða boðin kæraranum, ella um kæran verður víst aftur.

Stk. 4. Verður endurpróvtøka sbrt. stk. 3 boðin kæraranum, tilnevnir Mentamálaráðið nýggjan próvdómara, og endurpróvtøka verður framd so skjótt sum til ber.

Stk. 5. Meðan kærumál verður viðgjørt, skal skúlin hava frumprógvið í varðveitslu. Ber umdøming ella endurpróvtøka í sær, at próvtal verður broytt, útskrivar skúlastjórin nýtt prógv, og gamla frumprógvið verður burturbeint.

Stk. 6. Umdøming og endurpróvtøka kann hava við sær, at próvtalið verður hækkað, lækkað ella verður tað sama, sum fyrr ásett.

Kapittul 12

Aðrar reglur

§ 61. Skúlin skal goyma skrivlig próvtøkuavrik í 30 ár, og skal tilfarið síðani latast Føroya Landsskjalasavni í varðveitslu.

Stk. 2. Mentamálaráðið hevur rætt til í navnleysum líki at nýta øll skrivlig próvtøkuavrik í sambandi við m.a. gransking, námsfrøðiligt arbeiði og námsfrøðiliga útbúgving.

§ 62. Mentamálaráðið kann eftir skrivligari umsókn frá skúlastjóra loyva frávik frá áseting­unum í hesi kunngerð, tá ið umsóknin er grundað á serlig næmingaviðurskifti.

Stk. 2. Mentamálaráðið kann eftir skrivligari umsókn loyva frávik frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá ið talan er um royndar- og menningarvirksemi, ið hevur eitt greitt lýst endamál og undirvísingargrundarlag.

Stk. 3. Loyvi sambært stk. 1 og 2 mugu ikki minka um møguleikarnar hjá næmingi, sum loyvið fevnir um, at søkja inn á vinnu- og miðnámsútbúgvingar.

Kapittul 13

Gildiskoma

§ 63. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri  próvtøkur í 9. flokki, sum fara fram eftir 1. august 2012 og fyri  próvtøkur í 10. flokki, sum fara fram eftir 1. august 2013.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 22 frá 14. mai 2008 um próvtøkur fólkaskúlans.

 

 

 

Mentamálaráðið, 28. februar 2013

 

Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)

 

 

 

Fylgiskjal 1

 

Næmingur, ið hevur skerdan virkisførleika, sbrt. § 21, stk. 1 og 2

1. Serlig fyriskipað próvtøka

a)    Skúlastjórin skal bjóða næmingi, sum hevur skerdan virkisførleika, eina serliga fyriskipaða próvtøku.

b)    Fyriskipanin kann fevna um próvtøkuhættir og karmar fyri próvtøkuna,  m.a. at nýta serligar hjálparmiðlar, eyka tíð og ella øðrvísi uppgávur.

c)    Hóast serligar fyriskipanir verður hildið fast við endamálið við próvtøkuni og at fakliga støðið ikki verður broytt. Um ein partur av próvtøkutilfarinum skal tillagast, skal annað koma í staðin, sum lýkur sama mál og støði.

d)   Ítøkiligari meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, og kann talan vera um at nýta hesar hjálparmiðlar:

1.    Eyka tíð

2.    Hjálp til at lesa

3.    Rættstavara

4.    Orðabanka

5.    CD-orð

6.    Skanning/tala

7.    Talgildur upplestur

8.    Tala til tekst

9.    Punktskrift

10.  Stórskrift

11.  Verklig hjálp

12.  Taktilir hjálparmiðlar

13.  Lummaroknari við upplestri

14.  Hjálpartól, sum styrkja talu og skerja óljóð (t.d. Comfort Audio)

15.  Tulkur, teknmál og/ella munn/hond skipanin

16.  Steðgir

17.  Hjálparforrit og

18.  Samsvarandi hjálparmiðlar

 

e)    Próvtøkan verður fyriskipað eftir somu treytum, sum undirvísingin hevur verið løgd til rættis eftir, og skal endurspegla undirvísingartilgongdina hjá næminginum.

 

2. Mannagongdir

a)    Flokslærarin  metir í samráð við hinar lærararnar, um  næmingur hevur tørv á serligari fyriskipan í einari  ella fleiri próvtøkulærugreinum. Tey, sum hava  foreldramyndugleikan og næmingurin verða kunnað um niðurstøðuna og um møguleikarnar hjá næminginum at fara til próvtøku eftir serligari fyriskipan.

b)    Ynskir næmingur at fara til próvtøku eftir serligari fyriskipan, letur flokslærarin  skúlastjóranum eina tilráðing um, hvussu próvtøkan kann verða skipað.

c)    Grundað á tilmæli  flokslærarans og í samráð við tey, ið hava foreldramyndugleikan, og lærararnar  í viðkomandi lærugreinum, tekur skúlastjórin avgerð um serligu fyriskipanina. Serlig fyriskipan kann eisini vera grundað á eina námsfrøðiliga-sálarfrøðiliga meting, um næmingur vegna trupulleikar ikki kann fáa próvtøkuúrslit, sum endurspegla hansara fakliga støði. Onnur sernámsfrøðilig meting kann eisini verða nýtt.

d)   Avgerð um próvtøkur eftir serligari fyriskipan skal vera tikin fyri 1. februar fyri próvtøkurnar í mai-juni mánaði sama árið.

 

3. Próvdøming

a)    Próvdømingin skal fylgja somu meginreglum og vera á sama fakliga støði, sum galdandi er fyri hinar næminganar. Próvdómarin skal vera tann sami sum hjá hinum næmingum. Í sambandi við skrivliga próvtøku, har næmingur hevur nýtt ávíst hjálpartól, kann tó verða neyðugt, at lærari við serkunnleika innan økið próvdømir.

b)    Skúlin søkir Mentamálaráðið  um at útvega serligar uppgávur til næmingar við serligum tørvi. Umsókn verður send  fyri 1. februar til próvtøkurnar í mai-juni mánaði sama árið.

 

 

 

Fylgiskjal 2

 

Frítøka ella lutvís frítøka frá at fara til próvtøku sbrt. § 53, stk. 1 og 2 og sbrt. § 9, stk. 5.

 

1. Frítøka grundað á munandi skert virkisføri

a)    Skúlastjórin ger av, um  næmingur í serligum føri kann verða frítikin fyri at fara til próvtøku í einari ella fleiri lærugreinum  ella í parti av lærugrein, sum hevur fleiri tættir. Avgerðin verður tikin við støði í eini meting um, í hvønn mun næmingurin ikki kann fara til próvtøku sbrt. § 21 og við atliti at nr. 1-3 í fylgiskjali 1.

b)    Treyt fyri frítøku er, at støða verður tikin til, um næmingurin kundi farið til próvtøku sbrt. § 21 og nr. 1-3 í fylgiskjali 1, og at støða samstundis verður tikin til, hvussu úrtøka næmingsins møguliga kann eftirmetast á annan hátt.

c)    Heldur flokslærari eftir samráð við hinar lærararnar, at tað ikki er gagnligt fyri næmingin at fara til próvtøku, verða næmingurin og tey, ið hava foreldramyndugleikan, kunnað um møguleikan fyri frítøku í einari ella fleiri lærugreinum. Samstundis  verða løgd fram uppskot  um aðrar møguleikar at eftirmeta úrtøkuna av undirvísingini hjá næminginum.

d)   Flokslærarin letur skúlastjóranum tilráðingina um annan eftirmetingarhátt.

e)    Grundað á tilráðing frá flokslærara og í samráð við tey, ið hava foreldramyndugleikan, og lærararnar í ávísu lærugreinunum tekur skúlastjórin avgerð um frítøku frá próvtøku. Avgerðin kann eisini verða tikin eftir tilmæli frá Sernámi ella øðrum serkønum við sernámsfrøðiligum innliti.

f)    Avgerð um frítøku frá próvtøkum skal vera tikin í seinasta lagi 1. mai fyri próvtøkurnar í mai-juni mánaði sama árið.

 

2. Onnur viðurskifti
2.1.Vavið á frítøku.
Skúlastjórin ger av saman við næmingi, teimum, sum hava foreldramyndugleikan, og lærarum í avvarðandi lærugreinum, hvat frítøkan fatar  um.

 

2.2. Onnur eftirmeting enn próvtøka.
Støða verður samstundis  tikin til, á hvørjum øðrum grundarlagi úrtøkan hjá næminginum verður eftirmett. Eftirmetingin, sum verður í staðin fyri próvtøku, fer fram í próvtøkutíðarskeiðnum.

 

2.3. Prógvið.
Á próvnum verða bara  tilskilaðar upplýsingar um frítøku í kravdum próvtøkulærugreinum ella partar av próvtøkulærugreinunum. Verður næmingur frítikin fyri lærugreinar, sum ikki eru kravdar próvtøkulærugreinar, og sum Mentamálaráðið ikki hevur tikið út til próvtøku, verður á próvnum einki tilskilað um frítøku.