Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2012Nr. 153
Kunngerð um loðsing, gjøld o.a., sum broytt við kunngerð nr. 122 frá 26. juli 2019
Við heimild í § 3, stk. 2, § 7, stk. 3, og § 10, stk. 3 í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing, verður ásett:
Kapittul 1
Allýsingar
§ 1. Í hesi kunngerð merkir:
1) Loðspunkt: Ein knattstøða, haðani loðsingin byrjar, og har loðsskyldug skip skulu steðga á fyri at bíða eftir loðsbáti, ið skal seta loðsin umborð á skipið.
2) Fráboðanarpunkt: Ein knattstøða uttari enn loðspunktið, har loðsskyldug skip skulu seta seg í samband við loðsstøðina fyri at fáa nágreiniliga siglingarleiðbeining inn til sjálvt loðspunktið.
3) Loðsstøð: Tann kommuna, sum hevur ábyrgdina av at útinna loðsing inn og út úr havn ella red.
4) ETA: Estimated Time of Arrival, t.e. nær loðsskylduga skipið væntandi kemur til avvarðandi loðspunkt.
5) Red: Pláss, har skip ankra upp uttan fyri ávísa havn.
6) Loðslógin: Løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing.
7) Umboðsmaður: Persónur ella felag í Føroyum, sum umboðar eitt loðsskyldugt skip, og sum er beinleiðis gjaldsskyldugur fyri loðsgjald o.a. sambært hesi kunngerð.
8) Reiðari: Eigarin av loðsskylduga skipinum, ella annar persónur ella felag, sum eigarans vegna rekur loðsskylduga skipið, og sum er beinleiðis gjaldsskyldugur fyri loðsgjald o.a. sambært hesi kunngerð.
Kapittul 2
Loðs- og fráboðanarpunkt
§ 2. Fyri havnir, ið kunnu vænta at móttaka loðsskyldug skip, verða ásett eitt ella fleiri loðspunkt umframt fráboðanarpunkt fyri ávísar havnir, sbr. fylgiskjalið 1 til hesa kunngerð og viðkomandi sjókort.
Stk. 2. Loðspunktini verða nevnd Loðspunkt Alfa, Loðspunkt Bravo o.s.fr., meðan fráboðanarpunktini verða nevnd Fráboðanarpunkt til Loðspunkt Alfa, Fráboðanarpunkt til Loðspunkt Bravo, o.s.fr.
Stk. 3. Loðs- og fráboðanarpunkt kunnu vera felags fyri fleiri havnir.
Kapittul 3
Umbøn um loðs
Tíðarfreistir við komu
§ 3.1) Loðsskyldug skip, sum eru ávegis til havn ella red, skulu í seinasta lagi 18 tímar áðrenn ETA biðja um loðsing frá avvarðandi loðsstøð, sum útvegar neyðugu loðstænastuna.
Stk. 2. Loðsskylduga skipið skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 4 tímar áðrenn ETA boða loðsstøðini frá broytingum í ETA.
Tíðarfreistir við fráferð
§ 4. Loðsskyldug skip, sum skulu úr havn ella red, skulu biðja viðkomandi loðsstøð um loðsing í seinasta lagi 6 tímar áðrenn ætlaða fráferð.
Stk. 2. Broytingar í fráferðini skulu fráboðast loðsstøðini skjótast gjørligt og í seinasta lagi 2 tímar áðrenn upprunaliga fráboðaðu fráferðina.
Upplýsingar, ið skulu fylgja við umbøn um loðs
§ 5. Tá ið skip, sum eru ávegis í havn ella red, biðja um loðs, skulu hesar upplýsingar fylgja við umbønini:
1) Navnið á loðsskylduga skipinum, kallibókstavir og møguligt IMO-nummar,
2) bruttotons (BT), longd, breidd og dýpd á skipinum,
3) hvørja havn ella red, skipið er ávegis til,
4) ETA,
5) hvørjari havn ella red, skipið er ávegis úr,
6) slag av farmi umborð,
7) upplýsingar um mannereringarevni hjá skipinum, undir hesum maskinkraft og bógskrúvu, og møguligar avmarkingar og brek hesum viðvíkjandi,
8) kontaktupplýsingar hjá tí, ið biður um loðs, og
9) nágreiniligar upplýsingar um, hvør er gjaldskyldugur fyri loðsingina.
Stk. 2. Tá ið skip, sum skulu úr havn ella red, biðja um loðs, skulu upplýsingarnar, nevndar í stk. 1, pkt. 1, 3, 6, 7, 8 og 9 fylgja við umbønini.
Kapittul 4
Útinnan av loðsingini
Loðsing frá loðspunkti
§ 6. Loðsskyldug skip skulu loðsast frá tí í § 2 ásetta loðspunktinum fyri viðkomandi havn, sbr. tó §§ 7-10.
Loðsing frá innara loðspunkti
§ 7. Um tað orsakað av veðurlíkindum ikki verður mett trygdarliga ráðiligt at senda loðsbát út til tað eftir § 2 ásetta loðspunktið fyri viðkomandi havn, kann loðsstøðin í einstaka førinum áseta eitt innara loðspunkt, og umvegis radiosamband og møguliga aðra egnaða samskiftisútgerð, nágreiniliga leiðbeina skipið í, hvussu siglt verður til innara loðspunktið.
Loðsing frá loðsbáti
§ 8. Um tað orsakað av veðurlíkindum ella øðrum viðurskiftum ikki verður mett trygdarliga ráðiligt at seta loðsin umborð á skipið á einum innara loðspunkti, ásett eftir § 7, kann loðsurin í samráð við loðsstøðina avgera at fremja loðsingina frá loðsbátinum, sum siglir framman fyri skipið.
Loðsing umvegis radiosamband o.a.
§ 9. Er veðrið so mikið vánaligt, at loðsstøðin ikki metir tað trygdarliga ráðiligt at senda loðsbát út ímóti skipinum, ella eru aðrar serligar umstøður, ið forða fyri, at loðsingin kann fremjast frá loðsbáti, kann loðsstøðin, tó bert um tað verður mett trygdarliga ráðiligt, loðsa skipið inn umvegis radiosamband og møguliga aðra egnaða samskiftisútgerð.
Útseta loðsingina
§ 10. Forða verðurlíkindini ella aðrar serligar umstøður fyri, at loðsingin kann fremjast á ein trygdarliga ráðiligan hátt, skal loðsstøðin ávísa loðsskylduga skipinum eitt trygt pláss at liggja og bíða, til loðsingin kann fremjast.
Kapittul 5
Fráboðanarskyldan hjá loðsum
Til loðsskylduga skipið
§ 11. Skyldan hjá loðsum sambært § 10, stk. 1 í løgtingslóg um havnaloðsing at boða loðsaða skipinum frá ymiskum viðurskiftum, fevnir um:
1) Upplýsingar um innanoyggja siglingarleiðir og bannað siglingarøki,
2) viðkomandi IMO-tilmæli,
3) vantandi ella skeivar uppmerkingar í sjóøkinum ella sjókortum,
4) avleiðingar av breki við loðsaða skipinum ella útgerðini umborð,
5) viðurskifti viðvíkjandi sjálvari siglingini,
6) viðurskifti av týdningi fyri umhvørvið sambært havumhvørvislóggávuni,
7) fyriskipan av siglingini, og
8) aðra kunning av týdningi fyri siglingina og loðsingina.
Stk. 2. Loðsurin skal boða frá teimum í stk. 1 nevndu viðurskiftum, so skjótt hann er komin umborð á skipið, ella gerst varugur við nevndu viðurskifti.
Til avvarðandi myndugleikar
§ 12. Skyldan hjá loðsum sambært § 10, stk. 2 í løgtingslóg um havnaloðsing at boða avvarðandi myndugleikum frá ymiskum viðurskiftum viðvíkjandi loðsaða skipinum og sjóferðsluni í økinum annars fevnir um:
1) Brot á IMO-tilmæli,
2) vantandi ella skeivar uppmerkingar í sjóøkinum og sjókortum,
3) brek og manglar við loðsaða skipinum,
4) ólógliga sigling,
5) vandamiklar støður (near-miss),
6) viðurskifti av týdningi fyri umhvørvið sambært havumhvørvislóggávuni, og
7) aðra kunning av týdningi fyri samfelagið, havumhvørvið ella trygdina hjá øðrum skipum.
Stk. 2. Loðsurin skal boða frá teimum í stk. 1 nevndu viðurskiftum, so skjótt hann verður varugur við tey.
Kapittul 6
Gjald fyri loðsing
§ 13. Gjaldið fyri loðsing er ásett sum eitt tímagjald við støði í støddini á loðsaða skipinum:
Støddin á skipinum í bruttotons (BT) | Tímagjald |
0 til 3.000 BT | Kr. 1.100 fyri hvønn byrjaðan klokkutíma |
3.001 til 10.000 BT | Kr. 1.200 fyri hvønn byrjaðan klokkutíma |
10.001 til 50.000 BT | Kr. 1.400 fyri hvønn byrjaðan klokkutíma |
50.001 BT og størri | Kr. 1.900 fyri hvønn byrjaðan klokkutíma |
Stk. 2. Ein loðsing verður ongantíð fakturerað styttri enn 2 tímar. Um loðsingin heldur á longri enn 2 tímar, er gjaldið 700 kr. um tíman uttan mun til stødd á skipi.
Stk. 3. 1) Gjald fyri brúk av loðsbáti er ikki roknað inn í gjaldið sambært stk. 1.
Stk. 4. 1) Umboðsmaður hjá skipinum ella avvarðandi reiðarí rindar kommununi fyri loðs og loðsbát. Kommunan rindar eigara av loðsbáti fyri brúk av loðsbáti.
Nær gjaldskyldan byrjar
§ 14. Loðsgjald verður kravt frá tí løtu, loðsbáturin leggur frá landi við loðsinum umborð, og til loðsurin er komin aftur til lands.
Stk. 2. Verður loðsað sambært § 9, verður loðsgjaldið kravt frá tí, at loðsingin byrjar umvegis radiosamband v.m., og til skipið liggur bundið við bryggju ella er ankrað upp á redini.
Bíðigjald
§ 15. Er loðsing umbiðin, men upplýsta ETA hjá skipinum verður seinkað meira enn ein tíma, uttan at hetta er fráboðað samsvarandi teimum í § 3, stk. 2 og § 4, stk. 2 nevndu tíðarfreistum, verður kravt tvífalt tímagjald fyri ta tíðina, sum loðsurin má bíða, til loðsingin kann byrja, ella til loðsskylduga skipið endaliga avlýsir loðsingina.
Stk. 2. Er loðsur komin umborð, men fær ikki byrjað loðsingina orsakað av viðurskiftum, sum loðsurin ikki hevur ábyrgdina av, verður kravt tvífalt tímagjald frá tí, at loðsurin kom umborð, og til loðsingin kann byrja, ella til loðsurin er komin til lands aftur.
Gjaldskyldan
§ 18. Gjaldskyldan fyri loðsing v.m. liggur á umboðsmanninum hjá loðsskylduga skipinum og annars reiðaranum.
Stk. 2. Loðsgjaldið fellur til gjaldingar 30 dagar eftir fakturadato, og verður tað eftir hetta roknað renta sambært rentulógini.
Gjald fyri sjálvbodna loðsing
§ 19. Skip, sum biður um loðsing, uttan at vera loðsskyldugt, skal gjalda fyri loðsing o.a. sambært hesi kunngerð á sama hátt sum loðsskyldug skip.
Kapittul 7
Ymiskar ásetingar
Allýsing av olju, kemikalium v.m.
§ 20. Tey í § 7, stk. 3 í løgtingslóg um havnaloðsing nevndu hugtøk skulu skiljast soleiðis:
1) Olja: Samsvarandi allýsingunum í altjóða MARPOL sáttmálanum (The International Convention for the Prevention of Pollution From Ships, 1973, as modified by the Protocol of 1978 -MARPOL 73/78 Annex I) við seinni broytingum.
2) Óreinsaðir lufttangar: Skip í ballast, sum, eftir at hava verið fermd við olju, ikki hava fingið tangarnar (undir hesum sloptangar) heilt reinsaðar og tryggjaðar við inaktivari luft.
3) Kemikalier: Evni í dálkingarbólki X, Y og Z í kap. 17-19 í altjóða IBC-koduni (The International code for the Contruction and Equipment of Ships Carrying Dangerous Chemicals in Bulk), við seinni broytingum.
4) Gass: Samsvarandi allýsingunum í altjóða IGC-Koduni (The International Code for the Construction and Equipment of Ships Carrying Liquefied Gases in Bulk) við seinni broytingum.
5) Bunkersolja: Brenniolja og onnur sløg av olju, ið verða nýtt til at dríva skipið.
6) Háradioaktiv evni: Samsvarandi altjóða INF-koduni (The International Code for the Safe Carriage of Pacaged Irradiated Nuclear Fuel, Plutonium and High-Level Radioactive Wastes on Board Ships).
Gildiskoma
§ 21. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2013.
Vinnumálaráðið, 21. desember 2012
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Fylgiskjal 1
Fylgiskjal til kunngerð um loðsing, gjøld o.a.
Loðs- og fráboðanarpunkt
Kommuna | ISPS havnir | Loðspunkt | Fráboðanarpunkt | Viðmerkingar |
Tórshavnar- | Tórshavn, Sund Kollafjørður | 62*00’ N og 06*43’ V | 61*55’ N og 06*37’ V |
|
Runavíkar- | Runavík, Skála Funningsfj. | 62*03’ N og 06*43’ V | 62*03’ N og 06*39’ V | Loðspunkt og fráboðanarpunkt felags við Nes-, Sjóvar- og Sunda kommunu (Hósvík, Hvalvík, Oyri) |
Nes- | Toftir | 62*03’ N og 06*43’ V | 62*03‘ N og 06*39’ V | Loðspunkt og fráboðanarpunkt felags við Runavíkar- og Sunda kommunu |
Sunda- | Hósvík, Hvalvík, Oyri, Norðskála | Sunnara: 62*03’ N og 06*43’ V (Hósvík, Hvalvík, Oyri) Norðara: 62*18,66’ N og 07*08,53’ V (Norðskála) | 62*03’ N og 06*39’ V (Sunnanfyri) 62*20,00’ N og 07*09,00’ V (Norðanfyri) | Sunnara loðspunkt og fráboðanarpunktið felags við Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu. Norðara loðspunkt og fráboðanarpunktið felags við Eiðis kommunu |
Eiðis- | Eiði | 62*18,66’ N og 07*08,53’ V | 62*20,00’ N og 07*09,00’ V | Loðspunkt felags við norðara loðspunktið hjá Sunda kommunu |
Sjóvar- | Langanes, Hulkur | 62*03’ N og 06*43’ V | 62*03’ N og 06*39’ V | Loðspunkt og fráboðanarpunkt felags við Runavíkar,- Nes- og Sunda kommunu |
Eystur- | Norðagøta, Leirvík | 62*12,7’ N og 06*41,16’ V | 62*08’ N og 06*32’ V (Sunnanfyri) | Fáboðanarpunkt felags við Fuglafjarðar og Klaksvíkar kommunu |
Klaksvíkar- | Klaksvík | 62*13’ N og 06*38’ V 62*16,33’N og 06*41,00’V | 62*08’ N og 06*32’ V (Sunnanfyri) 62*22’ N og 06*54’ V (Djúpini) 62*23’ N og 06*45’ V (Kalsoyarfjørður) | Fáboðanarpunkt felags við Fuglafjarðar og Eystur kommunu |
Fuglafjarðar | Fuglafjørð | 62*14’ N og 06*45’ V | 62*08’ N og 06*32’ V (Sunnanfyri) 62*22’ N og 06*54’ V (Djúpini) 62*23’ N og 06*45’ V (Kalsoyarfj.) | Fráboðanarpunkt felags við Klaksvíkar og Eystur kommunu |
Vestmanna- | Vestmanna | 62*08,335’ N og 07*10,045’ V | 62*10,4’ N og 07*17’ V (Norðanfyri) 62*01,25’ N og 07*02,8’ V (Sunnanfyri) |
|
Vága- | Miðvágur | 62*02,233’ N og 07*08,462’ V | 62*01,25’ N og 07*02,8’ V | Fráboðanarpunkt felags við Vestmanna kommunu (Sunnanfyri) |
Sørvágs- | Sørvágur | 62*06’ N og 07*27,5’ V | 62*03,55’ N og 07*32,8’ V (Sunnanfyri) 62*08’ N og 07*31’ V (Norðanfyri) |
|
Tvøroyrar- | Tvøroyri | 61*31,88’ N og 06*44’ V | Onki |
|
Vágs- | Vágur | 61*28,2’ N og 06*44’ V | Onki |
|