Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2016Nr. 155
Kunngerð um minstukrøv um vikutímatal, setanarlongd o.a., tá persónur hevur verið styttri enn 13 vikur í arbeiði
Við heimild í § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2012 og løgtingslóg nr. 117 frá 24. november 2016, verður ásett:
§ 1. Umsøkjari, ið hevur arbeitt eitt lægri tímatal enn ásett í § 7, stk. 1 í løgtingslógini, hevur rætt til dagpening, um:
1) umsøkjarin, tá hann byrjaði í starvinum, skuldi halda fram í starvinum í minsta lagi 6 mánaðir, og
2) setanin hetta tíðarskeiðið í minsta lagi fevnir um 20 tímar í miðal um vikuna, ella vikulønin í minsta lagi er 2.000 kr. í miðal, tá frítíðarløn, eftirløn o.a. ikki eru roknað við.
Stk. 2. Starvssetanin sambært stk. 1 skal skjalprógvast av arbeiðsgevara á umsóknarblað, sum Almannaverkið útflýggjar.
§ 2. Rætturin til dagpening sambært § 1 er grundaður á støðuna, tá umsøkjarin gerst óarbeiðsførur vegna sjúku. Í tann mun talan er um fleiri setanir, hevur umsøkjarin rætt til dagpening frá tí degi, hann samanlagt lýkur treytirnar í § 1.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017.
Almannamálaráðið, 28. desember 2016
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)