Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Áður galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Áður galdandi
  • Myndugleiki: Eingin
  • Útgávudagur: 18-12-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 160 frá 18. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. desember 2017Nr. 160

Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017

(Stilling av atgongd til vinnuligar royndir í ES sjógvi)

§ 1

Í kunngerð nr. 138 frá 22. desember 2016 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 5. januar 2017, kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2017 og við kunngerð nr. 63 frá 23. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 15 verður orðað soleiðis:

§ 15. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, kunnu føroysk skip fiska upp til 38.576 tons í ES sjógvi og 45.029 tons í norskum sjógvi. Atgongdin at fiska kvotuna, sum kann fiskast í ávikavist norskum og ES sjógvi, verður tillutað fiskiførum í sama lutfalli sum egna árskvotan.”

 

2.    § 16 verður orðað soleiðis:

§ 16. Fiskiskapurin av kvotuni hjá nótaskipum, sambært § 4, stk. 1, í ES sjógvi er avmarkaður til í mesta lagi 21.281 tons og í norskum sjógvi til í mesta lagi 26.592 tons. Atgongdin at fiska kvotuna, sum kann fiskast í ávikavist norskum og ES sjógvi, verður tillutað fiskiførum í sama lutfalli sum egna árskvotan.

Stk. 2. Umframt avmarkingina í stk. 1, kann fiskiskapurin av kvotuni hjá nótaskipum, sambært § 4, stk. 1, fara fram í ES sjógvi upp til 500 tons. Hóast § 16, stk. 1 verður atgongdin at fiska sambært hesum stykki tillutað fiskiførum í bólkinum sum felags atgongd.”

 

3.    Í § 17, stk. 2 verður “1.500 tons” broytt til: “1.000 tons”.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fiskimálaráðið, 18. desember 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)