Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2011Nr. 161
Kunngerð um royndarskipan um gjøld fyri upplýsingar úr landsfólkayvirlitisskránni
Við heimild í § 37, stk. 1 í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit verður ásett:
§ 1. Umhvørvisstovuni verður heimilað at seta eina gjaldsskipan í verk fyri elektroniskar upplýsingar, ið verða latnar úr landsfólkayvirlitisskránni.
Stk. 2. Gjaldsskipanin er ein royndarskipan, ið einans er galdandi fyri føroysku peningastovnarnar, sum virka sambært ríkislóg um fíggjarligt virksemi.
Stk. 3. Gjøldini eftir hesi kunngerð, verða ásett fyri hvønn peningastovn sær og avroknað eina ferð um mánaðin.
§ 2. Upplýsingarnar, sum peningastovnarnir hava atgongd til, eru greinaðar í kapitli 10 í lógini.
§ 3. Fyri uppslag gjøgnum elektroniska web-atgongd í talgildu landsfólkayvirlitsskránni verða rindað hesi gjøld:
1) Stovnsetingargjald 20.000 kr.
2) Hald 20.000 kr. um árið.
3) Uppslag 10 kr. fyri hvørt.
§ 4. Fyri uppslag í talgildu landsfólkayvirlitsskránni gjøgnum elektroniska fakskipan verða rindað hesi gjøld:
1) Stovnsetingargjald 20.000 kr.
2) Hald 20.000 kr. um árið.
3) Fyri hvønn persón í kundadatabasa verður rindað 3 kr. um árið.
Stk. 2. Upplýsingar í fakskipanum verða dagførdar eina ferð um dagin.
Stk. 3. Hevur peningastovnurin áður rindað stovnsetingargjald sbrt. § 2, verður stovnsetingargjaldið sbrt. stk. 1 ikki rindað.
§ 5. Ásetingar um trygd, uppkrevjing av gjøldum o.a. verða avtalaðar í serligum sáttmála millum Umhvørvisstovuna og peningastovnarnar.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Innlendismálaráðið, 19. desember 2011
Kári P. Højgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)