Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. september 1993Nr. 173
Kunngerð um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð v.m.
Við heimild í § 3, § 4 stk. 3 og § 5 í løgtingslóg nr. 134 frá 10. juni 1993 um sterkstreymsútbúnað hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tær reglur, sum danska “elektricitetsrådet“ hevur ásett um
1) gerð og rakstur av sterkstreymsútbúnaðum,
2) gerð og rakstur av øðrum útbúnaðum, sum standa hættisliga nær sterkstreymsútbúnaðum ella í samband við slíkar, og
3) gerð, kanning og nýtslu av eltilfari, sum eru kunngjørdar í sterkstreymsreglugerðini, eru galdandi, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Elnevndin kann í neyðugan mun áseta broytingar í teimum reglum, sum nevndar eru í stk. 1. Broytingarnar skulu í mestan mun vera samsvarandi samtyktum altjóða reglum.
Stk. 3. Um so er, at tær broytingar, sum ásettar eru sbr. stk. 2, hava við sær munaligar samfelagsligar útreiðslur ella avgerandi broytingar í viðurskiftunum hjá størri samfelagsbólkum at gagnnýta elmegi, skulu broytingarnar verða góðkendar av landsstýrinum.
§ 2. Sterkstreymsreglugerðin við teimum broytingum, sum elnevndin hevur ásett, hevur gildi fyri teir í løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað nevndu sterkstreymsútbúnaðir og fyri tað eltilfar, ið koma uppí ella verða íbundin slíkar útbúnaðir við hesum avmarkingum:
1) Lágspenningsútbúnaðir til eftirkannan og royndir á rannsóknarstovum og verksmiðjum skulu bert lúka reglurnar í reglugerðini í tann mun, hetta kann verða gjørt, uttan at nýtslan av útbúnaðinum av hesum gerst trupul.
2) Reglugerðin er ikki galdandi fyri útbúnaðir til elbreytir o.tl. Slíkir útbúnaðir skulu tó verða fráboðaðir elnevndini, sum í hvørjum einstøkum føri kann áseta serligar trygdarreglur, hvat ið viðvíkur tí elektriska, fyri gerð og rakstur av útbúnaðunum.
3) Í akførum hevur reglugerðin ikki gildi fyri egnar elinnleggingar og útgerð.
4) Í flogførum og skipum hevur reglugerðin ikki gildi fyri elinnleggingar og útgerð í nýtslu innanborða.
Ásetingarnar í reglugerðini, ið viðvíkja viðurskiftum hjá sterkstreymsútbúnaðum mótvegis øðrum lutum, skulu ikki bara verða hildnar, tá ið sterksteymsútbúnaðir verða gjørdir, men eisini tá ið aðrir lutir verða gjørdir og uppsettir nærindis sterkstreymsútbúnaðum.
Stk. 2. Tær fyrisitingarligu reglurnar í sterkstreymsreglugerðini (1. partur) galda við hesum broytingum:
1) 1. táttur, § 1. “Gyldighedsområde” verður økt við stk. 1 í hesi grein.
2) Í staðin fyri “Danmark” verður yvirhøvur sett “Føroyar”.
3) Heimildir, ið “elektricitetsrådet” og DEMKO hava, verða latnar elnevndini. Elnevndin útinnir kortini ikki sjálvstøðuga eftirkannan av eltilfari.
4) Heimildir, ið “ministeren for offentlige arbejder” ella “boligministeren” hava, verða latnar landsstýrinum.
5) 4. táttur “Afgifter” verður ikki nýttur.
Fyrisitingarligu reglurnar verða annars nýttar við teimum frávikum, sum standast av føroyskari lóggávu.
§ 3. Sterkstreymsreglugerðin við broytingum ásettar av elnevndini eru undantiknar upptøku í Kunngerðablaðnum, sbr. § 2, stk. 5 í løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað.
Stk. 2. “Elektricitetsrådet” skipar fyri útgávu av sterkstreymsreglugerðini. Upplýsingar um innihaldið í reglugerðini og um broytingar í hesi, ásettar av elnevndini, fær ein við at venda sær til elnevndina.
§ 4. Brot á sterkstreymsreglugerðina verður revsað við bót.
Stk. 2. Somuleiðis verður hann revsaður sbr. § 5, stk. 1, nr. 1 og 2 í sterkstreymslógini, sum ikki lýkur treytirnar fyri einum loyvi sbr. sterkstreymsreglugerðini ella letur vera við at gera eftir forboðum ella boðum, ið eru givin sbr. sterkstreymsreglugerðini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.