Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 2017Nr. 180
Kunngerð um avhending av kvotum í 2018
Við heimild í § 42, stk. 3 og 5 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um avhending av egnari árskvotu fyri eitt ár í senn, roknað fyri hvørt fiskaslag sær.
Treytir og mannagongd
§ 2. Upp í 20% av egnari árskvotu, roknað fyri hvørt fiskaslag sær, kunnu avhendast fyri eitt ár í senn til persón ella felag ella eigara av fiskifari, sum lýkur treytirnar í §§ 5, 6, 7 og 9 í løgtingslógini. Móttakarin yvirtekur tað avhenda við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja av egnu árskvotuni.
Stk. 2. Avmarkingin upp í 20% í stk. 1 er ikki galdandi, er talan um flytingar millum fiskifør hjá sama rættindahavara.
Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 1 kunnu í 2018 upp til 100% av egnari árskvotu av kongafiski í Irmingerhavinum, egnari árskvotu av svartkalva í Eysturgrønlandi og egnari árskvotu av lodnu avhendast fyri eitt ár í senn til persón ella felag ella eigara av fiskifari, sum lýkur treytirnar í §§ 5, 6, 7 og 9 í løgtingslógini. Móttakari yvirtekur tað avhenda við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja av egnu árskvotuni.
§ 3. Tann, ið avhendar egna árskvotu, skal lata fiskiveiðieftirlitinum skrivliga fráboðan, sum er váttað av tí, ið avhendar og tí, ið móttekur.
Stk. 2. Í fráboðanini skal vera upplýst, hvørji rættindi verða avhendað, hvør ið avhendar, hvør ið móttekur, og hvør prísurin er.
Stk. 3. Áðrenn avhending av egnari árskvotu kann fara fram, skal fiskiveiðieftirlitið eftirkannað treytirnar fyri avhendingini og góðkenna avhendingina.
§ 4. Tá avhendingin er góðkend, skal fiskiveiðieftirlitið alment boða frá hesum á heimasíðuni, www.vorn.fo, við upplýsingum um, hvørji rættindi eru avhendað, hvør ið hevur avhendað, hvør ið hevur móttikið og um prís.
Revsing
§ 5. Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum letur inn skeivar ella á annan hátt villleiðandi upplýsingar eftir § 3, stk. 2.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 31. desember 2018.
Fiskimálaráðið, 29. desember 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)