Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 29-12-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 182 frá 29. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. desember 2017Nr. 182

Kunngerð um veiðu eftir botnfiski og øðrum fiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í ES sjógvi í 2018

Við heimild í § 5, stk. 2, § 34, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, nr. 1, 2, 3 og 4, stk. 2, nr. 2 og stk. 3 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi av kvotum av botnfiski og øðrum fiski í ES sjógvi sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið fyri 2018.

Heildarkvotur

§ 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska 200 tons av brosmu og longu í ICES øki VIa norðan fyri 56°30’N og VIb í ES sjógvi.

Stk. 2. Í fiskiskapi av kvotum sambært stk. 1 er loyvt at hava sum hjáveiðu upp til 20% av øðrum fiskasløgum, tó so, at teir fyrstu 24 tímarnar eftir, at fiskiskapur er byrjaður á ávísari fiskileið, kann hjáveiðan vera meira enn 20%. Samlaða hjáveiðan hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi kann í mesta lagi vera 75 tons. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni í stk. 1.

Stk. 3. Í mesta lagi 10 føroysk skip kunnu vera til fiskiskap í senn eftir brosmu og longu.

§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska 150 tons av blálongu í ICES øki VIa norðan fyri 56°30’N og VIb í ES sjógvi.

Stk. 2. Hjáveiða av langasporli og stinglaksi í fiskiskapi sambært stk. 1 verður roknað av kvotuni í stk. 1.

Stk. 3. Í mesta lagi 16 føroysk skip kunnu vera til fiskiskap í senn eftir blálongu.

§ 4. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska 1.600 tons av rossamakreli í ICES øki IVa, VIa norðan fyri 56°30’N og VIIe, f, h í ES sjógvi.

§ 5. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska 6.000 tons av hvítingsbróður í ICES øki IV í ES sjógvi.

Stk. 2. Í fiskiskapi eftir hvítingsbróður skal skiljirist nýtast sambært ES reglum.

Stk. 3. Hjáveiða, sum ikki slepst undan í fiskiskapi eftir hvítingsbróður sambært stk. 1, kann í mesta lagi vera 15%. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni í stk. 1.

§ 6. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu frá 1. juli 2018 fiska 1.000 tons av brislingi í ICES øki IV og VIa norðan fyri 56°30’N í ES sjógvi.

Stk. 2. Í fiskiskapi eftir brislingi sambært stk. 1 er loyvt at hava sum hjáveiðu upp til 4% av sild. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni í stk. 1.

§ 7. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska 200 tons av sild í ICES øki IIIa N, Skagerakk, í ES sjógvi.

§ 8. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska 400 tons av sild í ICES øki IVa í ES sjógvi.

Fiskiloyvi

§ 9. Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað eru á lista yvir fiskifør, ið ES myndugleikar hava givið loyvi at fiska í ES sjógvi.

Stk. 2. Bert persónur ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kann fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.

Stk. 3. Fiskiloyvi til kvotur sambært hesi kunngerð er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.

§ 10. Fiskiloyvi, sambært § 9, stk. 1, til fiskiskap eftir kvotuni í § 2, stk. 1, verður latið persóni ella felagi, sum í 2018 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 74, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini. Veiðast skal við línu. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.

§ 11. Fiskiloyvi, sambært § 9, stk. 1, til fiskiskap eftir kvotuni í § 3, stk. 1, verður latið persóni ella felagi, sum í 2018 hevur rætt til fiskiloyvi til egnar fiskidagar í bólki 2, sambært § 74, stk. 1, nr. 1, litra b í løgtingslógini. Veiðast skal við troli. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.

§ 12. Fiskiloyvi, sambært § 9, stk. 1, til fiskiskap eftir kvotuni í § 4, verður latið

1)   persóni ella felagi, sum í 2017, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði rætt til fiskiloyvi at fiska av egnari árskvotu av makreli, undantikin kvota keypt á uppboði, og

2)   øðrum persóni ella felagi enn teimum í nr. 1 nevndu persónum ella feløgum, sum í 2017, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu fiskiloyvi til beinleiðis veiðu eftir norðhavssild, undantikin kvota keypt á uppboði, ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til.

Stk. 2. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.

§ 13. Fiskiloyvi, sambært § 9, stk. 1, til fiskiskap eftir kvotunum í § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og §§ 7 og 8, verður latið øðrum persóni ella felagi enn teimum í § 12, stk. 1, nr. 1 nevndu persónum ella feløgum, sum í 2017, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu fiskiloyvi til beinleiðis veiðu eftir norðhavssild, undantikin kvota keypt á uppboði, ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.

§ 14. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiðu í ES sjógvi.

Fráboðanir

§ 15. Fiskifar, sum fiskar í ES sjógvi sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:

1)   Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í ES sjógv.

2)   Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

3)   Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr ES sjógvi.

Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda ES myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í ES sjógvi.

Revsing

§ 16. Brot á § 9, stk. 1 og § 15 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvinum ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 9, stk. 1 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 31. desember 2018.

 

 

Fiskimálaráðið, 29. desember 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

 

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.

 

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í ES sjógv.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr ES sjógvi.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan um, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking