Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. november 1993Nr. 186
Knngerð um spillvatnsevju, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
Við heimild í §§ 4, 6, 7, 15, 16, § 22, stk. 2, §§ 35, 37, 56, 57 og 72 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd hevur landsstýrið fyrisett:
Øki.
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri spillvatnsevju frá húsatangum og samlitangum til hússpillvatn.
Tømingar- og burturbeiningarætlan.
§ 2. Kommunustýrið skal gera eina ætlan fyri tøming og burturbeining av spillvatnsevju í kommununi, herundir ásetingar um hvussu oftani tømt verður.
Stk. 2. 1) Ætlanin skal latast Umhvørvisstovuni til góðkenningar í seinasta lagi 1. oktober 1994.
Tømingar- og burturbeiningarmøguleiki.
§ 3. Kommunustýrið hevur skyldu til at vísa á ein góðkendan tømingar- og burturbeiningarmøguleika fyri alla spillvatnsevju, jvb. § 5.
Stk. 2. Húsaánarar, stovnar, virkir o.o. hava skyldu til at nýta tann av kommunustýrinum ávísta tømingar- og burturbeiningarmøguleikan.
Stk. 3. Stk. 2 er ikki galdandi fyri stovnar, virkir o.o., sum samb. kap. 5 í umhvørvisverndarlógini hava umhvørvisgóðkenning til at tøma og beina burtur egið burturkast.
Tøming og flutningur.
§ 4. Húsatangar og samlitangar til hússpillvatn skulu tømast regluliga.
Stk. 2. Tøming av spillvatnsevju skal gerast í afturlatnum skipanum.
Stk. 3. Tøming og flutningur skal gerast av einum av eftirlitsmyndugleikanum góðkendum virki ella persóni.
Viðgerð, goymsla, burturbeining og nýtsla.
§ 5. Viðgerð og goymsla av spillvatnsevju skal fara fram á hartil ætlaðum plássum, sum eru góðkend sambært kap. 5 í umhvørvisverndarlógini.
§ 6. Ikki er loyvt at leiða spillvatnsevju út í áir, løkir, havið ella líknandi ella at breiða hana út í bø ella haga.
Stk. 2. Í eini tillagingartíð fram til 1. januar 1996 kann eftirlitsmyndugleikin geva undantaksloyvi, til ein varandi skipan verður tikin í nýtslu.
Stk. 3. 1) Í serligum førum kann Umhvørvisstovan loyva, at spillvatnsevja, sum stavar frá smærri útplássum, verður leidd óviðgjørd á sjógv, treytað av, at hetta ikki førir stórvegis smittuvanda ella dálkingarampa við sær.
§ 7. 1) Avfongd spillvatnsevja kann nýtast til jørðáskot ella sum tøð eftir nærri góðkenning frá Umhvørvisstovuni, tó ikki í havabrúkum og urtagørðum.
Gjald.
§ 8. Kommunustýrið kann áseta eitt gjald fyri tøming og burturbeining av spillvatnsevju.
Eftirlit.
§ 9. Kommunustýrið ella kommunufelagsskapur í tess stað er eftirlitsmyndugleiki sambært hesi kunngerð, og verður eftirlitið útint samsvarandi kap. 7 í umhvørvisverndarlógini.
Stk. 2. 1) Kommunustýrið ella kommunufelagsskapurin kann heilt ella lutvíst heimila Umhvørvisstovuni at røkja eftirlitsuppgávurnar sambært hesi kunngerð.
§ 10. 1) Um kommunustýrið ella kommunufelagsskapurin ikki røkir eftirlitsuppgávurnar samsvarandi hesi kunngerð, kann Føroya Landsstýri geva boð um, at eftirlitið hjá kommunustýrinum ella kommunufelagsskapinum heilt ella lutvíst verður framt av Umhvørvisstovuni.
§ 11. Eftirlit sambært § 9, stk. 2 og § 10 verður útint fyri kommunustýrisins rokning fyri gjald, sum landsstýrið ásetir.
§ 12. 1) Umhvørvisstovan hevur yvirumsjón við, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar.
Stk. 2. 1) Kommunustýrið ella kommunufelagsskapurin hevur skyldu til á hvørjum ári at geva Umhvørvisstovuni skrivliga frágreiðing um framt eftirlit, tiltøk o.a. við upplýsingum um staðfest brot á kunngerðina. Frágreiðingin verður gjørd samsvarandi nærri ávísingum frá Umhvørvisstovuni.
Kæra.
§ 13. Avgerðir eftir hesi kunngerð kunnu kærast samsvarandi kap. 11 og 12 í umhvørvisverndarlógini.
Revsing og gildisreglur.
§ 14. Er ikki harðari revsing ásett sambært lóggávuni annars, verður við bót, hefti ella fongsli í upp til 1 ár revsaður tann, sum
1) fremur brot á § 3, stk. 2, § 4, § 5, § 6, stk. 1 og § 7, ella
2) nýtir spillvatnsevju, sum ikki er avfongd sambært § 7.
Stk. 2. Fyri brot, sum er gjørt av partafelagi, lutafelagi ella tílíkum, kann felagnum sum so verða álagt bót. Er brotið gjørt av kommunustýri ella kommunufelagsskapi, kann bót verða áløgd kommunustýrinum ella kommunufelagsskapinum.
§ 15. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1994.
1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”