Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 23-03-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 19 frá 16. mars 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

16. mars 2018Nr. 19

Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av Barsilsskipan

(Leingja umsóknarfreistina)

§ 1

Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Í § 3, stk. 1, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”.

 

2.    Í § 3, stk. 3, nr. 8 verður “, umframt váttan um, at móðirin ikki í tíðarskeiðinum, faðirin søkir um barsilspening, samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá Barsils­skipanini fyri hetta tíðarskeið” strikað.

 

3.    Í § 4, stk. 5, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”.

 

4.    Í § 8 verður “ella hefti” strikað.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Samferðslumálaráðið, 16. mars 2018

 

Henrik Old (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)