Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. desember 1993Nr. 198
Kunngerð um gjald fyri avrit og fotoavrit eftir lógini um innlit í fyrisitingina
Við heimild í § 16, stk. 3 í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Fyri avrit ella fotoavrit av skjølum í einum máli, ið verða latin sambært lógini um innlit í fyrisitingina, krevur viðkomandi myndugleiki 20 kr. fyri fyrstu síðuna og 1 kr. fyri hvørja byrjaða næstu síðu, jbr. tó §§ 2-3.
Stk. 2. Reglan í stk. 1 er eisini galdandi í førum, har ein fyrisitingarmyndugleiki gevur høvi til skjalainnlit í størri mun enn myndugleikin hevur skyldu til, jbr. lógarinnar § 4, stk. 1, 2. pkt.
§ 2. Gjald kann ikki verða kravt fyrstu ferð skjalainnlit verður givið við avriti ella fotoavriti av skjølunum í einum máli, tá
1) skjalið er latið sambært lógarinnar § 4, stk. 2, ella § 9.
2) hann, ið fær eitt avrit ella fotoavrit av skjølunum í einum máli, av viðkomandi myndugleika verður biðin um ummæli til nýtslu í viðgerðini av málinum.
Stk. 2. Heldur ikki kann gjald verða kravt, tá myndugleikin uttan greiða áheitan um hetta, gevur viðkomandi skjalainnlit við avriti ella fotoavriti av skjølunum.
§ 3. Um tað við lóg ella sambært lóg er ásett hægri gjald fyri avrit ella fotoavrit av einum ávísum skjali, verður tað gjaldið kravt.
§ 4. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1994.