Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. januar 1994Nr. 2
Kunngerð um mynstring
Við heimild í §§ 4-6 í løgtingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring og samsvarandi § 33 í løgtingslóg nr. 16 frá 3. mars 1988 um sjóvinnu hevur landsstýrið saman við Fiskivinnunevnd løgtingsins fyrisett:
§ 1. Mynstringarskylda er á øllum skipum á 20 skrásett tons brutto ella meira og 20 tons brutto ella meira undantikið útróðrarfør á føroysku landleiðunum, sum reka heimaútróður og ætlandi ikki eru meira enn 48 tímar heimanífrá. Stuttleikafør í strandasigling eru eisini undantikin.
§ 2. Mynstringin fer fram eftir hesum reglum:
1) Á fiskiskipum verður mynstrað fyri hvønn túrin sær.
2) Á ferðamanna- og handilsskipum verður mynstrað minst tvær ferðir árliga, og tá ið tikið verður við ella farið verður úr starvi umborð á skipinum.
§ 3. Tá ið mynstrað verður, hevur skiparin ábyrgdina av, at lógarinnar reglur verða hildnar og skal annaðhvørt sjálvur ella við hjálp frá mynstringarmyndugleikanum síggja til, at manningarlistin ella hýruavtaluformálin verður skrivaður, undirskrivaður og sendur mynstringarmyndugleikanum sama dag, sum siglt verður.
Stk. 2. Rættingar til manningarlistan ella hýruavtaluformálan kunnu tó verða gjørdar aftaná, at skipið er byrjað ferð sína, men skulu hesar tá verða fráboðaðar til mynstringarmyndugleikan skjótast til ber.
§ 4. Eitt eintak av manningarlistanum ella hýruavtaluformálanum skal altíð verða eftir umborð saman við øðrum skipsskjølum.
§ 5. Reiðarin hevur skyldu til at boða mynstringarmyndugleikanum frá, tá ið skipari tekur við ella fer úr starvi sínum á skipinum.
Stk. 2. Fráboðanin til mynstringarmyndugleikan sambært stk. 1 kann verða gjørd á manningarlistan ella hýruavtaluformálan saman við manningini, tó skal 1. bls. í manningarlistanum altíð fylgja við í fráboðanini, tá ið skipari tekur við ella fer úr starvi sínum á skipinum.
§ 6. Mynstringarmyndugleikin verður við hesum lagdur til Vaktar- og Bjargingartænastuna og sýslumenninar.
§ 7. Mynstringarmyndugleikin hevur eftirlit við mynstringini. Sjóvinnufyrisitigin hevur yvireftirlit við mynstringunum og ábyrgdina av útgávuni av manningarlistum og hýruavtaluformálum og fær heimild til at áseta nærri fyrisitingarligar reglur viðvíkjandi øllum mynstringarviðurskiftum.
Stk. 2. Mynstringarmyndugleikin avgreiðir manningarlistan ella hýruavtaluformálan til Sjóvinnufyrisitingina, Lønjavningargrunnin og Vanlukkutryggingina.
§ 8. Mynstrast skal í vanligari skrivstovutíð.
Stk. 2. Um mynstring ynskist uttanfyri vanliga skrivstovutíð, skal henda umbiðjast í vanligu skrivstovutíðini.
Stk. 3. Mynstringar, ið verða umbidnar uttanfyri vanliga skrivstovutíð, verða ikki avgreiddar uttan so, at heilt serligar umstøður gera seg galdandi.
Stk. 4. Mynstringarmyndugleikin skal vera skiparanum til hjálpar í mynstringini, tá hesin mynstrar sjálvur og biður um vegleiðing.
§ 9. Mynstring á mynstringarskrivstovu í skrivstovutíð er ókeypis.
Stk. 2. Verður mynstrað aðrastaðni ella uttanfyri vanliga skrivstovutíð, verður gjald at rinda sambært galdandi reglum.
§ 10. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 116 frá 28. desember 1989 um mynstring.