Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. januar 2014Nr. 2
Kunngerð um alment talgilt kunngerðablað, sum broytt við kunngerð nr. 88 frá 29. august 2016
Við heimild í § 1 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 109 frá 17. desember 1987, sum broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 30. mars 1990 og løgtingslóg nr. 131 frá 14. desember 2012, verður ásett:
§ 1. Frá 1. oktober 1988 gevur landsstýrið út alment kunngerðablað, “Kunngerðablaðið”, við løgtingslógum, kunngerðum og øðrum almennum fyriskipanum givnum av landsstýrinum.
§ 2. Frá 1. januar 2013 verður Kunngerðablaðið givið út talgilt á heimasíðuni kunngerdaportalur.fo.
§ 3. Kunngerðir frá øðrum almennum stovnum enn landsstýrinum sambært § 2, stk. 2, nr. 2 í løgtingslóg um alment kunngerðablað kunnu frá 1. januar 2013 takast upp í Kunngerðablaðið.
Stk. 2. Fyritreytin fyri upptøku sambært stk. 1 er, at lýsing í Kunngerðablaðnum er ásett í viðkomandi løgtingslóg ella við heimild í løgtingslóg.
§ 4. Løgmaður ger avtalu við ríkismyndugleikarnar um mannagongdina í sambandi við kunngering av rættarreglum hjá ríkismyndugleikunum í Kunngerðablaðnum.
Fyrisiting, kunngering og goymsla
§ 5. Løgmansskrivstovan stendur fyri rakstrinum, ritstjórnar og fyrisitur Kunngerðablaðið og skipar fyri, at útgávan er atkomulig fyri almenningin á heimasíðuni kunngerdaportalur.fo.
§ 6. Kunngerðablaðið verður vanliga givið út fríggjadagar. Forskriftir skulu tó vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagar kl. 14. Í serligum førum kann Løgmansskrivstovan gera frávik frá freistini um innlating av rættarreglum til kunngering.
Stk. 2. Løgmansskrivstovan ber kostnaðin av kunngering í Kunngerðablaðnum.
§ 7. Løgmansskrivstovan skal tryggja rættleikan og trúvirðið av kunngjørdu forskriftunum.
Stk. 2. Løgmansskrivstovan varðveitir eitt nákvæmt talgilt avrit av øllum kunngjørdum forskriftum í einum óbroytiligum sniði.
Stk. 3. Kunngjørdar forskriftir kunnu ongantíð verða strikaðar.
§ 8. Tá ein forskrift er kunngjørd í Kunngerðablaðnum, áliggur tað Løgmansskrivstovuni at varðveita undirskrivaða frumritið á pappíri samsvarandi løgtingslóg um Føroya landsskjalasavn.
§ 9. Útgávukervið til Kunngerðablaðið verður rikið og goymt í útbúnaðinum hjá tí, sum Løgmansskrivstovan hevur valt at hava ábyrgdina av rakstrinum av kervinum.
§ 10. Løgmansskrivstovan skal syrgja fyri, at hvør árgangur av Kunngerðablaðnum verður goymdur í prentaðari pappírsútgávu í 3 ymiskum støðum, so sum á Føroya Landsskjalasavni, á Landsbókasavninum og Løgmansskrivstovuni.
Trygd
§ 11. Løgmansskrivstovan skal tryggja, at útbúnaður og kervi lýkur øll almenn krøv til dátutrygd.
Stk. 2.1) Trygdaravrit verður hvønn dag tikið av teimum dátum, ið liggja í skipanini.
§ 12. Tað er ikki loyvt at skráseta ein brúkara, soleiðis at tað ber til seinni at eyðmerkja brúkaran ella staðfesta, hvørja forskrift brúkarin hevur havt atgongd til, sbr. tó stk. 3 og § 13.
Stk. 2. Roynir ein brúkari at forða atgongd til ella at svika við heimasíðuni kunngerdaportalur.fo ella við forskriftum, sum eru kunngjørdar á heimasíðuni, kann Løgmansskrivstovan heilt ella partvíst forða viðkomandi brúkara at fáa atgongd.
Stk. 3. Løgmansskrivstovan skal skráseta gerðir, fevndar av stk. 2, bæði hjá brúkarum og hjá Løgmansskrivstovuni sjálvari.
Hald og gildiskoma
§ 13. Hald til talgildu útgávuna av Kunngerðablaðnum kann teknast á heimasíðuni kundgerdaportalur.fo. Haldið er ókeypis.
Stk. 2. Tann, sum ynskir at halda Kunngerðablaðið, skal melda seg til við navni og teldupostadressu.
§ 14. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 1 frá 21. januar 2013 um alment talgilt kunngerðablað.
Tinganes, 7. januar 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)