Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. januar 2012Nr. 2
Kunngerð um virksemi hjá Húsalánsgrunninum at útvega bústaðir
Við heimild í § 5 b, stk. 2 í løgtingslóg nr. 62 frá 31. mai 2010, sum broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 6. oktober 2011 verður ásett:
§ 1. Áðrenn Húsalánsgrunnurin fer undir virksemi at útvega bústaðir skal í hvørjum einstøkum føri tilfar vera tøkt, ið lýsir verkætlanina, fevnandi um m.a.:
1) tekningar
2) kostnaðarætlan og fíggjarætlan, og
3) onnur skjøl og tilfar, sum grunnurin heldur verða neyðug til tess at gera eina heildarmeting um verkætlanina
§ 2. Fyri hvønn einstakan íbúðastovn/-felag skulu gerast viðtøkur, ið skulu góðkennast av stýrinum fyri Húsalánsgrunnin.
Stk. 2. Viðtøkurnar skulu m.a. áseta, hvørt talan er um luta- ella leiguíbúðir.
Stk. 3. Viðtøkurnar skulu m.a. fevna um:
1) reglugerð fyri roknskap,
2) ársaðalfund,
3) grannskoðan,
4) nevnd ella stýrið, og
5) hvussu verður við ognunum hjá felagnum og ella stovninum, um virksemið steðgar ella felagið og ella stovnurin verður tikin av.
§ 4. Húsalánsgrunnurin kann seta byggitøknilig krøv til byggjarí, krøv til orkunýtslu, stødd, dygd o.a.
§ 5. Húsalánsgrunnurin tekur avgerð um luttøku í verkætlanum við støði í einari heildarmeting um m.a. fíggjarligu útlitini, tørvin á slíkum bústøðum og luttakandi samstarvspørtum.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 10. januar 2012
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Mortan Simonsen (sign.)