Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 08-04-1987
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 20 frá 8. apríl 1987 um móttøkuskipan av oljurestum og -blandingum, kloakkavlopsvatni og burturkasti í føroyskum havnum.

Við heimild í § 26, § 53, 2. stk. og § 61 í kgl. fyriskipan nr. 318 frá 26. juni 1985 um verju av havumhvørvinum hevur landsstýrið fyrisett:

1. Partur

Vanligar reglur.

§ 1. Í føroyskum havnum skal havnarstýrið samsvarandi reglunum í hesi kunngerð syrgja fyri, at fyriskipanir verða settar í verk um móttøku av oljurestum og -blandingum, kloakkavlopsvatni og burturkasti, sum stavar frá skipum og boripallum.

 2. stk. Í móttøkuskipanini skal við fyriliti til ta vanligu tilgongdina av havnini verða syrgt fyri nóg góðum møguleikum fyri avskipan uttan at hetta seinkar skipunum óneyðugt.

2. Partur.

Olja.

§ 2. “Olja“ verður í hesi kunngerð at skilja sum eitt hvørt slag av steinolju og blandingum av hesi, herundir ráolja, natúrgass kondensat, oljugrums og oljuburturkast umframt brenniolja og øll onnur reinsað evni undantikið petrokemikaliur, sum eru flokkaðar sambært § 17 í kgl. fyriskipan um verju av havumhvørvinum.

 2. stk. “Oljutangaskip“ verður at skilja sum eitt skip, sum er bygt til oljuflutning ella sum flytir olju í bulk.

§ 3. Í øllum havnum skal skipast fyri móttøku av oljugruggi, brúktari smyrjiolju, oljukendum blandingum úr maskinrúmsrennunum og líknandi oljurestum.

 2. stk. Í fyriskipanini skal verða syrgt fyri, at tey vanligu trygdartiltøkini, ið verða stillað til innrættan av virkjum til oljublandingar, verða tikin við.

§ 4. Í niðanfyri nevndu havnum skal skipast fyri móttøku av oljublandaðum barlastar- og tangaskolivatni.

a)    í havnum, har oljutangaskip skipa olju inn,

b)    í havnum, har skip verða umvæld,

c)    í havnum, har skip, sum hava flutt olju í bulk, ferma annað enn olju,

d)   í havnum, har skip, sum kunnu taka barlastarvatn í brennievnistanga, verða fermd og

e)    í havnum, har skip, sum kunnu taka barlastarvatn í brennievnistanga, skipa olju inn sum brennievni.

 2. stk. Fyri móttøku av oljublandaðum barlastar- ella tangaskolivatni kann havnin krevja, at boð verða givin 24 tímar áðrenn skipið kemur í havn.

 3. stk. Í teimum havnum, sum eru nevndar í 1. stk., skulu gerast viðgerðarverk/reinsiverk til sundurskiljing av tí móttikna oljublandaða barlastar- ella tangaskolivatninum í eina vatnfasu og eina oljufasu. Tað er ikki neyðugt við einum viðgerðarverki/reinsiverki í havnum, har tað er fyriskipað, at tað móttikna oljublandaða barlastar- ella tangaskolivatnið verður flutt til viðgerðarverk/reinsiverk aðrastaðni ella verður beint av vegnum sambært reglunum um burturbeining av oljuburturkasti.

§ 5. Vaktar- og Bjargingartænastan kann geva niðanfyri nevndu fyritøkum boð um at seta eina skipan um móttøku av oljublandaðum barlastar- ella tangaskolivatni í verk:

a)    “bunkringsfyritøkum“,

b)    fyritøkum, sum taka sær av inn- ella avskiping av olju og

c)    skipasmiðjum.

 2. stk. Tann skipanin, ið er nevnd í 1. stk., skal antin fevna um reinsiverk til sundurskiljing av tí móttikna oljublandaða barlastar- ella tangaskolivatninum í eina vatneind og eina oljueind, ella vera ein skipan, har tað móttikna oljublandaða barlastar- ella tangaskolivatnið verður flutt til reinsiverk aðrastaðni ella verður beint av vegnum sambært reglunum um burturbeining av oljuburturkasti.

§ 6. Staðarbundin verk og verk, ið kunnu flytast, skulu hava sambindingarlið, sum kunnu setast føst í frárenningarleiðingarnar í skipum. Tey nevndu verkini skulu harafturat hava sambindingarlið við “flangsum“ í givnu støddini smb. fylgisskjali 1 at taka ímóti oljukendum blandingum úr maskinrúmsrennunum.

 2. stk. 1. stk. hevur ikki gildi fyri bátahyljar.

§ 7. Fyri móttøkuskipanum og burturbeiningum av oljuburturkasti er galdandi í hesum sambandi lóg um burturbeining av oljuburturkasti umframt reglur, ásettar við heimild í hesari lóg.

3. Partur.

Kloakkavlopsvatn.

§ 8. “Kloakkavlopsvatn“ verður at skilja soleiðis í hesi kunngerð:

a)    frárensluevni ella annað burturkast frá einum og hvørjum toiletti,

b)    frárensluevni frá vøskum, baðikørum og frárenningum úr sjúkrahúsum (apotekum, sjúkrarúmum og líknandi),

c)    frárensluevni úr støðum, haðani livandi dýr eru, ella

d)   annað avlopsvatn, sum er blandað við frárensluevnum, sum nevnd eru undir a)-c).

§ 9. Í øllum havnum skal gerast ein skipan um móttøku av kloakkavlopsvatni.

 2. stk. Sambindingarliðið millum rørleiðingarnar úr verkinum og frárenningarleiðingarnar til kloakkavlopsvatnið á skipinum skal hava “flangsur“ í tí stødd, sum er nevnd í fylgiskjali 2.

 3. stk. 2. stk. hevur ikki gildi fyri bátahyljar.

§ 10. Havnarstýrið skal syrgja fyri, at kloakkavlopsvatn, sum spríkir fram, skal beinast burtur sambært teimum reglum, um viðgerð av avlopsvatni, sum til eina og hvørja tíð standa við.

4. Partur.

Burturkast.

§ 11. “Burturkast“ verður í hesi kunngerð at skilja sum eitthvørt slag av rakstrarburturkasti, sum kemur frá skipum og pallum, burtursæð frá teimum evnum, sum í lóg um verju av havumhvørvinum fevna um 2. og 5. part viðvíkjandi olju og kloakkavlopsvatni umframt 3. og 4. part viðvíkjandi skaðiligum flótandi evnum og bjálvaðum evnum og tilfari, bingjum v.m.

 2. stk. Rakstrarburturkast fevnir út um matrestir, um lutir úr plastikki so sum syntetisk togverk, syntetisk gørn og ruskposar úr plastikki umframt pappírsvørur, klútar, glas, metal, fløskur, leirvørur, avsprossingar-, fóðringar- og pakkingartilfar.

§ 12. Í øllum havnum skal gerast ein skipan um móttøku av burturkasti.

§ 13. Havnarstýrið skal syrgja fyri, at tað innkomna burturkastið verður burturkastað sambært teimum reglum um viðgerð av burturkasti, sum til eina og hvørja tíð standa við.

5. Partur.

Boð, klagur umframt revsing og kunngerðing.

§ 14. Um ein móttøkuskipan ella verk til viðgerð av restum og oljublandingum, og kloakkavlopsvatni og restum ikki kann nøkta tørvin, kann Vaktar- og Bjargingartænastan aftaná samráðingar við Føroya Landsstýri  geva havnarstýrinum ella teimum í § 5 nevndu fyritøkum boð um at gera neyðuga víðkan av skipanini ella verkinum ella at lata eitt viðgerðarverk byggja, sum umrøtt í § 4, 3. stk. og § 5, 2. stk.

§ 15. Avgerð hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, sum er tikin sambært § 5, 2. stk. og § 14 kann vera kærd fyri eini umhvørvisnevnd. Kærufreist er 4 vikur frá tí degi, avvarðandi er gjørdur kunnugur við avgerðina.

 2. stk. Avgerðin hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni kann bert kærast av teimum, ið avgerðina hava fingið.

 3. stk. Kæran skal latast Vaktar- og Bjargingartænastuni, ið sendir kæru til kærumyndugleikan saman við tilfarinum, ið er tikið við í avgerðina av málinum.

 4. stk. Kæra tálmar ikki avgerðini, uttan so at kærumyndugleikin tekur aðra avgerð.

 5. stk. Avgerðin hjá umhvørviskærunevndini er endalig.

§ 16. Tann, sum kemur sær undan at seta tær skipanir, sum eru nevndar í § 3, § 4, 1. stk. og 3. stk., § 9 og § 12, í gildi, verður revsaður við bót ella varðhaldi, uttan so at hægri revsing er uppiborin eftir lógini annars.

 2. stk. Tann, sum kemur sær undan at fylgja einum kravi í § 5, 1. stk., ella ikki lýðir boðunum í § 14, verður revsaður við bót ella varðhaldi, uttan so at hægri revsing er uppiborin eftir lógini annars.

 3. stk. Partafeløg, lutafeløg ella líknandi feløg, sum gera brot á hesa fyriskipan, kunnu sum so fáa sektarábyrgd álagda.

§ 17. Kunngerðin kemur í gildi 1. mai 1987.

Fylgiskjal 1.

Fyrisett mát av “flangsum“ til sambindingarliðið millum rørleiðingarnar úr verkinum og frárenningarleiðingarnar á skipunum, sum leiðir oljukendar blandingar úr maskinrúmsrennunum.

Lýsing

Mát

Tvørmál á útsíðu

215 mm

Tvørmál innan

Svarar til tvørmálið á útsíðuni á rørinum.

Tvørmál á bolting

183 mm

Flangsuskurður/op

6 hol við einum tvørmáli á 22 mm, sum skulu verða sett við eins stórum gloppum á eina boltring av oman fyri nevnda tvørmáli og vera útskorin til flangsu ummálið. Skurðurin skal vera 22 mm breiður.

Flangsutjúkd

20 mm

Boltar og møtrikkar:

6, hvør við einum tvørmáli á 20 mm og í hósk-

tal og tvørmálandi longd.

Flangsan/opið/skrædlið skal kunna taka rør, ið eru upp ímóti 125 mm í tvørmáli innan, úr stáli ella øðrum samsvarandi tilfari við slættari yvirflatu. Flangsan, sum hevur pakning úr oljuføstum tilfari, skal kunna taka eitt arbeiðstrýst á 6 kg/cm3.

Fylgiskjal 2.

Fyrisett mát av “flangsum“ til sambindingarliðið millum rørleiðingarnar úr verkinum og frárenningarleiðingarnar á skipunum til kloakkavlopsvatn.

Lýsing

Mát

Tvørmál á útsíðu

210 mm

Tvørmál innan

Svarar til tvørmálið á útsíðuni á rørinum.

Tvørmál á bolting

170 mm

Flangsuskurður/op

4 hol við einum tvørmáli á 18 mm, sum skulu verða sett við eins stórum gloppum á eina boltring av oman fyri nevnda tvørmáli og vera útskorin til flangsuummálið. Skurðurin skal vera 18 mm breiður.

Flangsutjúkd

16 mm

Boltar og møtrikkar:

4, hvør við einum tvørmáli á 16 mm og í hósk-

tal og tvørmál

andi longd.

Flangsan/opið/skrædlið skal kunna taka rør, ið eru upp ímóti 100 mm í tvørmáli innan, úr stáli ella øðrum samsvarandi tilfari við slættari yvirflatu. Flangsan, sum hevur pakning úr oljuføstum tilfari, skal kunna taka eitt arbeiðstrýst á 6 kg/cm3.