Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 1962Nr. 20
Kunngerð um oyðing av rottu, sum broytt við kunngerð nr. 61 frá 6. november 1962
Samsvarandi heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 40 frá 1. juni 1961 um oyðing av rottu hevur landsstýrið fyrisett hesa
Reglugerð.
§ 1.1) Reglulig rottuoyðing verður sett í verk eina ferð um árið frá 14. til 25. november í øllum kommunum, har rotta er. Tó kann landsstýrið áseta – um tað heldur tað verða neyðugt fyri at fáa arbeiðið gjørt í fyrstani – at oyggjarnar verða lagdar í trý, soleiðis at byrjað verður fyrsta árið við einum triðingi, næsta árið annar triðingur afturat og fyrst triðja árið um allar oyggjarnar.
Teir partar, sum eina ferð eru viðgjørdir, skulu síðani viðgerast á hvørjum ári.
Um oyggjarnar verða sundurlagdar, skal oyggj ikki býtast, men heilar oyggjar vera í hvørjum partinum.
§ 2. Kommunan hevur skyldu til at fáa tilvega tað tilfar, eitur og útleggingarkassar v.m., sum neyðugt er til útleggingina, bæði til høvuðsútleggingina og til eftirfylling, so leingi brúk er fyri tí.
§ 3. Til rottuoyðingina verður einans nýtt eitur, sum landsstýrið góðkennir. Henda góðkenning geldur ikki bert tað slag av eitri, sum nýtt verður, men hvørja einsæra blanding av eitri og ífyllu.
Til annað verður lýst, skal kommuna bert venda sær til landsstýrið um at fáa eitur til rottuoyðing.
§ 4. Hvør kommuna skal áseta ein álítandi mann til at leggja eitur út og hava tað arbeiði undir hond, sum stendst av hesum. Helst má hesin maður verða við arbeiðið ár um ár, so hann kann koma sær til lítar inn í arbeiðið.
Smáar kommunur kunnu vera felags um ein og sama mann í samráð við landsstýrið.
Kommunur skulu áðrenn 1. juni í ár lata landsstýrið vita, hvørjir menn, ið kosnir eru. Búnaðarráðgevarin skal so í samráð við hesar menn leggja arbeiðið til rættis og leggja ætlanina fyri kommununa. Til hetta forarbeiðið hevur kommuna skyldu at vera til hjálpar, deils við at lata innvist til samráðingar og deils við at lata hjálparmanning, um tað er neyðugt.
§ 5. Hvør eigari og leigari skal geva loyvi til, at hús og umráði verða kannað fyri rottur og eitur lagt út.
Líkaleiðis hevur eigari og leigari skyldu til at ganga teimum til handa, sum oyðingina skulu fremja, bæði innanhýsis, í bø, haga og bakka.
§ 6. Eigari og leigari av virki, sum hevur framleiðslu, goymslu ella sølu av føðievni til menniskjur ella dýr, skyldar til at gera tey tiltøk, honum verða áløgd av kommununi, fyri at forða rottu í at koma inn í bygningar ella at halda til á teirra umráði, eins og teir eisini hava skyldu til at beina alt avfall burtur, so at tað elvir ikki rottu.
§ 7. Búnaðarráðgevarin hevur skyldu til at hava eftirlit við, at tey arbeiði, ið áliggja kommunum í samband við rottuoyðing, verða gjørd, og skal geva landsstýrinum frásøgn um tað, sum er at átala.
§ 8. Um kommunan ger ikki sína skyldu eftir hesi lóg, hevur landsstýrið rætt til at seta tey tiltøk í verk fyri hennara kostnað, sum tað finnur hóskandi.