Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mars 2007Nr. 22
Kunngerð um roknskaparverk landsins o. t., sum broytt við kunngerð nr. 110 frá 14. juli 2017
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v. m. verður ásett:
Kapittul 1
Uppgávur roknskaparverksins
§ 1. Roknskaparverkið skal tryggja eina munadygga búskaparfyrisiting við at skráseta upplýsingar, sum skulu verða nýttar til búskaparliga ráðlegging, stýring og eftirlit við virkseminum á øllum stigum í landsfyrisitingini.
Stk. 2. Roknskaparverkið skal verða skipað soleiðis, at útvegast kunnu neyðugar upplýsingar at nýta til innanhýsis roknskapareftirlit, framløgu av tíðarskeiðsroknskapum og at gera landsroknskapin.
Stk. 3. Roknskaparverkið skal lata upplýsingar at nýta til at grannskoða roknskapirnar sbrt. galdandi lóggávu.
Kapittul 2
Hvønn reglurnar galda
§ 2. Reglurnar um roknskaparverk landsins eru galdandi fyri allar stovnar, t. e. aðalráð, stovnar undir teimum, serligar grunnar o. a., umframt sjálvsognarstovnar, sum eru á játtanarlóg javnbjóðis teimum rættiligu landsstovnunum.
Stk. 2. Reglurnar eru eisini galdandi fyri sjálvsognarstovnar, feløg, grunnar o. t., um roknskapur teirra kemur undir § 2, stk. 2 í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v. m.
Kapittul 3
Fyriskipan av roknskaparverkinum
Fíggjarmálaráðið
§ 3. Fíggjarmálaráðið ásetur reglur um roknskaparverk landsins.
Stk. 2. Føroya Gjaldstova stendur fyri at seta í verk reglurnar um roknskaparverk landsins, sum ásettar verða sbrt. stk. 1. Øll uppskot um lógir, kunngerðir og rundskriv, sum viðvíkja landsins roknskaparverki, skulu verða løgd fyri Fíggjarmálaráðið til góðkenningar.
Stk. 3. Føroya Gjaldstova hevur ábyrgdina av at menna, reka og halda viðlíka Búskaparskipan landsins og kann taka neyðugar avgerðir í hesum sambandi. Føroya Gjaldstova ásetur neyvari reglur og sendir út brúkaravegleiðingar o. t. viðvíkjandi skipanini og er ráðgevandi hjá aðalráðum og stovnum í spurningum viðvíkjandi landsins roknskaparverki, búskaparstýring og Búskaparskipan landsins.
Stk. 4. Føroya Gjaldstova útvegar aðalráðunum og stovnunum umframt roknskapargrannskoðanini roknskapir, og letur tær neyðugu upplýsingarnar til játtanareftirlit, roknskap, grannskoðan, hagtøl o. a. Føroya Gjaldstova fyriskipar og setir upp landsroknskapin eftir meginreglum, sum Fíggjarmálaráðið ásetur.
Stk. 5. Roknskaparverkið skal mest møguligt virkað talgilt við so lítlari tilfeingisnýtslu sum møguligt og verða so sjálvvirkandi, sum til ber. Fíggjarmálaráðið er samskipandi liðurin á økinum.
Stk. 6. Fíggjarmálaráðið tekur avgerð um, eftir tilmæli frá aðalráðunum og øðrum javnsettum myndugleikum, hvørjir stovnar skulu hava sjálvstøðugar peningastovnskontur og kassa, og kann gera ásetingar um hetta í hvørjum einstøkum føri.
Aðalráðini og stovnar
§ 4. Aðalráðini og aðrir javnsettir myndugleikar skipa roknskaparhaldið á sínum øki undir yvirskipaðu ásetingunum. Aðalráðini og aðrir javnsettir myndugleikar hava eftirlit við, at reglurnar um roknskaparverkið verða hildnar, og at fingnar verða til vega tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 1. Fylgir roknskaparhaldið ikki tí, sum er fyrisett, eigur aðalráðið at taka stig til at fáa viðurskiftini í rættlag.
Stk. 2. Tað áliggur stovnsleiðaranum at gera og dagføra eina roknskaparreglugerð, sum ásetur, hvussu roknskaparhaldið á stovninum er fyriskipað. Stovnsleiðarin skal ansa eftir, at roknskaparreglugerðin við ábyrgdar- og heimildarreglum verður hildin. Fíggjarmálaráðið sendir út eitt rundskriv við vegleiðing um, hvussu slíkar reglur skulu verða gjørdar. Stovnsleiðarin skal tryggja, at tey, sum arbeiða á roknskaparøkinum, hava nøktandi fakligan førleika at røkja uppgávuna.
Stk. 3. Aðalráðið skal góðkenna, roknskaparreglugerðina, sum skal verða send Føroya Gjaldstovu og roknskapargrannskoðanini til kunningar.
Stk. 4. Allir stovnar, sum koma undir § 2, stk. 1, hava skyldu at nýta Búskaparskipan landsins. Stovnarnir skulu lata skipanini upplýsingar og eftirkanna tað tilfar, teir fáa úr skipanini, samsvarandi teimum reglum, ið Fíggjarmálaráðið hevur ásett í vegleiðingum o. ø.
Stk. 5. Fíggjarmálaráðið kann bert loyva stovnum við serligum tørvi heilt ella lutvíst at nýta sínar egnu búskaparskipanir. Aðalráðini senda Fíggjarmálaráðnum umsókn um hetta, sbrt. stk. 1. Stovnar, ið hava fingið loyvi at nýta egnar búskaparskipanir, skulu nýta eina búskaparskipan á økinum, sum lýkur tey kunningar-, trygdar-, eftirlits- og tíðarkrøv, sum eru galdandi fyri Búskaparskipan landsins. Skipanin skal somuleiðis lúka tey krøv, sum verða sett í hesi kunngerðini. Loyvið er eisini treytað av, at dátusamskiftið kann verða gjørt elektróniskt ella á annan slíkan hátt um standardmarkamótið hjá Búskaparskipan landsins. Kravið til slíkt samskifti er m. a. ein munadygg viðskiftisslóð. Ein skrivlig rakstraravtala skal verða gjørd við Føroya Gjaldstovu og tann stovn, sum gjøllari útgreinar treytirnar fyri dátusamskifti o. t. Føroya Gjaldstova hevur heimild at áseta treytirnar fyri slíkum samskifti.
Stk. 6. Teir stovnar o. t., sum koma undir reglurnar um roknskaparverk landsins sbrt. § 2, stk. 2, verða knýttir at Búskaparskipan landsins eftir gjøllari avtalu við Føroya Gjaldstovu.
Kapittul 4
Roknskaparstýring, roknskapur o. a.
§ 5. Stovnar, ið føra roknskap sbr. § 4, stk. 1, skulu føra roknskap viðvíkjandi virksemi sínum. Roknskaparligu skrásetingarnar skulu í minsta lagi fevna um:
1) Inntøkuviðskifti, sum eru rakstrarinntøkur, inntøkur fyri støðisogn umframt skattir, veitingarinntøkur o. t.
2) Útreiðsluviðskifti, sum eru útreiðslur í sambandi við rakstur, støðisogn, veitingar o. t.
3) Gjaldsviðskifti, sum eru inn- og útgjaldingar.
4) Tilgongd til og tað, sum verður nýtt av vørugoymslu.
5) Tilgongd og nýttar avsettar skyldur.
6) Veittar tilsagnir, og hvørja ávirkan tær hava á útreiðslur ella inntøkur í næsta fíggjarári.
7) Avskrivingar viðvíkjandi materiellari og immateriellari støðisogn.
8) Niðurskriving og uppskriving viðvíkjandi materiellari støðisogn.
9) Aktiv, sum er tilgongd og frágongd viðvíkjandi immateriellari, materiellari og fíggjarligari støðisogn, undir teimum ogn, sum ikki er landsins ogn, men har landið hevur ábyrgdina av fyrisitingini við henni.
10) Passiv, sum er avsettar skyldur og stutt- og langfreistað skuld, undir teimum skuld, sum ikki er landsins skuld, men har landið hevur ábyrgdina av fyrisitingini við henni.
11) Skrásetingarnar skulu eisini eftir tørvi fevna um skásetingar viðvíkjandi bindandi avtalum sbrt. § 6.
Stk. 2. 1) Lønarútreiðslur skulu verða skrásettar við atliti til at veita vitan um almennar lønir, m.a. til lønarupplýsingar í viðmerkingunum til fíggjarlógina.
Stk. 3. 1) Føroya Gjaldstova hevur heimild at fyrireika skrásetingararbeiði og kann krevja neyðugar upplýsingar o.tíl. til endamálið.
Stk. 4. 1) Stovnsleiðarin skal skipa fyri, at hóskandi skráseting av arbeiðstíð, fráveru, frítið o.tíl. er á stovninum, so lønarútgjaldingarnar eru rættar.
Stk. 5. 1) Roknskaparárið fylgir almanakkaárinum. Eitt ella fleiri ískoytistíðarskeið verða knýtt at roknskaparárinum, soleiðis sum Føroya Gjaldstova heldur verða neyðugt.
Stk. 6. 1) Skrásetingin fer fram í samsvari við játtanarlógir og verður gjørd samsvarandi Kontuskipan landsins við tilhoyrandi vegleiðing, umframt reglum, sum Fíggjarmálaráðið ger, og vegleiðingartilfari, sum Føroya Gjaldstova sendir út.
Ræðisroknskapur
§ 6. Roknskaparskrásetingin skal leggjast soleiðis til rættis, at skrásetingar eftir tørvi kunnu gerast av upphæddum viðvíkjandi avtalum og skyldum, sum seinni føra við sær inntøkur ella útreiðslur í verandi ella komandi fíggjarárum.
Innanvirkis roknskapur
§ 7. 1) Roknskaparskrásetingin skal leggjast soleiðis til rættis, at tað í hóskandi mun kann gerast innanvirkis roknskapur o.tíl. við upplýsingum um, hvussu útreiðslur, inntøkur og kostnaðir eru liðað út á endamál, stað, framleiðslu, virksemi o.tíl.
Stk. 2. 1) Innanvirkis roknskapurin skal geva grundarlag fyri at lýsa, hvat einstaka virksemið og ymsu veitingarnar kosta ella væntandi koma at kosta, og eisini hvørji viðurskifti eru avgerandi fyri, hvussu tilfeingið verður nýtt.
Stk. 3. 1) Fíggjarmálaráðið kann áleggja stovnum at gera innanvirkis roknskap við tilskilan av, hvat tílíkur roknskapur skal fevna um.
Kapittul 5
Roknskaparfrágreiðing
Roknskaparframløga
§ 8. Aðalráðini og teir stovnar, sum hoyra undir tey, skulu leggja fram roknskap, samsvarandi teimum reglum, sum Fíggjarmálaráðið hevur ásett.
Stk. 2. Hesir roknskapir verða gjørdir í Búskaparskipan landsins og byggja á upplýsingar frá aðalráðunum og teimum stovnum, sum hoyra undir tey. Játtanarroknskapir verða gjørdir fyri hvønn mánað, fyri hvørt ískoytistíðarskeið og fyri fíggjarárið (ársroknskapur).
Stk. 3. Ársroknskapurin verður gjørdur við atliti at áogn, skuld og upphæddum goldnum frammanundan o. ø., soleiðis at roknskapurin gevur eina rætta mynd av inntøkum og útreiðslum í fíggjarárinum, og somuleiðis av ognum og skuld um fíggjarárslok, sbrt. § 5, stk. 1.
Roknskapargóðkenning
§ 9. Aðalráðini og aðrir javnsettir myndugleikar skulu (eftir reglum, sum Føroya Gjaldstova hevur ásett) góðkenna roknskapir mótvegis Fíggjarmálaráðnum, viðvíkjandi egnum virksemi og virkseminum hjá teimum stovnum, sum hoyra undir hesar stovnar.
Stk. 2. Roknskapirnar viðvíkjandi stovnunum skulu stovnsleiðararnir góðkenna mótvegis hægri myndugleika.
Stk. 3. Sum liður í góðkenningini skal eftirlit vera við, um ogn og skuld og nýtslan av veittum játtanum er gjørd rætt upp, at ikki verður farið út um játtanina og um tær í reglugerðini (sbrt. § 4, stk. 2) ásettu mannagongdir eru hildnar. Í hesum sambandi verður mett um, um játtanarnýtslan er rímilig samsvarandi virksemi stovnsins í farna tíðarskeiði, og um ogn og skuld eru rímiliga stórar.
Stk. 4. Stovnar, sum hava egna búskaparskipan sbrt. § 4 stk. 5, skulu sum liður í roknskapargóðkennningini vátta, at skrásetingarnar í Búskaparskipan landsins eru í samsvari við skrásetingarnar í egnari búskaparskipan.
Landsroknskapurin
§ 10. Roknskaparupplýsingar samsvarandi góðkendum ársroknskapum verða tiknar við í landsroknskapin, sum Føroya Gjaldstova setur upp. Aðalráðini og stovnar skulu fáa til vega meiri roknskapartilfar, sum skal verða nýtt til landsroknskapin, um Føroya Gjaldstova biður um tað, undir teimum notur og yvirlit yvir virksemið hjá landinum, sum eru neyðug fyri at fáa røttu fatanina av roknskapinum.
Kapittul 6
Krøv til roknskaparligu skrásetingina
Skrásetingar
§ 11. Roknskaparliga skrásetingin skal verða løgd til rættis soleiðis, at allar skrásetingar kunnu verða fylgdar fram til roknskapin, uppgerðir ella uppsetanir, sum verða gjørdar til uttanhýsisbrúk. Tølini í ársroknskapinum skulu kunna loysast upp í tær skrásetingar, sum tey eru samansett av (viðskiftisslóðin). KT-loysnirnar skulu verða skipaðar soleiðis, at tær kunnu verða grundarlagið undir eini munadyggari nýtslu viðvíkjandi viðskiftisslóðini.
Stk. 2. Hvør einstøk skráseting skal verða prógvað við einum skjali. Við skjali verður skilt eitthvørt neyðugt prógv fyri viðskifti, sum verða skrásett í bókhaldinum, hóast prógvið er á elektróniskum miðli ella ikki, mikrofilmi, pappíri ella øðrum miðli. Við uttanhýsisskjali verður skilt eitt prógv fyri viðskifti, sum koma frá øðrum enn stovninum. Onnur skjøl eru innanhýsisskjøl. Er eitt uttanhýsisskjal, skal hetta verða nýtt. Skjalið skal vísa tað, sum er neyðugt fyri at eyðmerkja eftirlitsslóðina (t. e. prógva rættleikan í skrásetingini), undir tí týðiliga tilskila viðskiftisdagfestingina og upphæddina. Skjalið skal verða elektróniskt tengt at skrásetingini, og tað skal á ein munadyggan hátt vera gjørligt at koma frá skrásetingini til skjalið.
Stk. 3. Roknskaparliga skrásetingin skal, alt tað ber til, vera sjálvvirkandi og byggja á dátur, sum eru fluttar elektróniskt. Er grundarlagið undir skrásetingini dátur, sum eru fluttar elektróniskt, skal stovnurin, ið førir roknskap, harumframt skjalfesta hvørja einstøku flyting og tíðarbundnu raðfylgjuna hjá teimum.
Stk. 4. Skrásetingarnar skulu fevna um allar búskaparligar hendingar, sum eru týdningarmiklar fyri stovnin, og sum eru fylgja av virksemi stovnsins.
Stk. 5. Øll viðskifti skulu verða skrásett neyvt. Viðskiftini skulu verða skrásett so skjótt sum gjørligt, eftir tað at tey viðurskifti, ið skrásetingarnar vera grundaðar á, eru farin fram.
Stk. 6. Skrásetingarnar skulu mest møguligt verða gjørdar í somu tíðarbundnu raðfylgju, sum viðskiftini hava. Skrásetingarnar skulu vísa á tað skjalatilfarið, sum hoyrir til, og skulu innihalda upplýsingar, ið gera tað gjørligt at gera av tíðarbundnu støðuna hjá tí einstøku skrásetingini í sjálvum bókhaldinum.
Stk. 7. Skrásetingin skal verða fyriskipað og verða framd í verki soleiðis, at roknskapartilfarið - sum skrásetingin er partur av - ikki verður oyðilagt, burturbeint ella avskeplað, eins og tað verður tryggjað fyri villum og misnýtslu.
§ 12. Skjøl, sum verða nýtt sum grundarlag undir skrásetingini, skulu fólk við heimild til tess hava ávíst.
Stk. 2. Verður rættað í roknskapartilfarinum, skal bæði uppruna innihaldið og innihaldið av broytingini síggjast týðiliga á tilfarinum.
Inntøkur, útreiðslur og tíðaravmarking viðvíkjandi teimum
§ 13. 1) Lønarútreiðslur skulu meginregluliga verða tiknar við í tí roknskaparári, rætturin til lønina verður vunnin. Av tí, at fleiri lønarskyldur ikki koma til útgjaldingar fyrr enn í árinum eftir, skulu stovnarnir tíðaravmarka lønirnar um ársskiftið.
Stk. 2. 1) Útreiðslur og inntøkur, sum stava frá vørum og tænastuveitingum, skulu verða skrásettar, tá ið tær eru latnar. Vørur latnar fram til 15. februar kunnu verða skrásettar upp á árið frammanundan, um keypsavtala varð gjørd fyri árskiftið.
Stk. 3. 1) Í teimum førum, tá útreiðslur ella inntøkur ikki stava frá vørum og tænastuveitingum, skulu tær verða skrásettar, so skjótt, upphæddin kann gerast upp, og í seinasta lagi, tá ið goldið verður. Ein upphædd kann gerast upp, um eitt rættarligt krav eftir eini væl greinaðari upphædd kann gerast galdandi. Um eitt munandi krav móti landinum, sum er til eitt ávíst fíggjarár, ikki kann gerast endaliga upp, áðrenn roknskaparárið er lokið, skal upphæddin verða skrásett á einari útreiðslukontu í roknskapinum fyri tað fíggjarárið, grundað á eina meting, soleiðis at upphæddin verður rættað í tí fíggjarári, tá ið kravið endaliga kann verða gjørt upp.
Stk. 4. 1) Út- og inngjaldingar, undir teimum forútgjald, sum ikki beinanvegin kunnu verða beind til eina ávísa útreiðslu-/inntøkukontu, skulu verða skrásett á einari fíggjarstøðukontu, til útreiðslu-/inntøkuskrásetingin kann verða gjørd.
Stk. 5. 1) Tilgongd og nýtsla av vørugoymslu verður skrásett, so hvørt sum vørugoymslan broytist. Sí tó § 19 stk. 2.
Stk. 6. 1) Inntøkur av verkætlanum o. t. – sum rætturin til at taka ímóti, er treytaður av, at ávíst virksemi verður framt - verða tiknar við sum inntøka so hvørt, sum peningurin verður nýttur til ætlaða endamálið.
Stk. 7. 1) Tilgongd av avsettum skyldum skal verða skrásett, tá ið ein bindandi hending er farin fram, og skyldan er sannlík, men óvist er, nær upphæddin fellur til gjaldingar, ella hvussu stór upphæddin er. Nýtslan av avsettum skyldum verður javnað, tá ið skyldan kann gerast endaliga upp, og skyldan verður útint. Nær skyldan ávirkar úrslitið á játtanarroknskapinum er treytað av eftir hvørjum meginreglum, skyldan er tikin við á fíggjarlóg.
Stk. 8. 1) Tilsagnir eiga at verða skrásettar, tá bindandi tilsøgn verður givin. Nær tilsøgnin ávirkar úrslitið á játtanarroknskapinum er treytað av eftir hvørjum meginreglum, tilsøgnin er tikin við á fíggjarlóg.
Stk. 9. 1) Avskrivingar av materiellari og immateriellari støðisogn verða skrásettar við eins stórum upphæddum fyri brúkstíðini viðvíkjandi ognini. Talan er um eina roknskapartøkniliga skráseting, sum ikki ávirkar úrslitið á játtanarroknskapinum.
Stk. 10. 1) Niður- ella uppskrivingar av materiellari støðisogn verða skrásettar, um tað kann staðfestast, at roknskaparliga virðisbroytingin á støðisognini er varandi. Talan er um eina roknskapartøkniliga skráseting, sum ikki ávirkar úrslitið á játtanarroknskapinum.
Stk. 11. 1) Í roknskaparligu ískoytistíðarskeiðunum verða útreiðslur og inntøkur skrásettar, sum hoyra til júst farna roknskaparár. Hesar skrásetingar eiga at verða avmarkaðar til tey føri, har serligar orsakir eru til, at skrásetingin ikki hevur kunnað verið gjørd fyrr.
Stk. 12. 1) Tey roknskaparligu ískoytistíðarskeiðini verða eisini nýtt til at skráseta eftirbókingar.
Broyting í skrásetingarmeginreglum
§ 14. Tá ið skrásetingarmeginregla verður broytt, fer tað, treytað av, hvør broytingin er, at bera í sær tøkniliga treytaðar meirútreiðslur/meirinntøkur ella minniútreiðslur/minniinntøkur. Hesar tøkniliga treytaðu útreiðslur/inntøkur skulu ikki verða tiknar við sum útreiðslur/inntøkur í játtanarroknskapinum. Í staðin fyri skulu roknskaparpostar fyrst í tí fíggjarárinum, tá broytingin verður gjørd, verða tillagaðir soleiðis, at teir vísa ta upphædd, sum teir høvdu havt, um so var, at broytingin varð gjørd, frammanundan viðkomandi fíggjarári. Føroya Gjaldstova ger hesa tillaging eftir eini frágreiðing frá tí aðalráði, sum broytingin viðvíkur, og tillagingin skal vísast við eini notu til fíggjarstøðuna í landsroknskapinum fyri ávísa fíggjarárið eftir neyvari støðutakan, sum Føroya Gjaldstova ger.
Kapittul 7
Gjaldingar
§ 15. Allar útgjaldingar skulu fara fram um Búskaparskipan landsins.
Stk. 2. Hevur ein stovnur fingið loyvi at hava egna gjaldføriskontu og kassa, so skulu tær bert verða nýttar til ásetingarnar sbrt. § 3, stk.6.
Stk. 3. Til ber hjá stovnum at hava ein handkassa. Peningurin kann bert verða brúktur til smáar útreiðslur, sum ikki eru hóskandi at avgreiða um Búskaparskipan landsins ella góðkendar útgjaldsskipanir, og kann ikki verða brúktur til ferðaforskot, ferðapening ella samsýningar av nøkrum slagi.
Stk. 4. Førdur skal verða kassaroknskapur (kassafrágreiðing e. t.), har dagliga skulu verða førdar allar inn- og útgjaldingar fyri hvønn einstakan post, ella um serligar sundurgreiningar eru, ein heildarupphædd fyri hvørja sundurgreining.
Stk. 5. Stovnar skulu javnan gera upp roknskaparligar skrásetingar viðvíkjandi ogn og skuld, undir tí teirra kassa- og gjaldførispening. Er talan um stovnar, og virksemi teirra talar fyri styrktum eftirliti á annan hátt, verða serligar reglur um hetta ásettar í reglugerðini fyri stovnin.
Stk. 6. Reiður peningur skal verða goymdur tryggur og má ikki koma í bland við pening, sum ikki er undir landinum.
Stk. 7. Tað áliggur stovnsleiðaranum at gera ófráboðað kassaeftirlit til tess at vissa seg um, at virðini eru til staðar, og at kassavirksemið verður umsitið á tryggan hátt.
Stk. 8. Gjaldskort e. t. kann verða nýtt eftir reglum, sum Fíggjarmálaráðið ásetur, og skal frágreiðing um kortnýtsluna verða ásett í roknskaparreglugerðini fyri stovnin.
Kapittul 8
Mannagongdir viðvíkjandi gjaldingum
Útgjaldingar
§ 16. Mannagongdin á einum stovni viðvíkjandi útgjaldingum skal tryggja, at útgjaldingar bert verða gjørdar samsvarandi avgerðum, tiknar av fólkum, sum hava heimild til tess. Eisini skal mannagongdin tryggja - við atliti at støddini, slagnum og títtleikanum viðvíkjandi útgjaldingunum - at neyðugt eftirlit er við bæði grundarlagnum undir útgjaldingum og sjálvari avgreiðsluni, í hesum sambandi, hvør móttakarin er.
Stk. 2. Mannagongdin skal verða løgd soleiðis til rættis, at tað starvsfólkaliga verður ein skilnaður millum skrásetingina og gjaldingina. Um hetta ikki er gjørligt, skulu serligar reglur verða ásettar hesum viðvíkjandi í reglugerðini fyri stovnin við tí endamáli at tryggja eftirlitið við gjaldingunum á annan hátt.
Inngjaldingar
§ 17. Mannagongdin á einum stovni viðvíkjandi inngjaldingum skal tryggja, at øll krøv, sum væntandi føra til inngjaldingar, verða skjalprógvað so skjótt sum gjørlig og at ein nágreinilig og fullfíggjað roknskaparlig skráseting fer fram av øllum inntøkum og inngjøldum.
Stk. 2. Skipað eftirlit skal vera við skuldarakontum, og um neyðugt eiga serlig innkrevjingartiltøk at verða sett í verk, so tap verður avmarkað.
Stk. 3. Stovnar, sum fáa virðispost, skulu skipa fyri eftirliti og skráseting viðvíkjandi hesum posti, sum liður í postmóttøkuni.
Kapittul 9
Varðveitsla av roknskapartilfari
§ 18. Roknskapartilfar er:
1) Skrásetingar, undir teimum viðskiftisslóðin.
2) Skjøl og annað próvførslutilfar umframt upplýsingar annars, sum eru neyðugar til at prógva eftirlitsslóðina.
3) Roknskapir, roknskaparligar uppgerðir ella uppsetanir.
4) Vegleiðingar, undir teimum frágreiðing viðvíkjandi bókhaldinum og avtalur um elektróniskt dátusamskifti.
5) Frágreiðingar um skipanir til at goyma og finna fram aftur goymt roknskapartilfar.
6) Grannskoðanarfrágreiðingar o. t.
Stk. 2. Tað áliggur aðalráðunum og teimum stovnum, sum eru undir teimum, at goyma roknskapartilfar í 5 ár frá tí, at roknskaparárið er endað, uttan so at ein longri freist er ásett aðrastaðni. Skjalagoymslan skal verða skipað á ein slíkan hátt, at hon er trygg, og at tað ber til sjálvstøðugt og eintýtt at finna fram aftur roknskapartilfarið í goymslutíðarskeiðnum.
Stk. 3. Verður roknskapartilfarið goymt á elektróniskum miðlum ella á slíkan hátt, skal tað - uttan at nakað verður gjørt við tað, útrokningar ella tillagingar - kunna verða skrivað út við klárskrift.
Stk. 4. Send ella móttikin elektrónisk skjøl, sum verða brúkt til roknskaparføringina, skulu verða goymd í sínum upprunaskapi og -formati. Goymslan skal verða soleiðis skipað, at krøvini til rættleikan og fullkomileikan verða hildin og soleiðis, at dátur ikki verða fyribeindar heilt ella lutvíst av feilum, av at skipanir ganga fyri ella av øðrum rakstrarólagi, sama ger, um dátur verða goymdar á stovninum, sum skrásetur skjølini ella hjá triðjaparti.
Stk. 5. Pappírsskjøl, sum eru gjørd um til elektróniskan form við tí í hyggju at goyma tey á elektróniskum miðli, mikrofilmi ella slíkum, kunnu verða beind burtur.
Kapittul 10
Fyrisitingaruppgávur
Fyrisiting viðvíkjandi vørugoymslu
§ 19. Tað áliggur stovnunum at føra serstøk yvirlit yvir vørugoymslur, uttan so at goymslurnar nærum ongan týdning hava. Skrásetingin skal verða gjørd á ein tílíkan hátt, at hon kann verða nýtt sum grundarlag undir eftirliti, um virðini eru til staðar og við fyrisitingini viðvíkjandi goymslunum annars.
Stk. 2. Virðið á vørugoymslunum má ikki verða tikið við á goymslukontu í roknskapunum hjá stovnunum, uttan so at játtanarheimild er til tess.
Stk. 3. Vørugoymslurnar eiga ikki at vera størri enn tað, sum mett verður neyðugt, fyri at virksemið á stovnunum kann fara fram ótarnað, og ikki størri enn tað, sum mett verður at vera búskaparliga forsvarligt til keyp og goymslu.
Fyrisiting viðvíkjandi øðrum ognum
§ 20. 1) Yvirlit skulu gerast yvir ognir, so sum verkløg, jørð, bygningar, maskinur, før, innbúgv og annan virðismiklan útbúnað.
Stk. 2. 1) Yvirlitini skulu hava upplýsingar um keypsvirðið og broyting í virðismetingini, livitíð umframt aðrar upplýsingar, sum hava týdning fyri fyrisitingina.
Stk. 3. 1) Yvirlitini skulu fevna um ognir og útbúnað, hvørs keypsvirði er omanfyri 50.000 kr.
Stk. 4. 1) Ognir og útbúnaður skulu skrásetast í Búskaparskipan landsins, um ikki stovnur hevur fingið loyvi til at nýta egna búskaparskipan sbrt. § 4, stk. 5.
Fyrisiting av legatum
§ 21. Ognir hjá legatum, sum sbrt. viðtøkum verða umsitin av landsstovnum, verða tiknar við í landsroknskapin samsvarandi Kontuskipan Landsins.
Fyrisiting viðvíkjandi ognum og skuld hjá øðrum enn landinum
§ 22. Landsstovnar mugu ikki fyrisita ogn og skuld hjá øðrum enn hjá landinum, uttan so at heimild er fyri tí, ella ein avtala um hetta er gjørd við aðalráð stovnsins ella javnsettan myndugleika.
Stk. 2. Tøkur peningur skal verða settur inn í peningastovn.
Stk. 3. Tílíkar ognir og skuld verða ikki taldar við í ogn og skuld hjá stovninum (landinum) og verða skrásettar samsvarandi Kontuskipan landsins.
Kapittul 11
Frávik frá ásetingunum í kunngerðini
§ 23. Frávik frá ásetingunum í kunngerðini kunnu bert verða gjørd eftir boðum frá ella við loyvi frá Fíggjarmálaráðnum.
Kapittul 12
Gildiskoma
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996 um roknskaparverk landsins o. a. úr gildi.
Fíggjarmálaráðið, 14. mars 2007
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)