Kunngerð nr. 24 frá 18. apríl 1952 um nautisk royndarkamar fyri skipsljós og kumpassir 1)
§ 1. Eftir samráð við ríkisstýrið er sett á stovn í Tórshavn nautisk royndarkamar.
§ 2. Royndarkamarið hevur til uppgávu at kanna og síðani geva prógv (certificat) fyri skipsljós og kumpassir.
§ 3. Kanningin verður framvegis framd eftir reglunum í kunngerðum nr. 40 og 41. frá 30. januar 1930.1)
§ 4. Stovnsetingar- og rakstrarútreiðslur verða goldnar av landskassanum, sum til lutvísa afturrindan av hesum fær tey gjøld, sum skulu latast fyri kanning og prógv.
§ 5. Tey í § 4 nevndu gjøld eru hesi:
Fyri kanning av skipsljósum kr. 20.- fyri hvørt ljósið.
Fyri kanning av kumpassum kr. 20.- fyri hvørja kumpass.
Fyri kanning av skipsljósum og kumpassum, ið ikki kunnu fáa prógv, kr. 10.- fyri hvørt ljósið og hvørja kumpass.
Fyri avrit av nýggjum prógvum kr. 2.- fyri hvørt.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
1) Avloyst av Teknisk forskrift SM 340 og SM380, víst verður til bls. 3492-93.