Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mars 2017Nr. 24
Kunngerð um broyting í kunngerð um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan v.m.
(Broyttur inngangur og stuðul til sálarfrøðiliga viðgerð)
§ 1
Í kunngerð nr. 114 frá 27. november 2012 um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan v.m. verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan o.a.”
2. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 7, stk. 3, § 12, stk. 10, § 16, stk. 3, § 23, stk. 5, § 25, stk. 6 í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013 og løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, og við heimild í § 10, stk. 6 í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2012 og løgtingslóg nr. 83 frá 22. mai 2015, verður ásett:”
3. § 9 verður orðað soleiðis:
“§ 9. Stuðul til leiðbeinaraskipan sbrt. § 25, stk. 5, 1. pkt. í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verður veittur, tá Almannaverkið metir, at útlitini fyri at fáa fyriskipanina at eydnast eru betri enn við leiðbeinara sbrt. § 8.
Stk. 2. Stuðul til sálarfrøðiliga viðgerð sbrt. § 25, stk. 5, 2, pkt. í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk kann bert veitast, tá mett verður, at tað er ein fyritreyt fyri, at ein persónur kann luttaka í eini fyriskipan.
Stk. 3. Stuðul sbrt. stk. 2 kann í mesta lagi veitast til 15 sálarfrøðiligar viðgerðir í einum 12 mánaða skeiði.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 23. mars 2017
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)