Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 28-03-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 26 frá 28. mars 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

28. mars 2017Nr. 26

Kunngerð um fiskiskapin eftir botnfiski, rækjum og krabba við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2017

Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 2, 4 og 15, § 9, stk. 4, § 26, stk. 1 og 3, § 32, stk. 1, og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett:

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski, rækjum og krabba í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi í 2017 sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland og fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið.

Toskur, svartkalvi og brosma í Eysturgrønlandi

§ 2. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2017 fiska 350 tons av toski, 325 tons av svartkalva og 100 tons av brosmu í Eysturgrønlandi.

Stk. 2. Av kvotunum, sambært stk. 1, verða 345 tons av toski, 8 tons av svartkalva og 100 tons av brosmu latin til veiðu við línu, og 5 tons av toski og 317 tons av svartkalva latin til veiðu við troli. Kvoturnar verða latnar fiskiførum sum felags árskvota. Beinleiðis fiskiskapur eftir toski er loyvdur frá 1. juni 2017.

Stk. 3. Fiskiloyvi at fiska sambært stk. 1 og 2 verða latin eigarum av upp til trimum fiskiførum undir føroyskum flaggi, ella fiskiførum, veiðiloyvið er flutt á, sum hava fiskiloyvi til botnfisk í føroyskum sjógvi, og sum í tíðarskeiðinum 2012-2016 hava fiskað mest av botnfiskakvotunum í Eysturgrønlandi sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland.

Stk. 4. Eru útlit fyri, at rættindini sambært stk. 1 og 2 ikki verða fullnýtt, kann Vørn, eftir 1. september 2017, lata øðrum fiskiførum fiskiloyvi. Tá avgerð verður tikin um hetta, kann Vørn gera undantak frá avmarkingunum um veiðihátt í stk. 2 og treytunum í stk. 3, og skal í viðgerðini leggja dent á, at føroysku rættindini sambært stk. 1 mest møguligt verða gagnnýtt, herundir, at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap í Grønlandi í 2017.

Stk. 5. Vørn skal alment boða frá, tá søkjast kann um fiskiloyvi sambært stk. 4.

Toskur og brosma í Eysturgrønlandi

§ 3. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2017 fiska 875 tons av toski og 375 tons av brosmu í Eysturgrønlandi.

Stk. 2. Kvoturnar, sambært stk. 1, verða latnar línuskipum í bólki 3, sambært § 28 í løgtingslógini, sum felags árskvota, sum kann fiskast eftir 1. juni 2017.

Stk. 3. Fiskiloyvi at fiska sambært stk. 2 verða latin eigarum av línuskipum í bólki 3, sambært § 28, stk. 1 í løgtingslógini, tó so, at í mesta lagi seks skip kunnu vera til fiskiskap í senn. Skrivlig umsókn um fiskiloyvi skal vera Vørn í hendi í seinasta lagi 1. mai 2017, klokkan 12.00. Í umsóknini skal tilskilast, hvat fyri tíðarskeið, sambært stk. 4, skipið ynskir at fara til fiskiskap.

Stk. 4. Um fleiri enn 6 umsóknir eru til kvoturnar sambært stk. 2, verður fiskiskapurin skipaður í tíðarskeiðum á 3 vikur við í mesta lagi 6 skipum í hvørjum tíðarskeiði. Fyrsta tíðarskeiðið byrjar 1. juni 2017.

Stk. 5. Eru fleiri enn seks umsóknir, ið ynskja at sleppa til fiskiskap sama tíðarskeið, verður lutakast um, hvørji sleppa til fiskiskap hetta tíðarskeiðið. Umsøkjari, sum ikki fær lut, verður fluttur til tíðarskeið, har pláss er. Eru fleiri umsøkjarar til sama tíðarskeið, ið ikki fáa lut, og sum ynskja annað tíðarskeið, har pláss er, verður aftur lutakast um, hvør umsøkjari fær atgongd til tíðarskeiðið, um tað ikki eru nóg nógv pláss tøk.

Stk. 6. Felagskvotan fyri hvørt tíðarskeið, sambært stk. 4, verður ásett sum kvoturnar sambært stk. 2 falda við einum brotparti, har teljarin er tal av umsóknum til hetta tíðarskeið, tó í mesta lagi 6, og nevnarin ásettur sum samlaða talið av umsóknum sambært stk. 4. Møguligt avlop, ella ov nógv fiskað í fyrra tíðarskeiði, verður lagt afturat ella drigið frá felags kvotunum.

Stk. 7. Eftir umsókn kann Vørn játta eigara av fiskifari, sum hevur tilsøgn um at fáa fiskiloyvi ávíst tíðarskeið sambært stk. 4, at byrja fiskiskap í øðrum tíðarskeiði, treytað av, at eigarar av fiskifari, sum eisini hava tilsøgn um at byrja í upprunaliga tíðarskeiðinum, loyva hesum, og at talið av fiskiførum í øðrum tíðarskeiði ikki fer upp um 6. Fiskifarið kann í mesta lagi vera til fiskiskap í 3 vikur, roknað frá tí, at farið verður til fiskiskap.

Stk. 8. Veiðan hjá fiskifari, sum sambært stk. 7 fer til fiskiskap annað tíðarskeið enn upprunaliga tillutað, verður roknað av kvotuni, sum er sett av til tíðarskeiðið, sum fiskifarið upprunaliga fekk tilsøgn um at fara til fiskiskap í.

Stk. 9. Eru útlit fyri, at felagskvoturnar í stk. 2 ikki verða fullnýttar, kann Vørn, eftir 1. september 2017, gera av at lata fiskiloyvi til onnur fiskifør í bólki 3, sambært § 28, stk. 1 í løgtingslógini, at fiska av felagskvotunum. Vørn skal alment boða frá hesi avgerð, og tá søkjast kann um fiskiloyvi. Eru fleiri enn seks umsóknir, verður avgerð, um hvørji skip kunnu sleppa til fiskiskap, tikin við lutakasti.

Svartkalvi í Vesturgrønlandi

§ 4. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2017 fiska 100 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi.

Stk. 2. Fiskiloyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1 verður latið eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, ella fiskifari, veiðiloyvið er flutt á, sum hevur fiskað svartkalva í Vesturgrønlandi sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland í tíðarskeiðinum 2012-2016. Rættindi at fiska í Vesturgrønlandi verða latin fiskiførum sum felags árskvota.

Stk. 3. Eru útlit fyri, at rættindini sambært stk. 1 ikki verða fullnýtt, kann Vørn, eftir 1. september 2017, lata øðrum fiskiførum fiskiloyvi. Tá avgerð verður tikin um hetta, kann Vørn gera undantak frá treytunum í stk. 2, og skal í viðgerðini leggja dent á, at føroysku rættindini sambært stk. 1 mest møguligt verða gagnnýtt, herundir, at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap í Grønlandi í 2017.

Stk. 4. Vørn skal alment boða frá, tá søkjast kann um fiskiloyvi sambært stk. 3.

Svartkalvi og kongafiskur í Eysturgrønlandi

§ 5. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2017 fiska 110 tons av svartkalva og 50 tons av kongafiski í Eysturgrønlandi.

Stk. 2. Fiskiloyvi til at fiska av kvotunum sambært stk. 1 verður latið eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, ella fiskifari, veiðiloyvið er flutt á, sum undanfarin ár hevur havt rætt at fiska av kvotunum. Rættindini verða latin fiskiførum sum egin árskvota.

Stk. 3. Kongafiskakvotan, sambært stk. 1, kann bert fiskast við uppsjóvartroli.

Rækjur

§ 6. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2017 fiska 1.250 tons av rækjum í Eysturgrønlandi.

Stk. 2. Fiskiloyvi til veiðu sambært stk. 1 verða latin rækjuskipum, t.e. fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum í 2016 høvdu fiskiloyvi, sambært § 5, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, at fiska rækjur í grønlendskum sjógvi. Rættindini verða latin fiskiførum sum egin árskvota.

Krabbi

§ 7. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2017 royndarfiska eftir krabba í Eysturgrønlandi. Samlaða veiðan av krabba kann í mesta lagi vera 500 tons.

Stk. 2. Fiskiloyvi, sambært stk. 1, verður latið fiskiførum undir føroyskum flaggi, sambært § 5, stk. 4, 1. pkt. og § 5, stk. 4, 3. pkt. í løgtingslógini. Treyt er, at fiskifarið er útgjørt at fiska, hagreiða og frysta veiðuna.

Fiskileiðir fyri tosk

§ 8. Toskakvoturnar, sambært § 2, stk. 2 og § 3, stk. 2, kunnu fiskast á hesum leiðum í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi:

1)   NAFO 1F og ICES XIV, t.e. vestan fyri 44°00’V og sunnan fyri 60°45’N, og eystan fyri 44°00’V og sunnan fyri 62°30’N.

2)   ICES XIV, t.e. norðan fyri 62°30’N.

Treytir um avreiðing

§ 9. Øll veiða av toski og brosmu, sambært §§ 2-3, skal landast um eina innvigingarskipan í Føroyum, sum er góðkend av Vørn.

Stk. 2. Fyrsta søla av veiðuni, sambært stk. 1, skal fara fram í Føroyum. Verður veiða útflutt óvirkað, skal útflytarin skjalprógva, at fiskurin er boðin út um uppboðssølu eftir reglunum í kunngerð um almenna uppboðssølu av fiski.

Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 1 og 2 er loyvt fiskifari, við fiskiloyvi at fiska av kvotum sambært §§ 2-3, at avreiða uttanlands upp til 25% av samlaðu veiðuni av toski og brosmu hjá tí einstaka fiskifarinum, gjørd upp 4. hvønn mánað. Tá avreitt verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.

Stk. 4. Vørn førir yvirlit yvir allar avreiðingar uttanlands av veiðu av kvotum av toski og brosmu, sambært §§ 2-3, fyri hvørt fiskifarið sær. Gjørt verður upp 4. hvønn mánað, fyrstu ferð frá 1. juni til 31. august 2017.

Stk. 5. Hóast ásetingina í stk. 1 kann veiða av kvotum av toski og brosmu, sambært §§ 2-3, verða landað uttanlands, um veiðan verður flutt óvirkað til Føroyar, og fyrsta søla av veiðuni fer fram í Føroyum. Verður veiða útflutt óvirkað úr Føroyum, skal útflytarin skjalprógva, at fiskurin er boðin út um uppboðssølu eftir reglunum í kunngerð um almenna uppboðssølu av fiski. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.

Fiskiloyvi

§ 10. Fiskiskapur í grønlendskum sjógvi, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.

Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í grønlendskum sjógvi, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Grønland hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki.

§ 11. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í grønlendskum sjógvi.

Sýni

§ 12. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.

§ 13. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.

Fráboðanir

§ 14. Fiskifør, sum veiða í grønlendskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:

1)   Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldið hjá Grønlandi.

2)   Veiðifráboðan hvønn dag. Veiðifráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal vera send, tá fiskiskapur fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

3)   Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiðiumveldi Grønlands.

Stk. 2. Fiskifør skulu somuleiðis senda grønlendskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi.

Revsing

§ 15. Brot á § 9, stk. 1 og 2 og §§ 10 og 14 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður revsaður tann, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 12 ella 13.

Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.

Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð, um fiskifarið hevur fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir, ásettar í fiskiloyvinum latið sambært § 10 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2017.

 

 

Fiskimálaráðið, 28. mars 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.

 

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldið hjá Grønlandi.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Komutíð til eftirlitsstað

PT

Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

 

2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal sendast, tá fiskiskapur fyri dagin er liðugur, og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðan skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

 

3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiðiumveldi Grønlands.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit and control report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Komutíð til eftirlitsstað

PT

Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking