Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 31-01-2007
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2007 A - Hefti 2 A frá 31. januar 2007
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

25. januar 2007Nr. 3

Kunngerð um kærunevnd í lendismálum

Við heimild í § 10a, stk. 2, í løgtingslóg nr. 13 frá 21 mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, § 39a í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing og § 8 í lóg nr. 69 frá 7. maj 1881 om Forpligtelse til Jords Afgivelse til offentlige Veje, Havne og Landingssteder, samt til offentlige Skoler på Færøerne, sum seinast broyttar við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006, verður ásett:

§ 1. Heimild landsstýrismansins sum kærumyndugleiki sambært býarskipanarlógini, tinglýsingarlógini, matrikullógini og 1881-lógini um ognartøku verður løgd til kærunevndina í lendismálum, sbr. løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Innlendismálaráðið, 25. januar 2007

 

Jacob Vestergaard (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)