Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2001Nr. 30
Kunngerð um at senda inn fráboðan sambært havumhvørvislógini, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
Við heimild í § 39, § 48 og § 61 í kgl. fyriskipan nr. 646 frá 12. august 1999 um ígildisetan í Føroyum av lóg um vernd av havumhvørvinum, verður ásett:
§ 1. Skipsførarin og leiðarin á havstøðini skulu beinanvegin boða teimum myndugleikum, ið eru nevndir í § 3, frá útláti ella vanda fyri útláti frá skipi ella havstøð, sum gongur ímóti ásetingunum í kapittlunum 2-7 í lógini ella reglum, sum eru ásettar sambært hesum kapitlum, ella sum er fevnd av § 58 í lógini. Harumframt skal beinanvegin verða boðað frá samanstoyti ella um tikið verður í botn. Eisini skal beinanvegin boðast frá, um tað orsakað av eldi, spreinging, brek á maskinu ella á aðra útgerð, sum kann hava ávirkan á stýrievnini hjá skipinum ella havstøðini, ella um tað av øðrum orsøkum er vandi fyri útláti, so sum
1) útláti ella møguligum útláti av skaðiligum evnum, sum eru innpakkað, t.d. í bingjum, flytandi tangum, akførum, jarnbreytarvognum ella prámum, sum eru umborð ella
2) við skaða ella breki á skipi, ið er 15 metrar ella longri, sum
a) ávirkar trygdina umborð og sum fevnir um, men sum ikki er avmarkað til, samanstoyt, skipbrot, eld, spreinging, skaðar á skrokk, lekar, forskjóting av last ella
b) er atvoldin til, at siglingartryggleikin versnar, og sum fevnir um, men sum ikki er avmarkað til, brek ella skaða á stýriskipanina, maskinuna, elveitingarskipanina og týðandi stýrihjálpitól.
Stk. 2. Skipsførarin, leiðarin á havstøðini og skipari á flogfari skal beinanvegin boða teimum í § 3 nevndu myndugleikum frá, um tað frá skipinum, havstøðini ella flogfarinum síggjast munandi útlát av olju ella skaðiligum flótandi evnum, herímillum útlat av skaðiligum flótandi evnum og tilfari, sum er innpakkað.
Stk. 3. Skipsførarin og leiðarin á havstøðini skal beinanvegin boða frá, um dumping ella brenning á sjónum er framd frá skipinum ella frá havstøðini sambært § 58 í havumhvørvislógini við atliti at trygd teirra ella fyri at bjarga mannalívum ella vegna skaða á skipið ella havstøðina ella útgerð tess.
Stk. 4. Um eigarin ella brúkarin av skipi ella havstøð fær kunnleika um, at skipsførarin ella leiðarin av havstøðini ikki hevur boðað frá, ella um fráboðanin er ófullfíggjað, samanber §§ 5-8, skal eigarin ella brúkarin beinanvegin boða frá hesum.
Stk. 5. Í teimum førum, sum eru nevnd í stk. 1 og 2, skal loðsurin á skipinum ella havstøðini somuleiðis beinanvegin boða myndugleikunum frá, sum eru nevndir í § 3.
Stk. 6. Við skaðilig evni, sum eru innpakkað, og nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1 og stk. 2, skilst við evni, sum sambært altjóða fyriskipanini um vandamiklan farm frá IMO, eru eyðmerkt at dálka havið.
Stk. 7. Av teimum upplýsingum, sum verða nevndar í §§ 5-8, skulu havstøðir, sum gera leiti- og framleiðsluboringar og framleiða kolvetni úr undirgrundini, bara boða frá upplýsingum, ið eru av týdningi fyri viðkomandi støð.
Stk. 8. Hendan kunngerð fevnir ikki um fráboðanir í sambandi við loyvi til nýtslu og burturbeining sambært kunngerð um nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari frá havstøðum.
§ 2. Havnamyndugleikin skal beinanvegin boða frá, um munandi útlát av olju ella skaðiligum flótandi evnum verða staðfest í havnini, herímillum útlát av skaðiligum evnum og tilfari, sum verður flutt innpakkað, og vandi er fyri havdálking.
§ 3. Fráboðanin skal latast Vaktar- og Bjargingartænastuni.
Stk. 2. Uttanfyri føroyskt sjóøki kann fráboðanin eisini latast avvarðandi myndugleikum í næsta strandalandi. Fráboðanir frá skipum og havstøðum skulu sendast um næstu radiostøð, ella á ein hátt, sum tryggjar skjótast møguliga avgreiðslu. Fráboðanir frá flogførum verða sendar gjøgnum ta flogferðslutænastueind, sum flogfarið til hvørja tíð hevur samband við.
Stk. 3. 1) Er fráboðan um teir í § 1, stk. 3 nevndu tilburðir send útlendskum myndugleikum, skal fráboðanin somuleiðis sendast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi eina viku eftir, at dumpingin ella brenningin er framd.
§ 4. Fráboðan sambært hesi kunngerð skal sendast um radio, telefon ella á tann hátt, sum tryggjar skjótast møguliga avgreiðslu. Fráboðan um tey mál, sum nevnd eru í § 3, stk. 3, skal tó vera skrivlig.
Stk. 2. 1) Útreiðslur til fráboðanir av tí slagi, sum eru nevndar í § 1, stk. 2, verða goldnar av Umhvørvisstovuni.
§ 5. Í fráboðanum um tey mál, ið eru nevnd í § 1, stk. 1, skulu vera allar upplýsingar, sum kunnu vera av týdningi fyri meting av støðuni hjá teimum myndugleikum, sum eru nevndir í § 3. Upplýsingar skulu millum annað vera um
1) navn á skipi ella havstøð, eins og heimstaður og altjóða radiokallisignal hjá hesum,
2) slag og stødd á skipi ella havstøð,
3) slag av farmi, nøgd og stað umborð, umframt møguleikarnar fyri at flyta farm ella barlast til onnur skip ella havstøðir,
4) slag og nøgd av brennievni og hvar hetta er umborð,
5) nær hendingin barst á,
6) knattstøða, kós og ferð hjá skipi ella havstøð, tá hendingin barst á,
7) kós og ferð hjá skipi ella havstøð aftaná hendingina, ella um skipið ella havstøðin er strandað, dýpið framman og aftan,
8) seinasta fráferð hjá skipi ella havstøð, umframt nær væntandi verður komið í næstu havn,
9) veður, vind- og streymviðurskifti og sýni,
10) hvat er hent, hvør orsøkin var og hvussu gongdin var, eitt nú hvar skaðin er hendur og um eitt møguligt útlát heldur fram,
11) øll týðandi viðurskifti um støðuna hjá skipi ella havstøð,
12) hvørji tiltøk eru sett í verk fyri at fyribyrgja ella avmarka útláti,
13) í hvønn mun biðið er um hjálp og í hvønn mun hjálp er fingin,
14) á hvørjum radiofrekvensi ella á hvørjari rás verður lurtað, og
15) hvør er eigari ella brúkari av skipi ella havstøð ella hvør er næsti umboðsmaður á staðnum.
Stk. 2. Í fráboðanum um mál, sum eru nevnd í § 1, stk. 1 skulu harumframt vera nágreiniligar upplýsingar um tey evni, sum eru latin út, ella sum vandi er fyri fara at verða latin út, m.a.
1) nágreinilig frágreiðing um evnini, herundir røttu teknisku heitini,
2) tilskilan av ella meting um nøgd, styrki og sannlíkum líki av evnunum,
3) frágreiðing um útbreiðslu og rørslu av útlátinum, og
4) navn á móttakara, avskipara ella framleiðara av evnunum.
Stk. 3. Ískoyti skal gerast til fráboðanina, um viðurskiftini, sum eru lýst, broytast.
Stk. 4. Í fráboðan frá loðsinum skulu vera tær upplýsingar, nevndar í stk. 1-3, sum loðsurin veit um ella átti at vita um.
§ 6. Í fráboðanum um tær hendingar, sum eru nevndar í § 1, stk. 2, skulu vera allar upplýsingar, sum kunnu vera av týdningi fyri viðgerðina av málinum hjá teimum myndugleikum, ið eru nevndir í § 3, herundir upplýsingar um
1) navn á skipi ella havstøð, heimstaður og altjóða radiokallisignal hjá hesum,
2) nær hendingin, sum talan er um, varð sædd,
3) knattstøða og útbreiðsla av eygleidda útlátinum,
4) hvørji evni eru latin út og sannlík nøgd av hesum evnum,
5) hvaðani stavar útlátið, og
6) veður, vind- og streymviðurskifti og sýni, tá hendingin varð sædd.
§ 7. Í fráboðan um dumping sambært § 1, stk. 3, skulu vera upplýsingar um
1) navn á skipi ella havstøð, heimstaður og altjóða radiokallisignal hjá hesum,
2) nær fór dumpingin fram,
3) knattstøða hjá skipi ella havstøð, tá dumpingin fór fram,
4) slag og nøgd av evnum og tilfari, sum er dumpað,
5) veður, vind- og streymviðurskifti og sýni,
6) á hvønn hátt dumpingin fór fram, og
7) orsøkirnar til, at dumpingin fór fram.
§ 8. Í fráboðan um brenning á sjónum sambært § 1, stk. 3, skulu vera upplýsingar um
1) navn á skipi ella havstøð, heimstaður og altjóða radiokallisignal hjá hesum,
2) nær brent varð,
3) knattstøða hjá skipi ella havstøð, tá brent varð,
4) slag og nøgd av evnum og tilfari, sum er brent,
5) veður, vind- og streymviðurskifti og sýni,
6) á hvønn hátt brent varð,
7) brenniorkan, og
8) orsøkirnar til, at brent varð.
§ 9. Í fráboðan um hendingar, sum eru nevndar í § 2, skulu vera allar upplýsingar, sum kunnu vera av týdningi fyri meting Vaktar- & Bjargingartænastunar av støðuni, herundir upplýsingar um
1) knattstøðu og útbreiðslu av tí eygleidda útlátinum,
2) hvørji evni eru latin út og sannlík nøgd,
3) veður, vind- og streymviðurskifti, og
4) hvaðani útlátið kemur.
§ 10. Í sambandi við hendingar, sum eru nevndar í §§ 1 – 2, skulu teir persónar, sum verða nevndir í hesum greinum, og viðkomandi havnamyndugleiki eftir umbøn geva teimum myndugleikum, sum eru nevndir í § 3, stk. 1, og teimum útlendsku myndugleikum, sum sambært § 3, stk. 2, hava fingið fráboðan, allar upplýsingar av týdningi fyri arbeiðið at seta í verk tiltøk við tí endamáli at forða fyri ella avmarka havdálking.
§ 11. Um ikki harðari revsing er ásett í lóggávuni annars verður við sekt revsaður tann, sum brýtur §§ 1-2 ella §§ 4-10.
Stk. 2. Revsingin kann verða herd til hefti ella fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um brotið hevur havt við sær
1) skaða á ella vanda fyri skaða á umhvørvið ella
2) fíggjarligan fyrimun, herundir sparingar, fyri tann, ið hevur framt brotið ella onnur.
Stk. 3. Fyri brot, sum eru framd av partafeløgum, lutafeløgum, smápartafeløgum ella tílíkum, kann bótin verða kravd av felagnum sjálvum.
Stk. 4. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum verða áløgd bót.
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Oljumálastýrið, 8. mars 2001
Eyðun Elttør (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 er soljóðandi: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”