Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. mai 2006Nr. 32
Kunngerð um virksemi o.a. á dagstovnum og dagrøktum
Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, verður ásett:
Kapittul 1
Dagstovnar
§ 1. Dagstovnar eru vøggustovur, barnagarðar, útibarnagarðar, frítíðarheim, virkishús og samansjóðaðir (integreraðir) stovnar, har ansað verður eftir børnum í ávísum aldri, sambært stk. 2.
Stk. 2. Vøggustovur eru ætlaðar børnum í aldrinum frá umleið 5 mánaðir til umleið 3 ár. Barnagarðar eru ætlaðir børnum í aldrinum 3 til 7 ár. Útibarnagarðar eru ætlaðir børnum í aldrinum 4 til 7 ár. Frítíðarheim eru ætlað børnum í aldrinum 6 ár til umleið 18 ár. Samansjóðaðir stovnar eru ætlaðir børnum frá umleið 5 mánaðir til 7 ár.
Stk. 3. Bert um foreldur ynskja tað og um stovnsleiðslan annars metir hetta at vera námsfrøðiliga í samsvari við menningina hjá barninum, kann í einstøkum førum víkjast frá kravinum um aldursbýti sambært stk. 2.
Kapittul 2
Dagrøkt
§ 2. Dagrøkt er skipað ansing í heimi dagrøktarans og á spælistovum. Ein spælistova er at rokna sum høli, ið kommunan kann fáa til vega, fyri at børn nakrar tímar um vikuna fáa høvi til at spæla og mennast saman við øðrum børnum.
Stk. 2. Ein dagrøktari kann í mesta lagi ansa 5 børnum, íroknað egin børn undir skúlaaldur.
Kapittul 3
Virksemi og stovnsetan
§ 3. Dagstovnurin eigur at seta orð á, hvørji námsfrøðilig mál eiga at vera nádd fyri hvønn aldursbólk av børnum, og hvussu hetta skal setast í verk.
Stk. 2. Dagrøktarskipanin ger eitt námsfrøðiligt endamál fyri hvørt dagrøktarheim, ið er knýtt at skipanini, sum í størst møguligan mun tekur atlit at hvørjum einstøkum barni.
Stk. 3. Foreldur eiga at verða væl kunnað um dagliga virksemið.
§ 4. Áðrenn eitt heim verður góðkent sum dagrøktarheim, skal kommunan kunna seg við umstøðurnar, sum nevndar eru í stk. 2.
Stk. 2. Kommunan skal kanna, um dagrøktarin hevur førleika til arbeiðið. Tryggjast skal, at rúmini, har børnini skulu vera, heilsuligu viðurskiftini og uttandura spæliviðurskiftini eru trygg og hóskandi til ansing av børnum.
Kapittul 4
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 4. mai 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Maria á Dul (sign.)