Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 23-03-2001
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

8. mars 2001Nr. 33

Kunngerð um móttøkuskipanir í føroyskum havnum fyri leivdir og blandingar av skaðiligum flótandi evnum, ið verða flutt sum leysafarmur (í bulk), sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007

Við heimild í § 24, stk. 2, § 55, stk. 2, § 61 og § 62 í kgl. fyriskipan nr. 646 frá 12. august 1999 ”om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet”, verður ásett:

Móttøkuskipanir

§ 1. Í føroyskum havnum skal havnamyndugleikin bera so í bandi, at tað í samsvar við reglurnar í hesi kunngerð verða settar á stovn skipanir til móttøku av leivdum og blandingum, sum innihalda skaðilig flótandi evni, ið stava frá skipum og havstøðum.

Stk. 2. Havnamyndugleikin skal syrgja fyri, at móttøkuskipanin, við atliti at vanligari skipaferðslu, hevur nóg stóra orku til at nøkta tørvin fyri avhending, uttan at hetta førir til óneyðuga seinking fyri skip­ini.

§ 2. Við ”móttøkuskipan” skilst eftir hesi kunngerð fastur ella flytiligur útbúnaður, ið verður nýttur til móttøku av leivdum ella blandingum av skaðiligum flótandi evnum, sum verða flutt sum leysafarmur.

Stk. 2  Við ”skaðilig flótandi evni” skilst í hesi kunngerð evni, ið eru fevnd av kunngerð nr.166 frá 1. apríl 1987 hjá danska umhvørvismálaráðnum um flokking og bólking, umframt tøming av skaðiligum flótandi evnum, ið verða flutt sum leysafarmur.

§ 3. Niðanfyri nevndu havnir skulu stovna móttøkuskipan til innsavnan av leivdum og blandingum av skaðiligum flótandi evnum:

1) havnir, har skaðilig flótandi evni, ið vera flutt sum leysafarmur, verða skipað upp,

2) havnir, har skaðilig flótandi evni, ið verða flutt sum leysafarmur, verða fermd, um so er, at vatn, nýtt sum barlast, ella tangaskolevni, ið inniheldur leivdir av kemikalium, verður skipað upp, áðrenn tangarnir verða tømdir, og

3) havnir, har umvælingar av kemikaliutangaskipum verða gjørdar, og har barlastvatn ella tangaskolevni við leivdum av kemikalium, verða skipað upp áðrenn umvælingina.

Stk. 2. Móttøkuútbúnaðurin, smb. § 2, stk. 1, skal vera soleiðis innrættaður, at evni ikki kunnu renna aftur í tangarnar á skipinum.

§ 4. Lóg um umhvørvisvernd og kunngerðir sambært hesi lóg eru galdandi fyri stovnssetan og rakstur av móttøkuskipanum og fyri burturbeining av kemikaliuburturkasti í hesum sambandi.

§ 5. Havnamyndugleikin kann krevja fráboðan upp til 24 tímar frammanundan móttøku av skaðiligum evnum.

§ 6. Fleiri havnir og virki kunnu í felag stovna og reka móttøkuskipan.

§ 7. 1) Umhvørvisstovan kann geva hesum virkjum boð um at stovna móttøkuskipan til barlast- og tangaskolivatn, ið inniheldur skaðilig flótandi evni:

1)     virkjum, ið senda ella taka ímóti skaðiligum flótandi evnum sum leysafarm, og

2)     skipamiðjum, ið umvæla kemikaliutangaskip.

§ 8. 1) Hevur móttøkuskipanin ov lítla móttøkuorku smb. § 1, stk. 2, kann Umhvørvisstovan eftir samráðingar við Føroya landsstýri geva havnastýrinum ella teimum í § 7 nevndu virkjunum boð um at fremja neyðugar útbyggingar av skipanini ella útbúnaðinum.

Kærumál

§ 9. 1) Avgerðir tiknar av Umhvørvisstovuni eftir §§ 7 og 8 kunnu kærast til landsstýrismannin.

Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað viðkomandi.

Revsing

§ 10. Við bót ella hefti verður tann revsaður, ið 

1) ikki stovnar móttøkuskipan eftir § 3, ella

2) ikki ger eftir boðum eftir § 7 og § 8.

Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella tílíkum, kann bótin verða kravd av felagnum sjálvum.

Stk. 3. Er brotið framt av landinum, einari kommunu, einum kommunalum felagsskapi ella einari havn, kann landið, kommunan, kommunali felagsskapurin ella havnin, verða áløgd bót.

Gildiskoma

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Oljumálastýrið, 8. mars 2001

 

 

Eyðun Elttør (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Herálvur Joensen (sign.)

 



1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 er soljóðandi: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”