Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 13-04-2005
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2005 A - Hefti 10 A frá 13. apríl 2005
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

11. apríl 2005Nr. 33

Kunngerð um at flyta persónsupplýsingar av landinum uttan loyvi frá Dátueftirlitinum

Við heimild í § 16, stk. 2 í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004, verður ásett:

§ 1. Persónsupplýsingar kunnu, uttan viðgerðarloyvi frá Dátueftirlitinum sbrt. § 35, stk. 6, í lógini flytast til hesi lond:

1)   ES-lond.

2)   Ísland.

3)   Noreg.

4)   Sveis.

5)   Argentina.

6)   Guernsey.

7)   Isle of Man.

Stk. 2. Hóast loyvi er fingið frá Dátueftirlitinum at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar, krevst viðgerðarloyvi harumframt til at flyta persónsupplýsingarnar av landinum.

Stk. 3. Er viðgerðin av viðkvomum persónsupplýsingum fevnd av kunngerðini um undantøk frá reglunum um viðgerðarloyvi, krevst onki viðgerðarloyvi til at flyta persónsupplýsingarnar av landinum.

§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Innlendismálaráðið, 11. apríl 2005

 

Jógvan við Keldu (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)