Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2004Nr. 33
Kunngerð um at verja havnir
Við heimild í § 2, stk. 1, og § 3, stk. 1, í løgtingslóg nr. 11 frá 31. mars 2004 um at verja havnir verður ásett:
Kapittul 1
Almennar ásetingar
§ 1. Endamálið við kunngerðini er at seta í verk tann partin av kapittul XI-2 í SOLAS (Safety Of Life At Sea) altjóða sáttmálanum hjá IMO (International Maritime Organisation) og tí partinum av tilhoyrandi ISPS-kotuni (International Ship and Port Facility Code), sum snýr seg um havnir.
Stk. 2. Ein havnafasilitetur er í hesari kunngerð eitt øki, har tað er beinleiðis samband millum havnaverklagið og skipið, herímillum bíðipláss, innsiglingarøki, virkiskai, uppskipanarbrýr og –kaiir, og skipasmiðjur.
§ 2. Kunngerðin er galdandi fyri teir havnafasilitetir, ið eftir 1. juli 2004 avgreiða hesi skip í altjóða sigling:
1) Ferðafólkaskip,
2) farmaskip uppá 500 BT ella meira, ella
3) offshore boripallar, sum sjálvstøðugt kunnu flyta seg.
§ 3. Havnaumsitingin ásetur stødd og tal av havnafasilitetunum, t.d. við at gera kort, ið vísa hetta. Eisini verður víst til § 4.
Stk. 2. Tá ið havnafasilitetur verður ásettur, skulu viðkomandi virki og áhugabólkar verða tikin við í viðgerðina.
Stk. 3. Um sjálvstøðugur terminaloperatørur rekur ein havnafasilitet, kunnu havnamyndugleikarnir lata ábyrgdina av at verja havnafasilitetin til terminaloperatørin. Hetta viðførir, at terminaloperatørurin skal røkja tær uppgávur o.a., ið annars eru lagdar til havnaumsitingina við hesi kunngerð.
§ 4. Umframt at havnaumsitingin ásetur havnafasilitetir, sbr. § 3, skal havnaumsitingin gera eina lýsing av havnafasilitetinum við upplýsingum um, hvat slag af fasiliteti, talan er um, tað virksemið, sum fer fram á fasilitetinum og tær týðandi ognirnar og undirstøðukervi á fasilitetinum.
Stk. 2. Tær í stk. 1 nevndu ognir og undirstøðukervið kunnu vera á sjálvum havnafasilitetinum, beint við, ella standa soleiðis, at tær kunnu hava týdning, tá ið mett verður um verndina av havnafasilitetunum.
§ 5. Verndarætlanirnar fyri havnafasilitetir ávirka ikki ábyrgdina hjá løgregluni fyri at uppihalda tryggleika, frið og skil og at gera tær ætlanir, sum eru neyðugar, fyri at tryggja hetta.
Stk. 2. Ásetingarnar í hesi kunngerð forða ikki fyri løgligum atgeingi hjá myndugleikunum til havnafasilitetin, t.d. í eftirlits- ella umsjónarørindum.
Kapittul 2
Váðameting
§ 6. Við støði í lýsingini nevnd í § 4 skal havnaumsitingin í samstarvi við løgregluna meta um váðan á havnafasilitetinum. Henda meting skal:
1) eyðmerkja møguligar hóttanir móti virksemi og ognum, nevnt í § 4, og meta um, hvussu sannlík hóttanin er,
2) eyðmerkja veikleikar, herímillum menniskjalig viðurskifti, í undirstøðukervinum, mannagongdum og innanhýsis arbeiðsgongdum,
3) eyðmerkja, velja og raðfesta fyriskipanir til at minka um váðan, og
4) eyðmerkja neyðugu broytingarnar í mannagongdunum o.ø. á havnafasilitetinum við tí endamáli at minka um váðan.
Stk. 2. Havnaumsitingin skal nýta metingina í stk. 1 sum grundarlag og samansjóða hesa við lýsingina nevnd í § 4 í eitt samlað skjal (váðametingin).
Stk. 3. Í sambandi við ta í stk. 1 nevndu meting, kann løgreglan frá havnaumsitingini útvega fleiri upplýsingar um havnafasilitetin enn tær, ið longu eru latnar.
§ 7. Eftir umsókn kann Landsverkfrøðingsstovnurin eftir at hava hoyrt løgregluna loyva, at ein samlað váðameting fyri fleiri havnafasilitetir verður gjørd, um hesir hava plasering, virksemi, útgerð og snið, ið líkjast.
§ 8. Um úrslitið av váðametingini er, at havnafasiliteturin ikki er viðkvæmur, og tað tí ikki er neyðugt at seta í verk fleiri verndartiltøk, skal hetta standa heilt greitt í váðametingini.
§ 9. Havnaumsitingin sendir váðametingina til Landsverkfrøðingsstovnin.
Stk. 2. Landsverkfrøðingsstovnurin metir, hvørt váðametingin lýkur øll krøv, ið eru sett í hesari kunngerð, og Landsverkfrøðingsstovnurin kann í hesum sambandi krevja, at broytingar verða gjørdar.
Stk. 3. Tá ið váðametingin lýkur krøvini, ið eru sett í hesi kunngerð, fær havnaumsitingin boð frá Landsverkfrøðingsstovninum um, at váðametingin verður nýtt sum grundarlag fyri at gera verndarætlanina, nevnd í § 12.
Kapittul 3
Verndarábyrgdari
§ 10. Um niðurstøðan í váðametingini er, at ein verndarætlan skal verða sett í verk, skal havnaumsitingin tilnevna ein verndarábyrgdara, ið skal hava ábyrgd av tí framhaldandi arbeiðinum í sambandi við verndartiltøkini. Her verður serliga hugsað um at gera verndarætlanina, sbr. § 12.
Stk. 2. Verndarábyrgdarin skal hava neyðuga førleikan og vitanina til at røkja uppgávuna.
Stk. 3. Sami verndarábyrgdari kann hava ábyrgdina fyri havnafasilitetir í fleiri ymiskum havnum.
Stk. 4. Um fleiri havnafasilitetir og verndarábyrgdarar eru í einari havn, skal ein høvuðsverndarábyrgdari verða tilnevndur, sum hevur ábyrgdina av samskiftinum við myndugleikarnar, sbr. eisini stk. 5.
Stk. 5. Navn á verndarábyrgdara og upplýsingar um, hvussu samband fæst við hann, skulu latast Landsverkfrøðingsstovninum beinanvegin, hann er tilnevndur. Somuleiðis skal fráboðast Landsverkfrøðingsstovninum, um verndarábyrgdarin fær ábyrgd av fleiri havnafasilitetum.
Stk. 6. Landsverkfrøðingsstovnurin skal beinanvegin verða fráboðaður, um broytingar verða í upplýsingunum um, hvussu samband fæst við verndarábyrgdaran.
§ 11. Verndarábyrgdarin á havnini og verndaryvirmaður á skipi skulu samskipa hóskandi fyriskipanir, tá ið verndarábyrgdarin á havnini fær fráboðan um at:
1) eitt skip hevur trupulleikar við at seta í verk tær neyðugu fyriskipanirnar og mannagongdirnar, ið eru lýstar í verndarætlanini hjá skipinum,
2) eitt skip hevur trupulleikar at seta í verk verndarstig 3 (sbr. § 23, stk. 2, nr. 3) eftir áheitan frá myndugleikunum, ella
3) verndarstigið er hægri umborð á skipi (sbr. § 23, stk. 2) enn á havnafasilitetinum.
Stk. 2. Um støðan verður sum nevnd í stk. 1, nr. 3, skulu løgreglan og Landsverkfrøðingsstovnurin hava boð um hetta, so til ber at meta um, hvørt serlig tiltøk skulu verða sett í verk.
Kapittul 4
Verndarætlan
§ 12. Verndarábyrgdarin skal við støði í váðametingini síggja til, at ein verndarætlan fyri tann einstaka havnafasilitetin verður gjørd.
§ 13. Landsverkfrøðingsstovnurin kann loyva, at ein samlað verndarætlan verður gjørd fyri fleiri havnafasilitetir, um hesir hava plasering, virksemi, útgerð og snið, ið líkjast.
§ 14. Verndarætlaninin fyri havnafasilitetin kann verða sett í samband við ella vera ein partur av eini havnaverndarætlan ella aðrari tilbúgvingarætlan.
§ 15. Verndarætlanin skal hóast § 14 verða gjørd sum eitt sjálvstøðugt skjal.
Stk. 2. Verndarætlanin skal lýsa tey tiltøk, sum kunnu verða sett í verk til tess at fyribyrgja tær hóttanir o.a., sum eru eyðmerktar í váðametingini, sbr. § 6. Verndarætlanin skal verða skrivað á tí málinum, sum vanliga verður nýtt sum arbeiðsmál á havnafasilitetinum. Verndarætlanin skal innihalda hesar lutir, sum eru galdandi fyri øll verndarstigini, sbr. § 23, stk. 2:
1) eina lýsing av havnafasilitetinum, har fasiliteturin eisini verður tilskilaður á einum korti,
2) eina lýsing av mannagongdum, ið skulu verja viðkvæmar upplýsingar, sbr. § 45,
3) eina lýsing av tiltøkum, ið skulu tryggja, at verndarætlanin regluliga verður endurskoðað, og ein ætlan fyri, hvussu tær neyðugu broytingarnar verða gjørdar,
4) eina lýsing av mannagongdum, tá ið metast skal um og fráboðast skal um hendingar, ið hava týdning fyri verndina á havnini, til løgregluna og Landsverkfrøðingsstovnin, sbr. § 24,
5) eina lýsing av verndarskipanini og uppgávuni hjá havnini, herímillum samband við myndugleikar, ið hava ábyrgd av havnavernd,
6) eyðmerking av verndarábyrgdaranum á havnini, herímillum upplýsingar um, hvussu samband fæst við ábyrgdaran, sbr. § 10, stk. 5,
7) eina lýsing av uppgávunum og ábyrgdini hjá starvsfólkunum á havnini, sum hava verndaruppgávur, og hvussu tað verður eftirmett, um uppgávurnar verður loystar á fullgóðan hátt, sbr. §§ 10-11 og §§ 41-42, herundir møgulig útbúgvingargongd ella –ætlanir.
8) eina lýsing av mannagongdum viðvíkjandi sambandinum millum verndartiltøkini á skipum og havnum, herí mannagongdir fyri støður, har verndarávaringarskipanin á einum skipi, sum er í havn, verður sett í verk, ger av tí í § 32 nevndu verndarváttanini, og fráboðan um munir á verndarstigi á skipi og havnafasiliteti, sbr. § 11,
9) eina lýsing av mannagongdum, ið lættir um landgonguloyvið hjá manningum, og tá ið manningarskifti er, umframt tá ið vitjandi skulu umborð,
10) eina lýsing av mannagongdum, tá verndaryvirmaðurin á skipinum hevur tørv á at fáa staðfest, at persónar, ið ætla sær at koma umborð, lógliga eru á havnafasilitetinum,
11) eina lýsing av mannagongdini fyri at gera og dagføra yvirlit yvir vandamikið góðs og evni, og hvar á havnafasilitetinum hesi eru at finna,
12) eina lýsing av mannagongdum fyri at fáa og útinna boð, ið myndugleikarnir geva í sambandi við 3. verndarstig, sbr. § 17,
13) eina lýsing av mannagongdum, tá ið tiltøk verða sett í verk í sambandi við støður, lýstar í § 24,
14) eina lýsing av mannagongdum, tá ið fólk verður burturflutt orsakað av vandastøðu (evakuering),
15) eina lýsing av mannagongdum fyri ávaring (alarmering), herí møguleikan fyri hjálp frá viðkomandi myndugleikum,
16) eina lýsing av samskiftisskipanini, ið ger tað møguligt at samskifta virkið og áhaldandi millum starvsfólkini, ið hava verndaruppgávur, skipini í havnini og har tað er viðkomandi, við myndugleikarnar.
§ 16. Verndarætlanin skal, umframt tað í § 15 nevnda, fyri hvørt av teimum trimum verndarstigunum, sbr. § 23, stk. 2, greiða frá:
1) verndartiltøkum, ið forða fyri, at vápn ella onnur vandamikil evni og lutir, ið eru ætlað at nýta móti fólki, skipum ella havnum, og sum tað ikki er loyvt at hava við sær, verða førd inn á havnafasilitetin ella umborð á skip,
2) verndartiltøk við havnafasilitetin, ið skulu forða fyri, at óviðkomandi fáa atgongd,
3) verndartiltøk, sum á munadyggan hátt skulu tryggja farm og útgerð til at handfara farmin á havnafasilitetinum.
Stk. 2. Verndarætlanin skal fyri hvørt av teimum trimum verndarstigunum, sbr. § 23, stk. 2, fevna um hesi evni:
1) atgongd til havnafasilitetin
2) øki á havnafasilitetinum, ið hava avmarkaða atgongd
3) handfaring av farminum
4) proviantering v.m.
5) hvussu viðføri, sum persónur ikki hevur hjá sær, skal handfarast, og
6) eftirlit við verndini á havnafasilitetinum.
Stk. 3. Um so er, at havnafasiliteturin verður nýttur til fleiri ymisk endamál, skal í verndarætlanin standa lýsing av hvørjum virksemi sær vísandi til stk. 2.
§ 17. Umframt tey í § 16, stk. 2, nevndu tiltøk fyri verndarstig 3, sbr. § 23, stk. 2, skal havnafasiliteturin, tá Landsverkfrøðingsstovnurin boðar frá, at verndarstig 3 verður ásett, seta í verk allar verndarfyriskipanir, ið myndugleikarnir geva boð um.
§ 18. Í serligum førum, nevnd niðanfyri, kann víkjast frá krøvunum í hesi kunngerð, og loyvi kann verða givið til verndarfyriskipanir, ið eru javnverdar í mun til tað, ið er lýst í hesi kunngerð:
1) Havnafasilitetir, sum koma undir ásetingarnar í § 2, men sum í høvuðsheitum avgreiða skip, sum ikki eru í altjóða sigling, og bert av og á avgreiða skip í altjóða sigling.
2) Havnafasilitetir við avmarkaðum ella serligum virksemi, t.d. havnir, ið verða nýttar til serligt virksemi.
Stk. 2. Landsverkfrøðingsstovnurin skal góðkenna at javnverd verndartiltøk verða sett í verk.
Stk. 3. Við umsóknini skal verða hjáløgd ein váðameting, sbr. § 6, og tað skal nágreiniliga greiðast frá, hvat virksemi er á havnini, umframt hvørji javnverd verndartiltøk, sum ynski er um at seta í verk.
§ 19. Verndarætlanin skal sendast Landsverkfrøðingsstovninum til góðkenningar. Landsverkfrøðingsstovnurin kannar, um verndarætlanin samsvarar við váðametingina og krøvini í hesari kunngerð. Landsverkfrøðingstovnurin kann krevja, at broytingar verða gjørdar í verndarætlanini.
§ 20. Verndarætlanin ella broytingar og uppískoyti skulu verða sett í verk sum skjótast og innanfyri rímuliga tíð eftir, at hon er góðkend. Landsverkfrøðingsstovnurin kann áseta eina tíðarfreist hesum viðvíkjandi.
Stk. 2. Boð skulu verða givin Landsverkfrøðingsstovninum beint eftir, at tann góðkenda verndarætlanin ella broytingar í henni eru settar í verk.
§ 21. Um so er, at týðandi fysiskar broytingar verða gjørdar á havnafasilitetinum, ella havnin verður nýtt til onnur endamál enn tey, ið eru lýst í váðametingini, skal nýggj váðameting verða gjørd av havnini og møgulig nýggj verndarætlan verða gjørd í samsvar við ásetingarnar í hesi kunngerð.
Stk. 2. Nýggj váðameting og verndarætlan skal verða gjørd í seinasta lagi 5 ár eftir ta seinastu góðkenningina, um so er, at tað ikki er gjørd nýggj váðameting eftir stk. 1.
§ 22. Við støði í fráboðanum um hendingar, sum hava týdning fyri verndina, sbr. § 24, kann Landsverkfrøðingsstovnurin áleggja verndarábyrgdaranum at gera broytingar í verndarætlanini til tess at minka um vandan fyri, at líknandi støður taka seg upp aftur.
Kapittul 5
Verndarstig
§ 23. Við støði í tilráðingum frá løgregluni skal Landsverkfrøðingsstovnurin boða frá verndarstiginum, sum einstaki havnafasiliteturin skal virka eftir. Havnafasiliteturin skal eftir, at boð um broyting í verndarstiginum er komið, beinanvegin seta í verk verndarætlanina fyri ásetta stigið.
Stk. 2. Niðanfyri nevndu verndarstig eru galdandi fyri havnafasilitetir:
1) Verndarstig 1 er tað stigið, har hóskandi, minstu verju-/verndartiltøk altíð skulu vera (vanliga støðan).
2) Verndarstig 2 er tað stigið, har hóskandi, økt verju-/verndartiltøk verða sett í verk í eitt tíðarskeið, orsakað av øktum váða fyri einari hending, sum hevur týdning fyri verndina.
3) Verndarstig 3 er tað stigið, har nágreinilig, serstøk verju-/verndartiltøk skulu verða sett í verk eitt avmarkað tíðarskeið, um ein hending, ið hevur týdning fyri verndina, er sannlík ella hóttandi, hóast tað kanska ikki er møguligt at siga við vissu, hvat tað ítøkiliga málið fyri hendingina er.
§ 24. Um ein hending, ið hevur týdning fyri verndina, verður fyri, t.v.s. ein illgrunasom gerð ella har umstøðurnar kunnu verða ein hóttan móti einum havnafasiliteti ella móti einum skipi, sum er í havn, skal verndarábyrgdarin, um tað ikki beinanvegin kann staðfestast, at hendingin er uttan týdning, geva løgregluni og Landsverkfrøðingsstovninum boð um hetta.
§ 25. Løgreglan kann, tá tað av trygdarorsøkum er neyðugt, krevja, at verndartiltøkini, ið eru sett í verk, skulu herðast, og at onnur tiltøk verða sett í verk.
Kapittul 6
Verndarfeløg
§ 26. Verndarfeløg kunnu eftir góðkenning frá Landsverkfrøðingsstovninum, sbr. § 28, røkja ávísar uppgávur í sambandi við at fyriskipa vernd, sbr. § 29.
Stk. 2. Eitt verndarfelag er eitt felag við hóskandi serkunnleika um viðurskifti í sambandi við vernd og viðkomandi vitan um rakstur av havnum.
§ 27. Verndarfeløg skulu við tilvísingum, váttanum, ætlanum o.t. kunna vísa, at tey lúka niðanfyri nevndu krøv:
1) serkunnleika innan viðkomandi viðurskifti í sambandi við vernd,
2) hóskandi kunnleika til skipa- og havnavirksemi, herímillum kunnleika til havnasnið og –uppbygging,
3) førleika til at meta um sannlíkar váðar, ið hava týdning fyri verndina, og sum kunnu koma fyri í sambandi við skipa- og havnavirksemi, herímillum markamótið millum skip og havn, og hvussu tílíkir váðar kunnu minkast,
4) førleika til at varðveita og betra um serkunnleikan hjá starvsfólkunum,
5) at leggja fram galdandi trygdargóðkenning,
6) førleika til at uppihalda hóskandi fyriskipanir, soleiðis at tað slepst undan avdúkingum, ið ikki eru góðkendar, ella atgongd til tilfar, sum av trygdarorsøkum er viðkvæmt,
7) kunnleika til krøvini í kapittul XI-2 í SOLAS altjóða sáttmálanum og ISPS koduni og viðkomandi føroysk og altjóða lógar- og trygdarkrøv,
8) kunnleika til verndarhóttarnir og –mynstur fyri havnafasilitetir,
9) duga at kenna aftur og finna vápn, vandamikil evni og lutir,
10) duga at kenna aftur serlig eyðkenni og atburð hjá persónum, ið kunnu verða ein hóttan móti trygdini,
11) kunnleika til hættir, ið verða nýttar til at sleppa uttan um verndarfyriskipanir,
12) kunnleika til trygdar- og eygleiðingarútgerð og skipanir, og teirra avmarkingar.
Stk. 2. Trygdargóðkenningin, sbr. stk. 1, nr. 5, fevnir um tey starvsfólk, sum eru við til at gera váðametingar ella verndarætlanir. Trygdargóðkenningin verður givin av Landsverkfrøðingsstovninum eftir at løgreglan hevur gjørt eina trygdarkanning av viðkomandi starvsfólki.
§ 28. Um verndarfelag ynskir at verða góðkent, sbr. § 26, skal umsóknin verða send Landsverkfrøðingsstovninum.
§ 29. Eftir góðkenning kunnu verndarfeløg røkja uppgávurnar í § 12. Eitt góðkent verndarfelag kann harafturat ráðgeva ella hjálpa havnafasilitetum við verndarspurningum, herímillum spurningum, ið viðvíkja váðametingum og verndarætlanum hjá havnafasilitetum.
Stk. 2. Landsverkfrøðingsstovnurin kann eftir at hava hoyrt løgregluna avgerða um og møguliga við hvørjum avmarkingum góðkent verndarfelag kann gera váðametingar fyri havnafasilitetir, sbr. kapittul 2.
Stk. 3. Um Landsverkfrøðingsstovnurin ger av, at eitt verndarfelag kann gera eina váðameting fyri ein havnafasilitet, sbr. stk. 2, viðførir hetta, at verndarfelagið skal standa fyri teimum uppgávum v.m., sum í kapittuli 2 liggja á havnaumsitingini.
§ 30. Ein góðkenning av verndarfelagnum kann verða tíðaravmarkað, og kann Landsverkfrøðingsstovnurin taka góðkenningina aftur, um felagið ikki framhaldandi lýkur krøvini, sbr. § 27.
§ 31. Landsverkfrøðingsstovnurin kann til eina og hvørja tíð gera stakroyndir ella á annan hátt eftirkanna, um góðkent verndarfelag lýkur krøvini, ið eru nevnd í hesum kapittuli.
Kapittul 7
Verndarváttanir v.m.
§ 32. Ein verndarváttan er ein avtala millum skip og verndarábyrgdaran á havnafasilitetinum. Í henni skulu standa verndartiltøkini, ið bæði skip og havn saman skulu seta í verk.
§ 33. Verndarábyrgdarin á havnini kann krevja eina verndarváttan frá einum skipi, um tað í tí góðkendu váðametingini er ásett, at hetta er neyðugt, t.d. í sambandi við at lasta ella lossa vandamikil evni ella vandamikið góðs.
§ 34. Um skip heitir á verndarábyrgdaran á havnafasilitetinum um at gera eina verndarváttan, skal verndarábyrgdarin á havnafasilitetinum ganga áheitanini á møti.
§ 35. Verndarábyrgdarin á havnafasilitetinum ger verndarváttanina fyri havnafasilitetin.
Stk. 2. Á teimum havnafasilitetum, har eingin verndarábyrgdari er tilnevndur, ger Landsverkfrøðingsstovnurin verndarváttanina, eftir at hava leitað sær ráð frá løgregluni og havnaumsitingini.
Stk. 3. Verndarváttanin skal verða skrivað á einum máli, ið bæði fólk umborð og fólk á landi skilja.
§ 36. Havnafasiliteturin skal goyma verndarváttanirnar í í minsta lagi eitt ár frá tí, tær eru dagfestar.
§ 37. Um skip, ið ynskja at leggja at einum havnafasiliteti, ikki kunnu lúka krøvini um verndartiltøk, ið nevnd eru í verndarætlanini, ella avtalað í verndarváttanini millum skip og havn, sbr. kapittul 7, og tað ikki innan rímuliga tíð er møguligt at gera nøktandi eyka tiltøk, kunnu havnamyndugleikarnir nokta skipinum at leggja at.
§ 38. Um skip, ið er komið í havn, ikki framhaldandi lýkur krøvini til verndartiltøk nevnd í verndarætlanini hjá skipinum, ella sum eru avtalaði í verndarváttan millum skip og havnafasilitet, sbr. hetta kapittuli, og tað ikki innan rímuliga tíð er møguligt at gera neyðug tiltøk, kunnu havnamyndugleikarnir vísa skipinum úr havnafasilitetinum.
§ 39. Í øllum teimum førum har skip er noktað atgongd til havn ella er víst úr havnini, skulu allar kendar upplýsingar um skipið verða fráboðaðar Landsverkfrøðingsstovninum. Í fráboðanini skulu hesar upplýsingar standa:
1) navnið á skipinum, flaggið, eyðmerkingartal, kallitekin, skipaslag og last,
2) orsøkin til, hví skipið ikki sleppur at havnafasilitetinum, ella hví skipið verður víst úr tílíkum fasilitetum.
Stk. 2. Um tað er viðkomandi, skal í fráboðanini eisini standa:
1) á hvønn hátt skipið ikki lýkur krøvini til verndartiltøk,
2) nágreiniligar upplýsingar um hvørja royndir, sum er gjørdar at hjálpa um tað, at skipið ikki lýkur verndartiltøkini, her ímillum møguligar treytir, ið eru settar skipinum á ferðini,
3) hvørji havn skipið kemur úr og hvagar skipið ætlar at fara. Í hesum nær skipið fór og nær tað væntandi kemur til næstu havn,
4) møguligar fyriskipanir til skipið, t.d. viðvíkjandi fráboðan um rutu,
5) atkomuligar upplýsingar um verndarstigið, ið skipið í løtuni er á, og
6) manningarskjal.
Kapittul 8
Verndarráð
§ 40. Havnaumsitingin kann seta eitt verndarráð við atliti til at fáa virki á ella við havnafasilitetin, terminaloperatørar v.m. við í arbeiðið at tryggja havnafasilitetin.
Stk. 2. Um verndin á einum havnafasiliteti er løgd til ein terminaloperatør, sbr. § 3, stk. 3, skal havnaumsitingin seta eitt verndarráð.
Stk. 3. Verndarráðið skal ráðgeva havnaumsitingini í spurningum, ið viðvíkja vernd, og eisini virka fyri, at ætlanir verða lagdar fyri venjingar o.ø.
Stk. 4. Í verndarráðnum eigur at verða ein breið umboðan, m.a. frá havnaumsitingini, havnafasilitetunum, viðkomandi myndugleikum og øðrum tilbúgvingarbólkum.
Stk. 5. Ráðið kemur saman minst einaferð um árið, og harumframt tá umstøðurnar tala fyri hesum, ella tá Landsverkfrøðingsstovnurin biður um hetta. Landsverkfrøðingsstovnurin kann krevja at verða við á fundum, ið verndarráðið heldur, ella at fáa skrivligar frásagnir frá verndarráðsfundum.
Stk. 6. Upplýsingar um setan og samanseting av verndarráðnum og broytingar í hesum skulu latast Landsverkfrøðingsstovninum.
Kapittul 9
Eftirlit, venjingar o.a.
§ 41. Verndarábyrgdarin á havnafasilitetinum skal tryggja, at tað verður kannað, hvussu væl verndarætlanin á havnini virkar, m.a. við hóskandi millumbilum at luttaka við í venjingum.
§ 42. Venjingarnar, ið skulu kanna, hvussu væl verndarætlanin virkar, her ímillum atgongd til tilfeingi, samskifti, samskipan og atburð, skulu verða gjørdar minst einaferð í hvørjum kalendaraári, tó eiga í mesta lagi 18 mánaðir at vera millum venjingarnar.
Stk. 2. Umframt verndarábyrgdara á havnafasilitetinum kunnu viðkomandi myndugleikar, verndarábyrgdarin hjá reiðarínum og verndaryvirmaður á skipi luttaka í venjingunum.
Stk. 3. Venjingar, ið skulu royna teir einstøku lutirnar í verndarætlanini, skulu verða hildnar í minsta lagi 3. hvønn mánaða, um ikki serligar umstøður tala fyri øðrum. Landsverkfrøðingsstovnurin skal fráboðast, um venjingar ikki verða hildnar, og um orsøkirnar fyri hesum.
Stk. 4. Venjingarnar, sbr. stk. 1 og 2, skulu verða gjørdar:
1) sum ein venjing av samlaðu verndarætlanini,
2) sum skriviborðsvenjing ella seminar, ella
3) sett saman við øðrum venjingum, so sum tilbúgvingarvenjingum.
Stk. 5. Landsverkfrøðingsstovnurin kann krevja skjalaprógv fyri gjørdar venjingar.
§ 43. Landsverkfrøðingsstovnurin kann, í tann mun tað er hóskandi, kanna hvussu væl góðkendar verndarætlanir á havnafasilitetum virka.
Stk. 2. Landsverkfrøðingsstovnurin kann, um tað við eini tílíkari roynd verða staðfestir feilir ella brek, áleggja havnafasilitetinum at broyta verndarætlanina.
§ 44. Landsverkfrøðingsstovnurin letur upplýsingar um góðkendar havnafasilitetir og góðkend verndarfeløg til Skipaeftirlitið, sum letur hesar víðari til International Maritime Organisation - IMO.
Stk. 2. Bert havnafasilitetir við einari góðkendari verndarætlan verða fráboðaðir eftir stk. 1.
Kapittul 10
Goymsla, samskifti o.a.
§ 45. Váðametingar, verndarætlanir, herundir verndarætlanir eftir § 14, og tær í § 32 nevndu verndarváttanirnar skulu verða viðgjørdar í trúnaði og mugu ikki koma óvikomandi í hendi. Tilfarið kann verða varðveitt elektróniskt, og skal verða goymt soleiðis, at atgongd, burturbeining, oyðing, broyting ella almannakunngerð, sum ikki er góðkend, verður forðað.
Stk. 2. Tilfarið í sambandi við umsókn um góðkenning av verndarskipanum, váðametingum og verndarætlanum verður sent við brævi til Landsverkfrøðingsstovnin. Tilfarið, ið sent verður, kann vera elektrónisk skjøl ella í pappírsformi. Tilfarið og annað samskifti í sambandi við málsviðgerðina hjá Landsverkfrøðingsstovninum skal av trygdarorsøkum ikki sendast við teldubrævi ella yvir internetið.
Stk. 3. Viðkvæmt tilfar sent á tílíkan hátt, at tað kann verða ivasamt, um trúnaðurin er varðveittur, kann føra við sær, at verndarætlanin ella partar av henni skulu broytast. Landsverkfrøðingsstovnurin tekur avgerð í samráð við løgregluna, um henda støða tekur seg upp og gevur havnaumsitingini leiðbeinginar, sbr. §§ 19 og 22.
§ 46. Starvsfólk hjá landsstýrismanninum og onnur, sum eru við til at gera váðametingar og verndarætlanir, og sum fáa upplýsingar sambært hesari kunngerð, skulu móti at vísa samleikaprógv fáa atgongd til havnina, fasilitetin og viðkomandi skjøl.
Kapittul 11
Kæra, revsing, gildiskoma o.a.
§ 47. Avgerðir, sum Landsverkfrøðingsstovnurin hevur tikið í sambandi við ásetingarnar í hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnumálaráðið.
§ 48. Tann verður revsaður við bót, sum:
1) ikki fylgir boðum, sbr. § 19, § 22, § 25 og § 43, stk. 2,
2) ikki boðar frá, sbr. § 10, stk. 5 og 6, § 20, stk. 2, § 40, stk. 6 og § 42, stk. 3.
Stk. 2. Um ikki harðari revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, sum letur øðrum upplýsingar, sum eru fevndar av § 45.
Stk. 3. Løgfrøðiligir persónar, eitt nú partafeløg, smápartafeløg, lutafeløg, íognarfeløg, felagsskapir, grunnar, kommunur og landið, verða revsaðir sambært § 3, stk. 2, í løgtingslóg nr. 11 frá 31. mars 2004 um at verja havnir.
§ 49. Um ein havnafasilitetur hóast boð frá Landsverkfrøðingsstovninum til havnaumsitingina, framhaldandi ikki lýkur krøvini í hesari kunngerð, kann góðkenningin av verndarætlanini takast aftur.
§ 50. Kunngerðin kemur í gildi 1. juni 2004.
Vinnumálaráðið, 25. mai 2004
Bjarni Djurholm, (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen