Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2001Nr. 36
Kunngerð um umhvørvisgóðkenning av snarferjuleiðum, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
Við heimild í § 33, § 48 og § 61 í Kgl. fyriskipan nr. 646 af 12. august 1999 um ígildisetan í Føroyum av lóg um vernd av havumhvørvinum, hevur landsstýrismaðurin fyrisett:
Gildisøki
§ 1. Kunngerðin ásetir reglur um umhvørvisgóðkenning av snarferjuleiðum við í minsta lagi einari føroyskari komuhavn, og um viðgerð av góðkenningarmálum.
§ 2. Í hesi kunngerð skilst við:
1) Snarferju: Eitt far, sum lýkur tær til hvørja tíð galdandi kodur fyri háferðarfør, sum eru samtyktar av altjóða sjóvinnufelagsskapinum IMO.
2) Snarferjuleið: Ein leið millum tvær ella fleiri havnir, har í minsta lagi ein komuhavn er føroysk, og har ein snarferja siglir eftir almennari ferðaætlan.
3) Reiðaran: Eigarin av farinum ella einhvør annar felagsskapur ella persónur sum t.d. fyristøðufelagið ella leigufarmasendarin (bareboatfarmasendarin), sum hevur yvirtikið ábyrgdina av rakstrinum av farinum, og sum við at hava átikið sær slíka ábyrgd hevur tikið undir við at taka við øllum teimum skyldum og ábyrgdarøkjum, sum fylgja av hesi kunngerð.
Umhvørvisgóðkenning av snarferjuleið og umhvørvisgóðkenning av broytingum í góðkendari snarferjuleið
§ 3. Góðkenning skal verða fingin til vega áðrenn farið verður undir eina nýggja snarferjuleið.
Stk. 2. Á snarferjuleiðum, sum eru góðkendar eftir reglunum í hesi kunngerð, má ein snarferja ikki setast inn ella skiftast út, siglingartíttleikin økjast munandi ella munandi broytingar gerast í siglingarleiðini, fyrr enn góðkenning er fingin til hetta. Góðkenning krevst tó ikki, um ein snarferja verður skift út við eitt systurskip.
Stk. 3. 1) Umhvørvisstovan tekur avgerð um, í hvønn mun økingar av siglingartíttleikanum ella broytingar í siglingarleiðini krevja góðkenning. Avgerðin um hetta kann ikki kærast til annan umsitingarligan myndugleika.
Umsóknin
§ 4. 1) Umsókn um góðkenning skal vera skrivlig og sendast Umhvørvisstovuni.
Stk. 2. 1) Í umsóknini skulu vera tær upplýsingar, sum eru neyðugar til viðgerðina av umsóknini, herundir
1) skipaslag og framdráttarskipan,
2) siglingarleið, -títtleika og ferð,
3) árin av óljóði frá snarferjuni á ljóðviðkvæmar partar av leiðini. Umhvørvisstovan kann gera vegleiðandi reglur hesum viðvíkjandi.
Eftirlit v.m.
§ 5. 1) Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kunngerðin og treytir fyri góðkenningum verða hildnar. Reiðarin skal lata Umhvørvisstovuni allar upplýsingar, sum eru neyðugar í hesum sambandi.
§ 6. 1) Umhvørvisstovan kann til hvørja tíð broyta ella taka aftur eina góðkenning sambært hesi kunngerð, um kunngerðin ella treytir settar sambært hesi kunngerð ikki verða hildnar, ella um skeivar ella villleiðandi upplýsingar eru givnar í eini umsókn um góðkenning, ella um umstøðurnar broytast munandi.
Revsing og gildiskoma
§ 7. 1) Er harðari revsing ikki uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum
1) fer undir eina nýggja snarferjuleið uttan góðkenning eftir § 3,
2) setir í sigling ella skiftir út eina snarferju á verandi farleið, økir munandi um siglingartíttleikan ella ger munandi broytingar í siglingarleiðini uttan góðkenning eftir § 3,
3) ikki gevur upplýsingar, sum Umhvørvisstovan hevur biðið um eftir § 5,
4) brýtur treytir settar fyri eini góðkenning eftir § 3, ella
5) ikki ger eftir avgerðum eftir § 6.
Stk. 2. Revsingin kann herðast til hefti ella fongsul í upp til 2 ár, um brotið er tilætlað ella framt av grovum ósketni, og um tað við brotinum er
1) gjørdur skaði á umhvørvið ella vandi hevur verið fyri hesum, ella
2) vunnin ella er ætlaður ein fíggjarligur fyrimunur fyri tann, ið hevur framt brotið ella onnur, herímillum at spara pening.
§ 8. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann felagið sjálvt verða lagt undir sektarábyrgd.
Stk. 2. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum verða áløgd bót.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Oljumálastýrið, 8. mars 2001
Eyðun Elttør (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”