Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 39 5. apríl 2017
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør 1) 2)
(Fráboðan F)
Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri smærri vinnufør samsvarandi ásetingunum og kap. I, regel 1. Kunngerðin er somuleiðis galdandi fyri fyritøkur og persónar í Føroyum, sum umbyggja fiskifør, ið eru fevnd av hesum regluverki.
§ 2. Útgerð til vinnufør, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi galdandi fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um útgerð á skipum, kann koma í staðin fyri útgerð, sum er nevnd í hesi kunngerð.
§ 3. Fyritøkur ella persónar í Føroyum, sum sambært ásetingunum í kap. I, regel 5 umbyggja føroysk skip fevnd av hesi kunngerð, skulu frammanundan boða Sjóvinnustýrinum frá umbyggingini.
§ 4. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Sjóvinnustýrið, 5. apríl 2017
Hans Johannes á Brúgv (sign.)
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)
1) Fylgiskjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum.
2) Broytt við kunngerð nr. 96 frá 6. juli 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2018.”
Broytingarásetingar í Fráboðanum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo.