Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 13-01-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 4 frá 6. januar 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Nr. 4                                                                                                                        6. januar 2017

Kunngerð um trygging ella aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans mótvegis sjófólki og skipsførara í sambandi við brot á setanarviðurskiftini

Við heimild í § 68 og § 71 a, stk. 4 og 5 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við § 1 í løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 133 frá 20. desember 2016, verður ásett:

§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri sjófólk og skipsførarar, ið starvast umborð á einum føroyskum skipi, sbr. § 1, stk. 1 og § 47 í løgtingslógini, uttan mun til sigliøki og hvat skipini verða nýtt til, tó eru fiskiskip og stuttleikafør undantikin.

§ 2. Reiðarin skal tekna eina trygging ella seta eina aðra samsvarandi fíggjarliga trygd, ið rindar fyri krøv frá starvsfólkum, ið eru latin eftir, ímóti reiðarínum og arbeiðsgevaranum, um hesin er ein annar enn reiðaríið, í teimum førum, har reiðarin ella arbeiðsgevarin í stríð við sínar skyldur sambært starvsavtaluni, undir hesum tí galdandi kollektiva sáttmálanum, ella løgtingslógini og reglum, ásettar við heimild í løgtingslógini:

1)   letur vera við at rinda fyri útreiðslurnar av at senda starvsfólkið heim,

2)   letur starvsfólkið eftir uttan tað neyðuga til uppihald ella fíggjarligan stuðul, ella

3)   á annan hátt eintáttað og ógrundað hevur brotið sambandið við starvsfólkið, undir hesum um starvsfólkið ikki hevur fingið løn í í minsta lagi 2 mánaðir.

§ 3. Tryggingin ella tann samsvarandi fíggjarliga trygdin skal, sbr. tó stk. 2 og 3, rinda fyri:

1)   grundleggjandi tørv hjá starvsfólkinum, inntil viðkomandi er komin heim, undir hesum kost, hita, ravmagn, samskifti, reinføri og neyðuga læknaviðgerð o.a., útreiðslur til heimferð umframt aðrar rímiligar útreiðslur, sum eru ein fylgja av, at sjófólkið er latið eftir, og

2)   fýra mánaðir í ógoldnari løn og øðrum gjøldum o.a., sum sjófólkið hevur rætt til, orsakað av setanarviðurskiftunum.

Stk. 2. Tryggingin ella tann samsvarandi fíggjarliga trygdin skal ikki rinda fyri tey í stk. 1, nr. 2 nevndu krøv í tann mun, Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir hevur skyldu til at rinda fyri hesi krøv.

Stk. 3. Tryggingin ella tann samsvarandi fíggjarliga trygdin skal ikki rinda fyri

1)   krøv, ið viðkomandi hevur til endurgjald fyri útreiðslur til læknaviðgerð, tannlæknaviðgerð, heilivág o.a., sum eru fevndar av almennum endurgjaldi sambært løgtingslóg um almenna heilsutrygd og kunngerðum við heimild í hesi løgtingslóg, og starvsfólkini kunnu gera galdandi mótvegis Heilsutrygd,

2)   krøv um rindan av dagpeningi vegna sjúku sambært løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. og kunngerðum við heimild í hesi løgtinglóg, undir hesum kunngerð um frávik frá bústaðar- og skattskyldu í Føroyum í mun til løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. í teimum førum, hesi krøv eru fevnd av almennum endurgjaldi, og starvsfólkini kunnu gera hesi galdandi mótvegis Almannaverkinum,

3)   krøv um rindan av barsilspeningi sambært løgtingslóg um barsilsskipan og kunngerðum við heimild í hesi løgtingslóg, undir hesum kunngerð um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í FAS, í teimum førum hesi krøv eru fevnd av almennum endurgjaldi, og starvsfólkini kunnu gera hesi galdandi mótvegis Barsilsskipanini, og

4)   sama er galdandi, um viðkomandi hevur rætt til útgjald eftir øðrum almennum sosialum trygdarskipanum.

§ 4. Góðkend trygging ella onnur samsvarandi fíggjarlig trygd er í hesi kunngerð at skilja sum

1)   ein P&I trygging, Protection & Indemnity, P&I, eftir vanligum treytum, ið limur í tí altjóða bólkinum av P&I Klubbum, the International Group of P&I Clubs, bjóðar út, ið eitt loyvisbræv er útflýggjað fyri samsvarandi § 6,

2)   ein trygging, ið eitt loyvisbræv er útflýggjað fyri samsvarandi § 6, frá einum tryggingarfelagi í einum øðrum norðurlandi, ið hevur rætt at veita ásettu tryggingina eftir reglum um tryggingarvirksemi og lóggávu í avvarðandi landi,

3)   ein onnur av Sjóvinnustýrinum góðkend trygging ella fíggjarlig trygd, ið loyvisbræv er útflýggjað fyri samsvarandi § 6, sum verður veitt av einum tryggingarfelagi ella einum peningastovni, ið hevur rætt til at bjóða hetta út eftir galdandi lóggávu í heimlandinum hjá felagnum. Góðkenningin kann byggja á góðkenning, ið ein sjóvinnumyndugleiki í einum øðrum norðurlandi, sum eisini hevur tikið undir við MLC-sáttmálanum, hevur framt.

Stk. 2. Fyri skip, sum myndugleikar, skúlar, stovnar ella líknandi eiga, og sum eru fevnd av einari almennari ella kommunalari sjálvtryggingarskipan, er ein váttan, ið avvarðandi myndugleikar útflýggja um, at starvsviðurskiftini hjá skipinum eru fevnd av sjálvtryggingarskipanini, at meta sum ein nøktandi trygd. Váttanin skal harumframt innihalda tær í § 6, stk. 1, nr. 1-4 og 6 nevndu upplýsingar.

§ 5. Tann í § 2 nevnda trygging ella tann samsvarandi fíggjarliga trygdin má ikki ganga út, áðrenn gildistíðin er av, uttan so at tryggingarfelagið o.o. í minsta lagi 30 dagar frammanundan hevur boðað Sjóvinnustýrinum frá hesum.

Stk. 2. Tryggingin ella tann samsvarandi fíggjarliga trygdin skal geva møguleika fyri at fáa endurgjald fyri tey í § 3 nevndu krøv. Um tryggingin hevur hámark, skal skjalprógv vera fyri, at tað kann veitast fulnaður fyri tey í § 3 nevndu krøv. Skjalprógv skal sendast Sjóvinnustýrinum, um biðið verður um tað.

Stk. 3. Tey í § 3 nevndu krøv skulu kunna rættast beinleiðis ímóti tryggingarveitaranum ella tí, sum veitir ta samsvarandi fíggjarligu trygdina. Tryggingarveitarin ella tann, sum veitir ta samsvarandi fíggjarligu trygdina, kann gera tey krøv galdandi viðvíkjandi ábyrgdarfrátøku, sum reiðarin ella arbeiðsgevarin hevði kunnað gjørt galdandi mótvegis tí starvsetta. Harafturímóti kann tryggingarveitarin ella tann, sum veitir ta samsvarandi fíggjarligu trygdina, ikki tala at krøvum, sum hesin hevði kunnað sett mótvegis reiðaranum á skipinum ella arbeiðsgevaranum.

Stk. 4. Krøv, sum starvsfólkið ella ein, sum virkar vegna starvsfólkið, ger galdandi mótvegis tryggingarveitaranum ella tí, sum veitir ta samsvarandi fíggjarligu trygdina, skulu vera í fylgi við neyðugum skjalprógvi. Fyri krøv, har ivi kann vera um, hvørt viðkomandi hevur rætt til at fáa fulna fyri kravinum heilt ella partvíst hjá Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir, skal viðkomandi antin geva tryggingarveitaranum heimild at heinta inn upplýsingar um dekning hjá grunninum ella sjálvur heinta inn hetta skjalprógv.

§ 6. Sum váttan fyri, at tann í § 2 nevnda tryggingin ella tann samsvarandi fíggjarliga trygdin er teknað, skal eitt loyvisbræv, sum tann, ið hevur veitt tryggingina ella ta samsvarandi fíggjarligu trygdina, hevur útflýggjað, verða atkomuligt hjá sjófólkunum umborð á skipinum. Í loyvisbrævinum skulu hesar upplýsingar standa:

1)   Navn á skipinum.

2)   Heimahavn skipsins.

3)   Kallitekin skipsins.

4)   IMO-nummar skipsins.

5)   Navn og adressa hjá tryggingarfelagnum ella útvegari av tí samsvarandi fíggjarligu trygdini.

6)   Kontaktupplýsingar til viðkomandi, ið sjófólkið skal biðja um hjálp frá.

7)   Navn skipaeigarans.

8)   Tíðarskeið, sum tryggingin hevur gildi.

9)   Ein váttan um, at tryggingin rindar fyri tey í § 3 nevndu krøv.

Stk. 2. Ein váttan frá tryggingarfelagnum um, at tryggingin lýkur Norm A 2.5.2. í sáttmálanum um setanarviðurskifti sjófólksins, MLC, verður at meta sum tann í stk. 1, nr. 9 nevnda váttanin.

Stk. 3. Um fleiri tryggingarfeløg ella veitarar av fíggjarligu trygdini veita fulnað, skulu loyvisbrøv frá hvørjum felagi ella veitara við upplýsingum um, hvørji krøv hvør skipan rindar fyri, vera atkomulig fyri sjófólkini umborð á skipinum.

Stk. 4. Fyri skip, har sjófólkini eru fevnd av Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir, skal ein váttan útflýggjast av ávikavist Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir og av ávikavist Heilsutrygd, Almannaverkinum og Barsilsskipanini um tær í § 3, stk. 3 nevndu skipanir, heingjast upp ella á annan hátt verða atkomulig fyri sjófólkini umborð á skipinum.

Stk. 5. Fyri skip, har tað almenna er sjálvtryggjað, skal tann í § 4, stk. 2 nevnda váttanin um hetta heingjast upp ella á annan hátt verða atkomulig fyri sjófólkini umborð á skipinum.

Stk. 6. Váttanir og loyvisbrøv skulu verða útflýggjað á arbeiðsmálinum umborð á skipinum ella á enskum. Um skipið er í altjóða sigling, skal tað vera á enskum ella viðfest enska umseting.

§ 7. Sjóvinnustýrið kann seta krav um skjalprógv um, at tryggingarveitarin hevur rætt til at reka tryggingarvirksemi og er góðkendur av tryggingareftirlitinum í tí landi, har felagið hevur sín handilsbústað ella høvuðssæti, og at tryggingin livir upp til krøvini í hesi kunngerð. Sjóvinnustýrið kann í serligum føri í sambandi við tryggingar og aðra samsvarandi trygd, sum er fevnd av § 4, stk. 1, nr. 3, seta krav um, at tað eisini verður skjalfest, at viðkomandi vinnufelag o.a. er gjaldført og kann uppfylla krøv teirra. Sjóvinnustýrið kann eisini vísa burtur útflýggjan av góðkenning ella taka aftur eina útflýggjaða góðkenning, um Sjóvinnustýrið fær upplýsingar, ið gera tað sannlíkt, at tað er ein vandi fyri, at felagið ikki kann lúka krøv teirra.

Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann tíðaravmarka og treyta góðkenningina av teimum í § 4, stk. 1, nr. 3 nevndu tryggingum og samsvarandi trygdum.

Stk. 3. Verða broytingar gjørdar, sum hava týdning fyri tryggingina ella ta samsvarandi fíggjarligu trygdina, hevur reiðarin skyldu til at kunna Sjóvinnustýrið alt fyri eitt eftir, at hann fær kunnleika til hetta.

§ 8. Brot á §§ 2 og 5-7 í hesi kunngerð verður revsað við sekt.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 18. januar 2017.

Stk. 2. Tær í § 2 nevndu tryggingarnar skulu verða stovnaðar seinast tann 18. januar 2017, soleiðis at tær fáa gildi frá tí degi at rokna.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 6. januar 2017

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)