Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. apríl 1992Nr. 40
Kunngerð um lívrunnið burturkast frá alivinnuni, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
Við heimild í § 4, § 6, kap. 7 og § 57, stk. 3 og stk. 5 og í § 72, stk. 3-6 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Reglurnar í hesi kunngerð eru galdandi fyri slógv, deyðan fisk, fóðurleivdir og tílíkt lívrunnið burturkast frá sláturvirkjum, alibrúkum, smoltstøðum og líknandi støðum.
§ 2. Á teimum í § 1 nevndu støðum skal verða góðkend útgerð til uppsamling og goymslu av lívrunnum burturkasti.
§ 3. Burturkastið skal flytast í tanga ella á annan góðkendan hátt. Flutningur skal ikki bera vanda fyri smittu ella dálking við sær.
§ 4. Burturkastið skal latast góðkendum móttakara.
§ 5. Á alibrúkum og smoltstøðum skal deyður og deyðsjúkur fiskur takast upp regluliga. Á smoltstøðum dagliga og á alibrúkum minst eina ferð um vikuna og dagliga, um felli er.
§ 6. Tann, sum hevur flutningin um hendi, skal lata heintingarváttan, har nøgd, slag og dagfesting eru ásett. Heintingarváttanir skulu latast eftirlitsmyndugleikunum eftir umbøn.
§ 7. Umsókn um góðkenning av útgerð til uppsamling og goymslu skal saman við ávísing av flutnings- og burturbeiningarskipan latast eftirlitsmyndugleikunum.
§ 8. 1) Góðkenningar- og eftirlitsmyndugleika eftir hesi kunngerð hevur Umhvørvisstovan. Eftirlitið verður útint sambært kap. 7 í umhvørvisverndarlógini.
§ 9. 1) Fyri góðkenningar og eftirlit sambært hesi kunngerð skulu hesi gjøld rindast Umhvørvisstovuni:
Góðkenningargj. |
Eftirlitsgj./ár |
|
1) Laksavirki og onnur virki, sum arbeiða laks: |
2.000,00 |
400,00 |
2) Alibrúk og smoltstøðir: |
600,00 |
100,00 |
§ 10. Avgerðir eftir hesi kunngerð kunnu kærast til Føroya Landsstýri. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað avvarðandi.
§ 11. Brot á §§ 2, 3, 4, 5 og 6 í hesi kunngerð verða revsað við bót sambært kap. 13 í umhvørvisverndarlógini.
§ 12. Kunngerðin fær gildi dagin eftir at hon er lýst og samstundis fer úr gildi, kunngerð nr. 98 frá 25. november 1991 um lívrunnið burturkast frá alivinnuni.
1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”