Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. apríl 2003Nr. 45
Kunngerð um gjøld fyri skráseting í skipaskránni v.m.
Við heimild í § 8 í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997, verður ásett:
§ 1. Endamálið við kunngerðini er at áseta gjøld fyri veitan av tænastum og skrásetingum í Føroya Skipaskráseting.
§ 2. Gjøldini sambært §§ 3, 4, 5 og 6 eru galdandi fyri skip við eini bruttoregistar-tonsatali ella bruttotonsatali uppá 15 ella yvir, sum eru skrásett í Føroya Skipaskráseting, ella sum skulu skrásetast í Føroya Skipaskráseting.
§ 3. Fyri skráseting av veðbrævi, ognarveðbrævi, skaðaloysisbrævi v.m. verður at gjalda kr. 2.200,00.
Stk. 2. Fyri skráseting av arrest, úttøku ella dómi, sum viðkemur skipi, verður einki at gjalda.
§ 4. Fyri skráseting av skipsskeyti, sølusáttmála ella byggiváttan verður at gjalda kr. 2.800,00.
§ 5. Fyri útflýggjan av tjóðskaparbrævi verður at gjalda kr. 3.000,00.
Stk. 2. Fyri rættingar gjørdar á tjóðskaparbræv verður at gjalda kr. 2.000,00.
§ 6. Fyri útflýggjan av fyribils tjóðskaparbrævi verður at gjalda kr. 3.000,00.
§ 7. Fyri ljósavrit av skipsblaði verður at gjalda kr. 200,00.
§ 8. Ásettu gjøldini sambært §§ 3, 4, 5, 6 og 7 skulu vera goldin til Føroya Skipaskráseting, áðrenn skjølini verða útflýggjað.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2003.
Fiskimálaráðið, 9. apríl 2003
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Kaj P. Mortensen (sign.)