Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. apríl 1990Nr. 49
Kunngerð um umhvørvisgókenning av brennistøðum og tyrvingarplássum, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
Við heimild í § 27 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd hevur Føroya Landsstýri fyrisett:
§ 1. Brennistøðir og tyrvingarpláss skulu góðkennast sambært § 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd sum dálkandi virkir.
§ 2. Brennistøðir og tyrvingarpláss, hvørs virksemi er byrjað áðrenn umhvørvisverndarlógin kom í gildi tann 1. januar 1989, skulu umhvørvisgóðkennast av landsstýrinum, sjálvt um góðkenning frá øðrum myndugleika er givin.
Stk. 2. Umsókn um umhvørvisgóðkenning skal vera latin landsstýrinum inn eitt hálvt ár eftir, at henda kunngerðin er komin í gildi.
§ 3. Saman við umsókn um góðkenning skulu verða hjálagdar neyðugar ætlanir, tekningar og frágreiðingar, ið gera verkætlanina skilliga, umframt ein tilskilan av slagnum og nøgdini av væntaðu ella verandi dálkingini. Tilskilast skal, hvørjar atgerðir verða framdar við tí endamáli at minka um hesa dálking.
Stk. 2. Saman við umhvørvisgóðkenning verður eisini reglugerð góðkend, sum í minsta lagi ásetir:
1) hvør hevur ábyrgd av rakstrinum,
2) nærri reglur um rakstur, innrætting og regluligt eftirlit,
3) hvør eftirlitsmyndugleikin er.
§ 4. 1) Inntil umhvørvisgóðkenning er fingin, hevur Umhvørvisstovan eftirlit við brennistøðum og tyrvingarplássum.
Stk. 2. Eftirlitið verður útinnt sambært kap. 7 í umhvørvisverndarlógini.
§ 5. Brot á reglurnar í hesari kunngerð verða revsað við bót sambært § 72, stk. 1, nr. 4 og 5, smb. stk. 2 og § 72, stk. 4, 5 og 6 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.
§ 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”