21. januar 1998Nr. 5
Kunngerð um umbýti av koyrikorti, sum broytt við kunngerð nr. 134 frá 22. desember 2000
Við heimild í § 18 b, stk. 5 og 6 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu, smb. lógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 sum broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 9. januar 1996, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Koyrikort til motorakfar, ið ikki er gjørt í ES-sniði, fer úr gildi 31. desember 2000.
§ 2. Bileftirlit Føroya skipar fyri umbýtinum, og kallar gomlu koyrikortini inn til umbýtis.
§ 3. Fyri umbýti av gomlu koyrikortunum til føroysk koyrikort av ES-sniði, skal latast eitt gjald, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1) Broytt við kunngerð nr. 134 frá 22. desember 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.”