Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. januar 2013Nr. 5
Kunngerð um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum
Við heimild í § 27, stk. 2 og 3, § 28, stk. 3 og § 29, stk. 5 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verður ásett:
§ 1. Lestrar- og skilhaldsreglur á einstaka stovninum hava til endamáls, at næmingurin skal røkka málinum við útbúgvingini, og reglurnar skulu stuðla undir eitt munagott undirvísingarumhvørvi.
§ 2. Lestrar- og skilhaldsreglurnar skulu áseta mannagongdir fyri skilagóðari atferð á einum útbúgvingarstaði og arbeiðsplássi.
Stk. 2. Reglurnar skulu lýsa skyldu næminganna at luttaka í undirvísingini. Reglurnar skulu eisini áseta mannagongdir í sambandi við handfaring og viðgerð av næmingafráveru.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger, eftir hoyring í lærara- og næmingaráði, reglurnar um lestur og skilhald.
Stk. 4. Reglurnar skulu lýsa, hvørji tiltøk, leiðari útbúgvingarstovnsins kann seta í verk mótvegis næmingi, sum ikki fylgir lestrar- og skilhaldsreglunum.
Stk. 5. Lestrar- og skilhaldsreglur skulu standa á heimasíðu stovnsins.
Lestrarvirkni og skilhald
§ 3. Næmingarnir hava skyldu at fylgja lestrar- og skilhaldsreglum stovnsins. Stovnurin skal kunna næmingarnar um reglurnar og um skylduna at luttaka í undirvísingini og um tær avleiðingar, tað kann hava, at reglurnar ikki verða fylgdar.
Lestrarvirkni
§ 4. Skylda næmingsins at luttaka í og vera virkin í undirvísingini fevnir um
1) at vera til staðar í undirvísingarhølinum, fyrireikaður og luttakandi, tá ið lærari undirvísir eftir lagdari ætlan,
2) at lata inn skrivlig avrik rættstundis, og sum í dygd og vavi lúka ásett krøv,
3) at taka lut í várroyndum, ársroyndum og royndum annars,
4) at taka lut í undirvísing, sum er skipað sum námsferð ella líknandi, og
5) at taka lut í allari aðrari undirvísing t.d. sjálvstøðugum arbeiði og virtuellari undirvísing, sum er løgd til rættis og sum er partur av samlaðu undirvísingini.
Stk. 2. Eftir umsókn kann næmingur sleppa undan ella partvís sleppa undan skylduni at vera til staðar, um leiðari útbúgvingarstovnsins metir, at næmingurin ikki er likamliga virkisførur. Er manglandi virkisførleikin ikki eyðsýndur kann skúlin biðja um læknaváttan, sum næmingurin rindar fyri. Sama er galdandi fyri næmingar, sum av øðrum orsøkum søkja um frítøku.
§ 5. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal skipa so fyri, at luttøka í undirvísing og innlating av skrivligum avrikum støðugt verða skrásett.
Stk. 2. Eftir reglum, sum skúlin ásetur, skal javnan vera gjørligt hjá næmingi at hava eftirlit við og gera viðmerkingar til sína egnu skráseting. Er næmingurin undir 18 ár, skulu foreldrini ella tann, sum hevur foreldramyndugleikan somuleiðis hava møguleika at hava eftirlit við og gera viðmerkingar til skráseting barnsins. Skrásetingin er galdandi eitt ár í senn.
Stk. 3. Fyri at avmarka fráveru næmingsins og vantandi innlating av skrivligum avrikum, skal stovnurin skjótast gjørligt taka málið upp í samráði við næmingin og koma við hóskandi átaki, m.a. vegleiðing um, hvussu støðan kann bøtast, um næmingur ikki røkir sínar skyldur.
Stk. 4. Um og nær eitt fráverumál skal takast upp og um og nær møgulig agatiltøk skulu setast í verk, er ein meting hjá leiðara útbúgvingarstovnsins. Metingin skal í hvørjum einstøkum føri byggja á óheftu fráveruskrásetingina, upplýsingar um orsøkirnar til fráveruna og kunnleika skúlans um heildarstøðu næmingsins.
§ 6. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann geva næmingi námsfrøðiliga ábreiðslu og rættleiðing um brotið á lestrar- og skilhaldsreglurnar ikki er so álvarsligt.
Lestrarvirkni og agatiltøk
§ 7. Heldur leiðari útbúgvingarstovnsins, at námsfrøðilig ábreiðsla og rættleiðing ikki hjálpir næmingi, sum brýtur lestrar- og skilhaldsreglurnar, kann hann nýta hesi agatiltøk:
1) Geva næmingi skrivliga ávaring.
2) Geva Studna boð um, at næmingurin ikki er lestrarvirkin sbrt. § 3 í lógini um lestrarstuðul, tí tann lesandi ikki møtir til frálæruna og/ella ikki letur inn skrivlig avrik.
3) Taka rættin frá næmingi at fara til próvtøku í lærugrein, sum endar, hóast hann verður fluttur upp í næsta flokk. Mista próvtøkan kann verða tikin eitt ár seinni og tá eftir próvtøkureglunum fyri sjálvlesandi.
4) Burturvísing.
Stk. 2. Agatiltøk skulu vera rímulig og hóskandi í mun til brotið á lestrar- og skilhaldsreglurnar.
§ 8. Agatiltøk eftir § 7, stk. 1, nr. 2-4, kunnu bert verða sett í verk eftir meting leiðara útbúgvingarstovnsins og bert um næmingurin fyrst hevur fingið skrivliga ávaring, sbr. stk. 3.
Stk. 2. Skrivlig ávaring verður handað næmingi og send í innskrivaðum brævi til teirra, sum hava foreldrarættin, um næmingurin ikki er myndugur. Skrivlig ávaring dettur burtur, tá ið nýtt skúlaár byrjar.
Stk. 3. Um brotið á lestrar- og skilhaldsreglurnar er serliga álvarsamt, kann agatiltak verða sett í verk, hóast eingin skrivlig ávaring er givin frammanundan.
Skilhald
§ 9. Eftir hoyring í lærararáði og í næmingaráði skal leiðari útbúgvingarstovnsins áseta skilhaldsreglur at galda fyri næmingar skúlans. Reglurnar skulu í minsta lagi fevna um
1) atferð, samveru, virðing o.tíl.,
2) mannagongdir í sambandi við skráseting av næmingafráverum og fráveruorsøkum, og
3) møgulig agatiltøk.
Stk. 2. Møgulig agatiltøk skulu altíð vera rímulig og hóskandi í mun til brotið á skilhaldsreglurnar og kunnu fevna um:
1) Námsfrøðiliga ábreiðslu og rættleiðing.
2) At geva næmingi skrivliga ávaring.
3) At nokta næmingi luttøku í ávísum virksemi og tiltøkum.
4) Fyribils at nokta næmingi luttøku í undirvísing, tó í mesta lagi 10 dagar samanlagt hvørt skúlaár. Henda fráveran skal skrásetast.
5) Burturvísing.
Stk. 3. Skilhaldsreglur skulu sendast landsstýrismanninum til góðkenningar
Flyting upp í hægri flokk
§ 10. Fyri at verða fluttur upp í næsta flokk, skal næmingurin hava fingið nóg mikið burtur úr undirvísingini.
Stk. 2. Við skúlaársenda umrøður skúlin støðumet næmingsins og metir um, hvørt næmingurin hevur fingið nóg mikið burtur úr undirvísingini.
Stk. 3. Hevur næmingur við skúlaársenda fingið eitt miðaltal ájavnt við ella størri enn tað, sum krevst fyri at standa, kann leiðari útbúgvingarstovnsins ikki nokta uppflyting.
Stk. 4. Næmingur, sum lýkur kravið um at standa, men sum er raktur av agatiltakinum í § 7, stk. 1. nr. 3, hevur rætt at vera fluttur upp í næsta flokk.
§ 11. Um so er, at støðumet næmingsins við skúlaárs enda er undir markinum fyri at standa, og mett verður, at næmingurin ikki hevur fingið nóg mikið burtur úr undirvísingini higartil, kann leiðari útbúgvingarstovnsins nokta at flyta næmingin upp í næsta flokk. Hendir tað, verður næmingurin skrivaður út úr útbúgvingini, sbr. stk. 2.
Stk. 2. Næmingur, sum ikki verður fluttur upp í næsta flokk, kann eftir umsókn til leiðara útbúgvingarstovnsins, fáa loyvi at taka árið umaftur. Møguleikan, at ganga um aftur á somu breyt, kann næmingur bert nýta eina ferð.
Stakgreina- og sjálvlesandi
§ 12. Við teimum frábrigdum, sum eru fyri stakgreinalesandi, er henda kunngerð eisini galdandi fyri næmingar sum taka stakar lærugreinar.
§ 13. Við teimum frábrigdum sum eru fyri sjálvlesandi, sum gera starvstovuroyndir saman við valbólki, er henda kunngerð eisini galdandi.
Kæra
§ 14. Avgerð hjá leiðara útbúgvingarstovnsins um at seta agatiltøk í verk sbrt. § 7, stk. 1, og § 9, stk. 2, og avgerðin um at nokta uppflyting í næsta flokk sbrt. § 11, kann kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur, eftir at kærarin hevur móttikið avgerðina.
Stk. 2. Næmingur kann kæra um avgerð hjá leiðara útbúgvingarstovnsins sbrt. stk. 1. Kæran skal vera skrivlig og hava ítøkiliga grundgeving. Er kærarin ikki myndigur, kann foreldramyndugleikin kæra í hansara stað.
Stk. 3. Kæra um agatiltak sbrt. § 7, stk. 1, hevur ikki steðgandi virkna, uttan so at ávikavist leiðari útbúgvingarstovnsins ella Mentamálaráðið í serstøkum føri taka avgerð um at steðga virknaði, til kæran er liðug viðgjørd.
Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja skúlagongdina 1. august 2013 ella seinni.
Mentamálaráðið, 22. januar 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)