Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mars 1962Nr. 5
Kunngerð um gjøld fyri uppmáling av skipum v.m., sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 21. september 1989
Eftir § 12, smbr. § 11, í løgtingslóg nr. 38 frá 4. mai 1957 um uppmáling av skipum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1.1) Fyri málibræv aftaná uppmáling eftir § 6 a í lógini verður avgjald kravt uppá 2 kr. fyri hvørt bruttotons, sum skipið er mált til.
Stk. 2. Fyri nýtt málibræv ella fyri rætting í málibrævi aftaná uppmáling eftir § 6 b í lógini verður eitt avgjald kravt uppá 1 kr. fyri hvørt bruttotons, sum skipið er mált til, tó í minsta lagi 100 kr.
§ 2. 1) Avgjaldið fyri málibræv ella rætting av málibrævi aftaná eftiruppmáling eftir § 6 c í lógini verður roknað eftir § 1, stk. 1 ella stk. 2, eftirsum uppmálingin, sum ynskist eftirmáld, er fyrsta uppmáling ella umafturuppmáling. Kemur eftiruppmálingin til tað úrslit, at tonsatalið, sum avgjaldið eftir § 1 í hesari kunngerð longu er goldið eftir, verður óbroytt, verður einki avgjald kravt.
Stk. 2. Fyri eftiruppmáling av skipi, sum keypt er í útlandinum, verður avgjald at rinda sum fyrisett í § 5 í lógini.
§ 3. Um so er, at skip, sum er soleiðis gjørt, at rúm undir yvirdekki (Shelterdeck) undir vissum treytum kann koma undir „opin rúm“ og koma soleiðis ikki undir bruttotonsatal, verður broytt soleiðis, at rúmið ikki longur lýkur treytirnar sum opið rúm, verður avgjald kravt eftir § 1, stk. 2, men bert fyri munin millum skipsins tonsatal sum „lukt“ ella „opið“ skip.
Einhvør broyting í skipsins tonsatali, sum bert stendst av, at viðkomandi rúm ikki longur kemur undir bruttotonsatalið, ger onga broyting í avgjaldinum.
§ 4. 1) Fyri útgávu ella rætting av Suez- ella Panamamálibrøvum (smbr. § 7, stk. 3) ver›ur eitt avgjald uppá 50 oyrur av hvørjum bruttotonsi, sum skipið í tílíkum føri verður uppmált til, kravt.
§ 5. 1) Fyri málibræv afturfyri forsónað ella skatt verða fylgjandi avgjøld at rinda: 2 kr. fyri hvørt bruttotonsatalið, sum skipið er mált til, tó í minsta lagi 200 kr.
Stk. 2. Fyri øll avrit av málibrævi verður avgjald kravt, sum er 200 kr.
§ 6. Brot av tonsi verður ikki tikið við í útrokning av avgjaldi, og oyrur í avgjaldinum detta burtur.
§ 7. Avgjøldini fara í landskassan, og eftirstøður kunnu heintast inn við panting. Fyri avgjaldskrøv hevst sjópantirættur eftir § 267 í sjólógini.
Stk. 2. Skipseigarin kemur undir avgjaldsskylduna, men fyri rindingina av avgjaldi innistendur eisini hann, sum givið hevur inn tilmelding um uppmáling av skipinum smbr. § 8 í lógini, tá ið hann er ikki eigarin.
§ 8. Avgjald verður uppkravt landsstýrisins vegna av teim, sum settir eru at inna skipauppmálingina eftir § 2 í lógini.
Stk. 2. Avgjaldi kemur til gjaldingar, tá ið málibræv verður givið út ella fær rætting og verður kravt í hondina.
Stk. 3. Fyri móttøkuna av avgjaldinum verður kvittan givin við áriti á málibrævið.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.