Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 05-12-1957
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

5. desember 1957Nr. 52

Kunngerð nr. 52 frá 5. desember 1957: Reglugerð fyri Grunnin til varðveitingar av fornminnum í Kirkjubø

§ 1. Grunsins grundfæ eru tær ognir, sum “Fonden til bevaring af Kirkebøruinen på Færøerne“ eigur, og haraftrat 25.000 kr., sum pf. Føroya Banki í Tórshavn gav til nevnda endamál í 1956 á 50 ára degi bankans.

§ 2. Grunsins ónertiliga grundfæ:

Nevnda gáva frá pf. Føroya Banka  

 

25.000 kr.

Innskrivingarprógv, yvirtikið frá

 

 

“Fonden til Kirkebøruinens be-

 

 

bevaring“

 

 2.800 kr.

Flutt frá sparikassabók nr. 70.039

 

12.200 kr.

íalt:

 

40.000 kr.

Grundfæið skal setast inn eftir reglum um fyrisitingina av ómyndinga peningaognum ella í føroyskar sparikassar. Aftrat grundfæinum kunnu koma tilskot, sum veitt kunnu vera, og so mikið av innvunnum rentum, sum landsstýrið fyrisetur.

§ 3. Tann tøki grunnurin fær tað, sum eftir er av tí, sum stendur inni á sparikassabók, og rentuna av grundfænum  og haraftrat tilskot og gávur, sum veitt kunnu vera, til nýtslu.

§ 4. Endamál grunsins er varðveiting av dómkirkjumúrinum í Kirkjubø. Haraftrat kann tilskot veitast til varðveitslu av øðrum fornminnum í Kirkjubø.

§ 5. Føroya landsstýri er stýri grunsins. Eftirlitið við fornminnunum verður lagt til Føroya fornminnissavn í samráð við fornminnisnevndina og bóndan á Kirkjubø garði.

§ 6. Føroya gjaldstova heldur roknskapin; hann verður endurskoðaður av grannskoðara løgtingsins og decideraður av landsstýrinum.