Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 03-05-1994
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. mai 1994Nr. 53

Kunngerð um umhvørvisreglur, sum seinast broytt við kunngerð nr. 111 frá 7. september 2009

Við heimild í § 4, § 35, stk. 2, § 45, § 72, stk. 3 og § 77 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd hevur landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1

Alment reinføri

§ 1. Órudd o.a. Ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast. Bý- ella bygda(r)ráðið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein, meðan avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein.

Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um, at órudd og annað burturkast skal beinast til hóskandi stað, jvb. kunngerð um burturkast.

§ 2. Evja. Hyljar, tjarnir, díki, áir og løkir innangarðs skulu haldast rein, og kann bý- ella bygda(r)ráðið áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi. Evjan úr teimum skal førast burtur og leggjast soleiðis, at hon ikki er til ampa fyri umhvørvið ella er til heilsuvanda.

§ 3. Toftir. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva eigara ella grundeigara boð um, at toftir og leivdir yvirhøvur av bygningum, og ikki liðugt bygd hús, sum standa at detta niður ella hava staðið hálvgjørd í nógv ár, skulu takast niður minst 15 cm undir lendið og um hvussu tey skulu verða beind burtur, jvb. tó løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum.

§ 4. Skaðadýr. Verður komið fram á skaðadýr, sum kunnu vera til álvarsligan ampa ella heilsuvanda, skal bý- ella bygda(r)ráðið geva boð um, at neyðug tiltøk skulu fremjast til at beina fyri skaðadýrunum.

§ 5. Hvalvágir. Bý- ella bygda(r)ráðið skal ansa eftir, at hvalvágir ikki verða so dálkaðar, at vandi er fyri, at hvalur, sum verður dripin á vánni, ikki er egnaður til fólkamat, jvb. løgtingslóg um matvørur.

§ 6. Fýringsútbúnaður. Elvir oljufýrur, ovnur ella tílíkt til royk, dust, óljóð ella aðrar ampar fyri fólk, íð búgva nærindis, kann bý- ella bygda(r)ráðið geva boð um, at neyðug tiltøk skulu setast í verk til at fyribyrgja hesum.

§ 7. Akfør. Ikki er loyvt at hava motorin á akførum í gongd, tá ið tað ikki er neyðugt.

Kapittul 2

Ampar frá vinnuligum virksemi og ávísum frítíðarvirksemi

§ 8. Elvir vinnuligt virksemi, herundir vinnuligt, alment virksemi og alment og privat byggivirksemi, sum ikki er umfatað av kap. 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd, til dálking ella til heilsuvanda, kann bý- ella bygda(r)ráðið geva boð um, at neyðug tiltøk skulu setast í verk til at fyribyrgja hesum, herundir at avmarkingar skulu vera í tíðarskeiðnum, sum virksemið kann fara fram í.

Stk. 2. Stk. 1 er eisini galdandi fyri frítíðarvirksemi, herundir virksemi á ítróttarøkjum og í frítíðarfeløgum, um hetta elvir til álvarsligar óljóðampar fyri fólk, íð búgva nærindis.

Stk. 3. Ber ikki til at fáa bøtt um amparnar, ella verður ikki gjørt sum ásett av bý- ella bygda(r)ráðnum sambært stk. 1 og 2, kann bý- ella bygda(r)ráðið seta forboð fyri virkinum ella virkseminum.

Kapittul 3

Vernd av vatnveitingarlendum

§ 9. Dálking av vatnveitingarlendum. Ikki er loyvt at dálka vatnveitingarlendi, herundir koyra í ella á tey taðfall, so tað setur omaní, breiða ella grava niður ella goyma tílíkt so nær vatnveiting ella løkum, ella vaska á tílíkum støðum, so vandi er fyri, at vatnið verður dálkað av tí.

Stk. 2. Alt vatn, sum rennur í vatnbrunnar, ið standa innangarðs, ígjøgnum bø ella annað velt ella taðað lendi, skal verða veitt gjøgnum rør.

Stk. 3. Har, sum drekkivatn verður tikið, skal bý- ella bygda(r)ráðið seta upp skelti, sum týðiliga boðar frá, at øll dálking er bannað.

§ 10. Verndarøki. Bý- ella bygda(r)ráðið skal fyri vatnveitingarvirki, ið tekur vatn úr áum, løkum, keldum ella vøtnum, skipa eitt verndarøki, har ikki er loyvt at reka vinnulívsvirki, stovnar, tjaldstaðir ella tílíkt, ella at goyma evni, ið kunnu dálka vatnveitingarvirki.

Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið skal bera so í bandi at tað, ið lagt verður undir verndarøki, verður tinglýst á avvarðandi ogn við raðfesti framman fyri øll onnur rættindi í ognini.

Stk. 3. Bý- ella bygda(r)ráðið kann seinni gera broytingar í verndarøkinum og góðkenna einstøk viðurskifti, ið bannið sbrt. stk. 1 fevnir um.

§ 11. Nærri ásetingar. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva tey boð ella seta tey forboð, ið neyðug eru til tess at tryggja at áir, løkir, keldur ella vøtn, ið vatnveitingarvirki nýta, ikki verða dálkað vatnveitingini at bága, t.d. við vask og við nýtslu hjá dýrum at drekka, herundir at størri ella minni víddir uttan um vatnveitingarlendi skulu verða innigirdar. Bý- ella bygda(r)ráðið kann seta forboð fyri at fiska ella sigla á slíkum áum, vøtnum ella brunnum, ella at hetta bert má fara fram eftir nærri ásettum treytum.

Stk. 2. Møguligt endurgjald verður latið samsvarandi reglunum í kapittul 3 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.

Kapittul 4

Vernd av baðvatni

§ 12. Uttandura baðvatn. Bý- ella bygda(r)ráðið hevur eftirlit við hyljum og byrgingum í áum, vøtnum og firðum, sum nýtt verða til svimjing, og skal gera regluligar sýnistøkur av hesum vatni til nærri kanningar.

Stk. 2. Staðfesta kanningar, at vatnið er dálkað ella óegnað til at svimja í, skal bý- ella bygda(r)ráðið kanna orsøkina til dálkingina og geva boð um, at neyðug tiltøk skulu setast í verk til at fyribyrgja hesum.

Stk. 3. Ber ikki til beinanvegin at avmarka dálkingina, skal bý- ella bygda(r)ráðið seta forboð fyri at svimja í økinum, til vatnið aftur er reint.

§ 13. Innandura baðvatn. Ikki er loyvt at fara undir bygging av svimjihyljum, sum ætlaðir eru almenningi ella nógvum fólki, uttan góðkenning frá bý- ella bygda(r)ráðnum. Hetta er eisini galdandi fyri hyljar á hotellum, tjaldstøðum, skúlum, frítíðarplássum og tílíkum, hóast hyljarnir bert eru ætlaðir teimum vitjandi.

Stk. 2. 1) Bý- ella bygda(r)ráðið skal hava regluligt eftirlit við svimjihyljum og tilhoyrandi økjum, herundir frárenslum, klosettum, brúsurúmum og umklæðingarrúmum, við atliti at vanligum reinføri og vatngóðsku. Bý- ella bygda(r)ráðið skal gera regluligar sýnistøkur til at kanna vatngóðskuna eftir nærri reglum, sum Umhvørvisstovan ásetir.

Stk. 3. Verða viðurskiftir staðfest, sum kunnu vera til vanda fyri heilsuna, skal bý- ella bygda(r)ráðið geva boð um, at neyðug tiltøk skulu setast í verk til at fyribyrgja hesum, og tað kann seta forboð fyri svimjing, um viðurskiftini ikki eru fingin í rættlag innan ásetta freist.

Kapittul 5

Frárensl av vatni, spillvatni, o.a.

§ 14. Spillvatn. Grundeigari hevur skyldu til at bera so í bandi, at spillvatn ikki setur inn á annan mans grund. Um so er, skal hann fyri egna rokning bøta um amparnar, og kann bý- ella bygda(r)ráðið áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi.

§ 15. Góðkenning til húsabygging. Loyvt er ikki at fara undir húsabygging, uttan bý- ella bygda(r)ráðið hevur góðkent, hvussu grund- og omanávatnið skal veitast burtur, hvussu vera skal við spillvatni, og húsini mugu ikki verða tikin í nýtslu, fyrr enn bý- ella bygda(r)ráðið hevur váttað, at alt er sum fyrisett.

Stk. 2. Størri húsaumbyggingar koma undir somu reglu.

§ 16. Nærri ásetingar. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um neyðug tiltøk á dálkandi ella heilsuvandaliga burturleiðing av spillvatni, regnvatni, omanávatni og grundvatni, herundir at gerast skulu frárenslleiðingar úr óbygdum økjum.

Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um, at opnar veitir skulu leggjast í rør, um tær elva til vanda fyri dálking ella til heilsuvanda.

Kapittul 6

Klosett

§ 17. Gerð, reingerð, broyting og burturtøka av klosettum. Talið og innrættingin av klosettum í íbúðum, sethúsum og bygningum annars skal vera í samsvari við kommunala byggireglugerð ella loyvi frá bý- ella bygda(r)ráðnum.

Stk. 2. Í økjum við eini spillvatnsleiðing, sum bý- ella bygda(r)ráðið hevur góðkent, skulu klosett gerast sum vatnklosett.

Stk. 3. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um ella áseta reglur um, at gerast skulu vatnklosett í íbúðum, sethúsum og bygningum annars, ella at talið av vatnklosettum skal økjast.

Stk. 4. Elva klosett til álvarsligar ampar ella heilsuvanda, kann bý- ella bygda(r)ráðið geva boð um, at klosettini skulu reingerast, broytast ella takast burtur.

§ 18. Almenn klosett. Bý- ella bygda(r)ráðið skal bera so í bandi, at gjørd verða vatnklosett til almenna nýtslu á støðum, har umstøðurnar tala fyri tí.

Kapittul 7

Rottangar, spillvatnsleiðingar o.a.

§ 19. 2) (Sett úr gildi).

§ 20. Spillvatn frá vatnklosettum. Spillvatn frá vatnklosettum skal leiðast í rørum til rottanga ella spillvatnsreinsiverk. Kommunstýrið kann áseta nærri reglur um tøming av rottangum og reinsiverkum, jvb. eisini kunngerð um spillvatnsevju.

Stk. 2. 1) Tað er ikki loyvt at taka í nýtslu rottangar, sum ikki lúka vanlig standardmál fyri rottangar, jvb. nærri tilvísing frá Umhvørvisstovuni.

Stk. 3. Útleiðing í uppsavningarbrunn má bert gerast eftir loyvi frá bý- ella bygda(r)ráðnum. Uppsavningarbrunnur má ikki setast nærri enn 2 metrar frá sethúsi ella grannamarki.

§ 21. 2) (Sett úr gildi).

Stk. 2. Hevur bý- ella bygda(r)ráðið lagt ella fer tað at leggja spillvatnsleiðing, hava eigarar av lendi, sum liggur nærindis, fyri egna rokning skyldu til at leiða egið spillvatn til felags spillvatnsleiðingina, og kann bý- ella bygda(r)ráðið áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi.

Stk. 3. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um, at hús ganga saman um at gera spillvatnsleiðing. Bý- ella bygda(r)ráðið skal geva boð um hetta, um spillvatnið frá einum øki elvir til álvarsliga dálking ella til heilsuvanda.

§ 22. Røkt av spillvatnsleiðingum o.t. Allar spillvatnsleiðingar, frárenslleiðingar, niðurlopsbrunnar o.t., skulu røkjast og reinsast so ofta, tað er neyðugt eftir árstíðini og viðurskiftunum annars, soleiðis at vandi ikki er fyri dálking ella til heilsuvanda.

Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið skal ansa eftir, at spillvatnsleiðingar, frárenslleiðingar, niðurlopsbrunnar o.t., feittbrunnar, oljuútskiljarar og spillvatnsreinsiverk verða hildin rein og í góðum standi.

Kapittul 8

Húsdýrahald

§ 23. Húsdýrahald. Í býum, býarlíkum bygdum og í meira býarlíkum býlingum kann bý- ella bygda(r)ráðið gera av, at húsdýrahald ikki er loyvt uttan góðkenning frá bý- ella bygda(r)ráðnum.

Stk. 2. Um so er, at húsdýrahald, sum ikki er umfatað av kap. 5 í løgtingslóg um umhvørisvernd, elvir til ampa, sum t.d. stink, gang, nógva flugu, nógva rottu, kann bý- ella bygda(r)ráðið geva boð um, at neyðug tiltøk skulu setast í verk til at fyribyrgja hesum, og í førum, tá ið ikki verður gjørt eftir boðunum, seta forboð fyri dýrahaldinum.

§ 24. Fjós, stallar o.t. Gólv í fjósi til neyt, ross, seyð o.t., skal vera steinsett ella stoypt. Flórurin skal vera úr vatntøttum tilfari.

Stk. 2. Frárensl frá fjósum, stallum o.t. skulu førast í køst, mykjubrunn ella tílíkt í tøttum leiðingum, jvb. eisini ásetingarnar í kapittul 7.

Stk. 3. Ikki er loyvt at hava fjós til neyt og ross í kjallarum uttan góðkenning frá bý- ella bygda(r)ráðnum. Góðkenning kann bert verða givin, um gólvið yvir fjósinum er úr betongi uttan lemm ella úr øðrum eins tøttum tilfari, og at tað hevur ljóara 30 cm2 til víddar pr. m2 gólvvídd í fjósinum, og gongur 1 metur upp um mønuna ella har, sum húsini eru hægst. Skal tað, sum eftir er av kjallaranum, nýtast til matgoymslu, skulu tøtt og heil skilarúm vera ímillum.

§ 25. Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar o.t. Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar o.t. skulu verða vatntættir bæði í botninum og til veggirnar, hava tætt lok ella annað, sum forðar fyri avguvan og luktampum, og mugu ikki verða settir nærri enn 8 metrar frá sethúsi, skúla, kirkju ella almennum vegi uttan so, at bý- ella bygda(r)ráðið metir tað vera ógjørligt hjá viðkomandi at seta tílíkan bygning so langt burtur frá.

Stk. 2. Køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar o.t. skulu  tømast so ofta, at eingin vandi er fyri, at teir flóta yvir.

Stk. 3. Tøð frá køstum og mykjubrunnum skal nýtast til taðing soleiðis, at hetta ikki elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis.

Stk. 4. Bý- ella bygda(r)ráðið kann seta forboð fyri nýtslu av køstum, mykjubrunnum, súrhoyggjabrunnum o.t., tá ið nýtslan elvir til vanda fyri dálking ella heilsuvanda.

§ 26. Nærri ásetingar. Bý- ella bygda(r)ráðið kann áseta nærri reglur um bygging og reinhald av fjósum, stallum, seyða-, høsna- og dunnuhúsum, køstum, mykju-, súrhoyggja- og landbrunnum o.t. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um neyðug tiltøk og steðga byggingum, um reglurnar ikki verða fylgdar.

Kapittul 9

Kirkjugarðar

§ 27. Bý- ella bygda(r)ráðið hevur eftirlit við líkhúsum og kirkjugørðum. Ikki er loyvt at taka kirkjugarðar, sum eru niðurlagdir, í aðra nýtslu uttan góðkenning frá Landslæknanum.

Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið skal tryggja, at grundvatnið í kirkjugørðum verður veitt væl og virðiliga burtur, og at eldri veitingar um neyðugt fáa ábøtur, soleiðis at grundvatnið kemur niður undir vanliga gravardýpd.

Kapittul 10

Eftirlit

§ 28. Atgerðir framdar av eftirlitsmyndugleikanum. Um boð ella forboð, sum verða givin við heimild í hesi kunngerð, ikki verða lýdd innan ásettu freist, kann eftirlitsmyndugleikin lata atgerðina verða framda fyri rokning tess, ið ábyrgdina hevur. Útreiðslurnar ber avvarðandi ogn.

Stk. 2. Tá ið atgerðir eru bráðneyðugar til tess at forða álvarsamari dálking ella spjaðing av dálkingini, ger eftirlitsmyndugleikin tað, ið neyðugt er uttan boð og fyri rokning tess, ið ábyrgdina hevur.

Stk. 3. Løgreglan er eftirlitsmyndugleikanum til hjálpar við fremjingini av heimildum sbrt. stk. 1 og 2, tá ið vandi er fyri álvarsamari dálking.

Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 verða nýttar á sama hátt, tá eftirlitsmyndugleikin gevur boð um, at ólóglig viðurskifti skulu steðgast.

§ 29. Óreglulig viðurskifti. Verður eftirlitsmyndugleikin varugur við ólóglig viðurskifti, skal hann steðga hesum uttan so, at talan er um slík, sum skilliga hava lítið upp á seg.

Stk. 2. Er eitt dálkandi virki byrjað uttan góðkenning, loyvi, ímóti galdandi avgerðum um bann ella ímóti ásettum treytum, kann eftirlitsmyndugleikin krevja fyritøkuna, virkið ella útbúnaðin burtur.

§ 30. Atgongd hjá eftirlitsmyndugleikanum. Eftirlitsmyndugleikin hevur atgongd til almennar og privatar ognir at fáa til vega upplýsingar at nýta í avgerðum sbrt. hesi kunngerð. Um neyðugt er løgreglan myndugleikanum til hjálpar í hesum sambandi.

Stk. 2. Verður tað kravt skal lógváttan sýnast fram.

§ 31. 1) Eftirlit hjá kommunufelagsskapi ella Umhvørvisstovuni.  Kommunustýrum er, eftir at hava boðað landsstýrismanninum frá hesum, heimilað at leggja eftirlitsuppgávur sínar eftir hesi kunngerð til kommunufelagsskap ella Umhvørvisstovuna.

Stk. 2. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við fyritøkum, virkjum og útbúnaði, sum kommunustýri eigur í ella rekur.

Stk. 3. Um kommunustýri ella kommunufelagsskapur ikki røkir tær eftirlitsuppgávur, sum eru álagdar kommunustýrinum eftir hesi kunngerð, kann Umhvørvisstovan geva kommunustýrinum boð um, hvussu viðurskiftini skulu fáast í rættlag, ella landsstýrismaðurin kann geva boð um, at eftirlitið heilt ella partvíst skal verða framt av Umhvørvisstovuni.

Stk. 4. Um illgruni er um álvarsligt brot á hesa kunngerð, kann Umhvørvisstovan fremja beinleiðis eftirlit uttan um eftirlitsmyndugleikan á staðnum.

Stk. 5. Eftirlit hjá Umhvørvisstovuni eftir stk. 1 og 3 verður útint fyri rokning kommunustýrisins.

§ 32. 1) Góðkenning av kommunalum reglum. Áðrenn tær kunnu fáa gildi, skal Umhvørvisstovan góðkenna reglur, sum bý- ella bygda(r)ráðið ásetur við heimild í hesi kunngerð.

Kapittul 11

Avgerðir eftir hesi reglugerð

§ 33. Skrivligar ella munnligar avgerðir. Avgerðir eftir hesi reglugerð skulu fráboðast skrivliga til tann ella tey, sum vara av. Tá bráðneyðug tiltøk mugu gerast til at fyribyrgja álvarsligari dálking, kunnu boð ella forboð gevast munnliga. Ein munnliga avgerð skal skjótast gjørligt eisini fráboðast skrivliga.

§ 34. Upplýsing um kærumøguleika. Ein avgerð skal veita upplýsing um, hvønn myndugleika avgerðin kann kærast til og freistina fyri hesum.

§ 35. Freist fyri at fylgja avgerðum. Í boðum ella forboðum skal í sambandi við avgerðina vera ásett ein freist fyri at fylgja avgerðini. Í teimum førum, ið nevnd eru í § 33, har bráðneyðug tiltøk mugu gerast, kann verða avgjørt, at avgerðin skal fylgjast alt fyri eitt.

§ 36. Málsinnlit og rættindi til at bera síni sjónarmið fram. Áðrenn avgerð verður tikin um boð ella forboð, skal móttakarin hava skrivliga frásøgn og kunnast um, at hann hevur rætt til málsinnlit og til at bera síni sjónarmið fram. Móttakarin eigur í hesum sambandi at fáa áheitan um at veita upplýsingar, ið kunnu lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við avgerðini.

Stk. 2. Vikið kann verða frá frásøgn sum nevnd í stk. 1, um bráneyðug tiltøk mugu gerast, ella um frásøgn eyðsýnt kann ætlast at vera óneyðug.

§ 37. Ólóglig viðurskifti. Ásetingarnar í §§ 35 og 36, stk. 1, verða ikki nýttar til fráboðan um at steðga ólógligum viðurskiftum.

Kapittul 12

Kærumál og undantaksloyvir

§ 38. 1) Kærumyndugleiki og kærufreist. Avgerðir hjá kommunustýrunum eftir hesi reglugerð kunnu innan 4 vikur kærast til Umhvørvisstovuna. Fellur kærufreistin á ein leygardag ella sunnudag, verður hon longd til næsta gerandisdag.

Stk. 2. 1) Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni ella Landslæknanum kunnu kærast til Føroya Landsstýri.

§ 39. Steðgur fyri boði ella forboði. Ein kæra setir steðg fyri einum boði ella forboði til avgerð frá kærumyndugleikanum fyriliggur ella kærumyndugleikin avgerð annað.

Stk. 2. Tann myndugleiki, sum tekur avgerðina um boð ella forboð, kann kortini, tá serligar orsøkir eru til tað, samstundis við boðinum ella forboðinum gera av, at tað skal fylgjast uttan mun til kæru. Um hendan avgerð verður kærd, skal boðið ella forboðið fylgjast til kærumyndugleikin avgerð annað.

Stk. 3. Byggi- og tilgerðararbeiði, ið neyðug eru til at kunna nýta eitt loyvi ella eina góðkenning, kunnu ikki setast í verk áðrenn kærufreistin eftir § 38 er úti.

§ 40. 1) Landsstýrið kann í serligum føri geva undantaksloyvir frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá avvarðandi kommunustýri og Umhvørvisstovan geva sítt tilmæli til hetta.

Kapittul 13

Revsi- og gildisreglur

§ 41. Revsireglur. Er harðari revsing ikki uppiborin sambært øðrum reglum, verður við bót revsaður tann, ið

1)   ikki heldur § 1, stk. 1, § 2, § 7, § 9 stk. 1 og 2, § 13, stk. 1, § 14, § 15, § 17, stk. 1 og 2, § 19, § 20, § 21, stk. 1 og 2, § 22, § 24, § 25, stk. 1, 2 og 3, § 27, stk. 1, og § 39, stk. 3,

2)   ikki heldur treytir í loyvum ella góðkenningum givin við heimild § 13, stk. 1, § 15, § 19, § 20, stk. 3, § 21, stk. 1, § 23, stk. 1, § 24, stk. 3, § 27, stk. 1.

3)   ikki ger eftir avgerðum við heimild í § 1, stk. 2, § 3, § 4, § 6, § 8, § 10, stk. 1 og 3, § 11, § 12, stk. 2 og 3, § 13, stk. 3, § 16, § 17, stk. 3 og 4, § 21, stk. 3, § 23, § 25, stk. 4, og § 31, stk. 3.

Stk. 2. Revsingin kann herðast til hefti ella fongsul í upp til eitt ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um tað við brotinum er

1)   voldur skaði á umhvørvið ella elvdur vandi fyri tí, ella

2)   fingin ella ætlaður peningaligur fyrimunur fyri viðkomandi ella onnur, heruppií við sparing.

Stk. 3. Fremur partafelag, lutafelag ella líknandi brot á hesa kunngerð, kann sektarábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum. Er brotið gjørt av kommunustýri ella kommunufelagsskapi, kann bý- ella bygda(r)ráðnum ella kommunufelagsskapinum verða álagt bót.

Stk. 4. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál. Rættarmeðalin í rættargangslóginnnar kapitlum um at leggja hald á og rannsókn kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.

§ 42. Gildisreglur. Hendan reglugerð kemur í gildi 30 dagar eftir at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fara úr gildi:

1)   kunngerð nr. 68 frá 29. september 1969 um eina standard heilsusamtykt, sum broytt við kunngerð nr. 57 frá 8. juli 1985 í teimum kommunum, sum hon er sett í gildi fyri,

2)   kunngerð nr. 63 frá 14. september 1976 um heilsusamtykt í Tórshavnar kommunu, sum broytt við kunngerð nr. 103 frá 5. september 1988 og

3)   heilsusamtykt fyri føroysku bygdakommunurnar frá 9. september 1933 í teimum kommunum, sum hon er sett í gildi fyri.

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”

2) Broytt við kunngerð nr. 111 frá 7. september 2009.