Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. mai 1994Nr. 54
Kunngerð um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir umhvørvisverndarlógini til Umhvørvisstovuna, sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007
Við heimild í § 35, stk. 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. 1) Niðanfyri nevndu eftirlits- og umsitingaruppgávur hjá landsstýrinum verða lagdar til Umhvørvisstovuna:
1) Góðkenna heildarætlanir fyri spillvatn og geva boð sambært § 18, stk 2, taka upp samráðingar sambært § 18, stk 3 og gera reglur um innihaldið av ætlanunum sambært § 18, stk. 4,
2) taka avgerðir sambært § 20, stk. 1 og 2,
3) krevja mál um útstykking freistað sambært § 25,
4) taka avgerðir í málum viðvíkjandi serliga dálkandi virkjum, v.m. sambært § 26, stk. 3, § 28, 29, § 32 og § 34, stk. 1, 2, 3 og 5,
4 a) hava eftirlit við treytum í loyvum og góðkenningum sambært § 36, nr. 3,
5) atgongd til almennar og privatar ognir sambært § 39,
6) umbønir um upplýsingar eftir § 40 stk. 1 og boð um at fremja kanningar ella lata tilfar eftir § 40, stk. 2,
7) hava eftirlit við dálkingarstøðuni í landinum sambært § 42,
8) broyta treytirnar fyri góðkenningina ella loyvinum hjá einum virki eftir § 46,
9) fremja kortlegging av óljóði sambært § 48, stk 1,
10) fremja kortlegging av dálkingarstøðuni og trýstið frá teimum einstøku dálkingarkeldunum sambært § 49,
11) fremja kortlegging av luftdálkingini sambært § 50,
12) gera eina ætlan fyri góðskuni av vatnøkjunum í landinum sambært § 53,
13) gera ætlan fyri støðu av virki v.m. sambært § 54,
14) gera kortlegging av fyribeiningini av burturkasti sambært § 56, stk. 1 og gera reglur eftir § 56, stk. 2,
15) gera ætlan um fyribeining av burturkasti sambært § 57, stk. 1, og taka avgerð ella gera reglur sambært § 57, stk. 2, gera reglur um burturkastskipanir sambært § 57, stk. 3, taka avgerð ella gera reglur um skyldur kommununnar at stovna ella fara upp í felagskommunalar fyritøkur sambært § 57, stk. 4, og áseta avgjøld eftir § 57, stk. 5.
§ 2. 1) Landsstýrið kann geva Umhvørvisstovuni nærri boð um, hvussu eftirlits- og umsitingaruppgávurnar, sum eru lagdar til starvsstovuna, skulu útinnast.
Stk. 2. 1) Landsstýrið kann gera av í hvønn mun umsóknir, sum eftir higartil galdandi reglum skulu avgreiðast av landsstýrinum, skulu avgreiðast av Umhvørvisstovuni.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1) Broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007, har § 15 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.”