9. juni 1989Nr. 54
Kunngerð um tjalding
Við heimild í § 4 og § 35, stk. 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd hevur landsstýrið ásett:
§ 1. Tjalding er bert loyvd, har nøktandi saniter viðurskifti – nátthús og vaskiumstøður – eru.
§ 2. Kommunurnar hava eftirlitið við, at tjalding einans fer fram á støðum, har treytirnar í § 1 eru loknar.
Stk. 2. Kommunurnar hava skyldu at seta upp uppsløg o.t. um, at tjalding ikki er loyvd á teimum støðum, har tílíkt vanliga kemur fyri og har treytirnar í § 1 ikki eru loknar.
§ 3. Brot á §§ 1 og 2 verða revsað við bót.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.